Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (ST), Nr. 154 — 17. AUGUST 1994 Síða 11 Størsta kapping KAPPAST UM FM I FÓTBÓLTI Í ODENSE Jan Jørgensen — uttast høgrumegin á myndini — hevur lagt stóru fót- bóltskappingina til rætt- is, sum verður í Odense leygardagin 24. septem- ber (Savnsmynd) nakrantíð millum fóroyingar: - Kappingar millum føroyingar niðri hava verið áður, men hetta er tann størsta nakrantíð, sigur Jan Jørgensen, ið hevur lagt FM-kappingina til rættis, ið verður í Odense leygardagin 24. september Ítróttargkið við universitet- ið í Odense verður leygar- dagin 24. september karmur um størstu fótbóltskapping nakrantíð millum for- oyingar niðri. — Kappingin er millum føroyingafeløgini í Dan- mark, og gll eru boðin við, sigur Jan Jørgensen, id ein- samallur hevur gjørt tad stóra arbeiðið at leggja kappingina til rættis. Tá kappingin verður, fara tó fleiri at hjálpa til við enda- ligu fyrireikingunum, so alt gongur so væl sum gjørligt. Kappast verður á fullum : ODENSE Búmerkið, ið gjørt er til FM-kappingina i fótbólti, ið verður í Odensen leygardagin 24. september millum øll føroyingafeløgini í Danmark. Hetta er stór sta fótbóltskapping nakr - antíð millum føroyingar niðri, og væntandi verður undirtókan sera stór velli, og ellivu mans verða á hvørjum liði. Ætlanin er somuleiðis at spæla tvær ferðir 45 minuttir, men um undirtøkan verður stór, kann gerast neyðugt at spæla eitt sindur styttri dystir. 1994 Finala verður spæld á stadion Arbeitt verður í løtuni at fáa stadion hjá B1913, har yngru deildirnar spæla sínar dystir, so finalan kann verða spæld undir so góðum umstødum sum gjørligt. Á ítróttargkinum við uni- versitetið, har innleiðandi umførini verða spæld, eru einir tíggju grasvallir. Vinnandi liði fær eitt ferðasteyp, sum so ætlanin eratkappast um komandi ár eisini. — Upprunaliga varð kapp- ingin liðugt fyrireikað í apríl mánaði, men so kom fram, at eitt stórt tiltak skuldi vera í Árhus, og har bóðu teir um at fáa kapp- ingina. Tað var ein tón- leikabólkur, ein ítróttar- bólkur og fóroyingafelagið, ið skuldu skipa fyri hesum. Teir fingu so kappingina, men við teirri treyt, at talan skuldi verða um hesa stóru kappingina, sigur Jan Jør- gensen. Hildu ikki lyftið — Men beint áðrenn eg skuldi upp til ta síðstu royndina undan summarfrí- tíðini, komu teir aftur við kappingini, tí teir ikki fingu skipað fyri henni. Eg fekk tá treytað mær, at so skuldi als eingin fótbóltskapping verða í Árhus, men hetta lyfti hava teir ikki hildið. Tað hevur eydnast Jan Jørgensen at útvega fleiri sponsorar til kappingina, so hon so væl sum gjørligt kann hvíla í sær sjálvum, hvat útreiðslum viðvíkur. Fótbóltssambardið heldur ikki, at tað er so nógv at tosa um, at tað eydnaðist umboðs- monnum hjá HB, tá teir vóru staddir í Skotalndi í sambandi við Europa cup dystin móti Mother- well, at fáa váttan frá UEFA um, at Jan Dam ikki var leikbannaður og tískil kundi spæla við. Í tíðindunum úr Skot- landi fekk almenningur- in fatan av, at tað var felagið sjálvt, sum fekk mistakid hjá UEFA rætt- að, men nú hevur FSF skrivstovan eitt uppí- skoyti til søguna um Jan Dam. FSF søgan er, at tað er vanligt, at UEFA kunnar fótbóltssambondini um, hverjir leikarar eru leik- bannaðir í dystum, sum verða fyriskipaðir av samtakinum, og at avrit verður sent feløgunum. Í hesum sambandinum verður greitt frá, at FSF hin 1. august fekk bræv frá UEFA, har tað varð víst á, hvgrjir leikarar høvdu leikbann í heyst. Í skrivinum stóð, at Jan Dam var leikbannaður ein landsdyst, og at Jákup Mørk í B36 er leikbannaður ein Europa Cupdyst. Avritav skrivi- num var sent felógunum hjá teimum báðu leikaru- num. FSF skrivstovan kann- aði vidurskiftini í báðum fórum. Teir komu eftir, at í førinum hjá Jan Dam var talan um eitt mistak, sum kundi hava við sær, at Jan Dam varð leik- bannaður móti grikkum 7. september, um hann verður úttikin at spæla. Sponsorarnir eru Smyril Line (ferðasteyp), Faroe Travel (heiðursmerki), Thomas Dam Ítróttur (leik- vestar), Faroe Seafood, Før- oya Bjór og Kemilux. Stór veltsla um kveldið — Tad er so heppið, at FM- kappingin fellur saman við stóru pisuveitsluni, ið verð- ur hildin í Odense um Jan Dam ongantio leikbann hjá Jan Dam fekk gult kort í HM dystunum móti Belgia á Svangaskarði 3. juni 1992 og móti Tjekkoslovakia á úti- velli 23. september sama ár. FSF mótmælti hjá UEFA, at hesi gulu kort- ini skulu bera leikbann við sær í komandi lands- dysti, og teir vístu UEFA á, at Jan Dam sat leik- bannið av sær, tå Føroyar leiktu á Kypros flagg- dagin í fjør. Eftir at UEFA hevði kannað málið eina ferð aftur at, komu teir eftir, at viður- skiftini hingu saman, sum FSF vísti á, og leik- bannið hjá Jan Dam varð tikið aftur. FSF sigur seg ongantíð hava verið kunnað um, at Jan Dam skuldi hava leikbann í Europa Cup, og tað hevur HB heldur ikki fingið kunning um. Í skrivinum stendur bara, at talan er um A lands- dyst. So eru vit tað klók- ari. Moralurin hjá FSF má so vera, at úrslitið hevði verið tað sama, men ómakurin hevdi ver- ið nógv minni, um sam- skiftið til UEFA bara gekk gjøgnum eina kanal! -hn- kveldið fyri teimum, ið júst eru komin niður at lesa, so har verður høvi at enda kappingina å hugnaligasta hátt, sigur Jan Jørgensen. Hann roknar vid, at nógv- ir av teimum fótbóltsspæl- arunum, ið farnir eru úr Før- oyum í síðstuni, verða at síggja í kappingini, og at hon verður á fótbóltsliga høgum stødi. hj.