mikudagur 17. august 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið = Nr. 154 — 17. AUGUST 1994 Síða 13
;| BOGI VANN 100 KM
| SÚKKLUKAPPINGINA
Leygardagin varð kappast um FM í 100 kilometra súkkling. Tveir
hetlenskir gestasúkklarar vóru við í kappingini, id gjørdist sera spennandi
YU
H
lll“
1 A mixari
(3 mix 4000 electronic)
frá handlinum við nógvu
húsarhaldstólunum
> +
DD ou arien
sjålvandi vid D Atlantic Airways
380 Sørvågur - Tlf. 33344
MÐNVÐSNVINNINGUR
Vinn títt egna I STÓRA FØROYSKA BÓKASAVN
All
sd
bøkurnar
og mangar
afturat
Allan henda stóra |:
bókagávupakka |! '
Stórt sæð alt tað nógva, undangongu
fyritokan innan foroyska bókaútgávu
Bókagarður. hevur givið út — harimiil 5
um allar VARÐARNAR og mongu veru- t ]
ligu føroysku stórverkini, t.d. eftir Hedin
Brú, Martin Joensen, William Heinesen
og mangt, mangt annað - harímillum
frægar heimsbókmentir eins og stór B ókagarður
fingnu lístabokurnar, eitt nú um Sámal Bókdindaragsta 8 - Tórshavn - TI. 11110 |
Joensen Mikines og Kirkjubestólarnar
g ETS fe
Vetrar- ella summardekk
til personbil v/ åseting
| DEKKSØLAN
| å SELATRAD
497 Selatrað - Tlf. 48195 - 86195
ÆR
Faroe Travel på SÚ)
EL AL =
Á * Atlantic Airways
Ferdist í heilar 10 dagar — i id ;
i fótafari Meistarans í Heilaga landinum
og vitja og uppliv oll tey søguligu stoðini.
Faroe Travel pf
Staravegur 7 - 100 Tórshavn - Tlf. 12600
Sk BIN
2" Atlantic Airways
7 380 Sørvågur - Tlf. 33344
f regni og friskum vindi
byrjadi 100 kilometra FM-
súkklingin í Skålabotni á
miðdegi leygardagin.
Leiðin gekk um Funning,
Eiðisskarð, Sundalagið,
gjøgnum Kollafjarðarberg-
holið til Havnar. Síðsta
teinin, umleið 25 kilometr-
ar, varð súkklað eftir Eyst-
ara Ringvegi, Sundsvegn-
um, Vegnum Langa, Hvita-
nesvegnum og aftur Eystara
Ringvegi.
Tíggju súkklarar vóru við
í kappingini — teirra millum
tveir gestasúkklarar úr Het-
landi.
Í summar hevur verið
mest vanligt at síggja teir
tríggjar — Boga, Gunnar og
Rógva — á sigursskamlin-
um, og tey flestu mundu eis-
ini vænta, at so fór at verða
hesaferð. At teinurin hesa-
ferð var umleið tríggjar
ferðir so langur sum í kapp-
ingunum higartil, gjørdi tó
sítt til at gera kappingina
meira spennandi.
Hetlendingarnir
fóru framum
Skjótt sást, at væl lá fyri
hjá hetlendingunum — Car-
los Riise og David David-
son. Komnir hálva brekk-
una niðan úr Funningi, fóru
báðir frá hinum. Tá sleit
Bogi eisini seg leysan frá
hinum føroyingunum, og
fekk Carlos og David aftur.
Komnir næstan niðaná sleyt
Carlos seg aftur leysan frá
teimum báðum, og kom
fyrstur á Eiðisskarð. Har
vann hann spurtvinningin,
ið var til fyrsta súkklaran
um skarðið.
Bogi, David og Rógvi
komu niðaná í senn, síðani
komu Gunnar og Jóhann
saman, og aftan á teir komu
Jens, Absalon og Eyðun, og
síðani Jón nakað aftanfyri
Carlos økti bara um mun-
in, sum var einar fyra til
fimm minuttir aftur til
Boga, David og Rógva, tá
hann var upp á tað mesta
Komnir til Havnar, vann
Carlos eisini næsta spurt-
vinningin.
Harður og góður
endaspurtur
Spenningurin stóð so um,
um Bogi, ið fylgdist við het-
lendinginum David, kundi
fáa Carlos aftur. Tað vísti
seg, at tað skuldi eydnast
honum bert tríggjar kilo-
metrar áðrenn mál.
Tá hálvur kilometur var
eftir á mál, byrjaði Bogi ein
spurt, men slapp ikki leysur
frá teimum báðum het-
lendingunum. Hann royndi
aftur 150 metrar fyri mál at
sleppa frá teimum, men tá
avtornaði, vann David
spurtin við 10 sentimetrum
framman fyri Boga, ið
hevði Carlos í hølunum.
Við ødrum orðum var tal-
an um ein sera harðan og
góðan endaspurt.
Atta av tíggju
fullførdu teinin
At samladi teinurin var
100 kilometrar, visti seg
eisini at hóska væl til J6-
hann Brend, tå hann jarð-
legði allar spádómar og á
greiðasta hátt vísti, hvar
Nr. Navn
David Davidson
L Bogi Kristiansen
Carlos Riise
Jéhann Brend
Rógvi Johansen
Absalon Hansen
Eyðun Poulsen
FM-súkkling
100 km
2.
3.
4. Gunnar Dahl Olsen
5.
6.
Tveir súkklarar fullførdu ikki. Teir báðir hetlending-
arnir vóru vid sum gestasúkklarar, og ti fáa teir ikki
plaseringar í FM 100 km
silvurmerkið hoyrdi heima.
Av teimum tiggju, ið byrj-
aðu, fullførdu átta, men av tí
at teir báðir hetlendingarnir
vóru við sum gesta-
súkklarar, fáa teir ikki plas-
eringar í FM-kappingini.
Í tíðindaskrivi takkar
Tórshavnar Súkklufelag
sponsorinum MBM, hjálp-
arfólki og áskoðarum fyri
góðan stuðul, og somuleiðis
takkar felagið fjølmidlun-
um fyri góða umrødu av
kappingunum, ið hava verið
ísummar.
Tid
2.48,00
2.48,00
2.48,00
2.56,19
2.57,12
3.00,02
3.20,39
3.20,54
I TORSHAVNAR SUKKLUFELAG
| HAVT SERA VIRKID SUMMAR
Hetta summarið hevur verið nógv tað virknasta hjá Térshavnar Súkklu-
felag, ið hevur skipað fyri fleiri súkklukappingum —eisini til stevnurnar, ið
hava verið kring landið. Stødid á føroysku súkklingini er hækkað munandi
Súkkling sær út til at hava
tikið rættiligt dik á seg í
Føroyum hetta summarið.
Tórshavnar Súkklufelag,
ið er einasta súkklufelag í
landinum hevur í summar
skipað fyri nógvum kapp-
ingum, og tað er heilt týði-
ligt, at áhugin fyri súkkling
er vaksin munandi.
Men tað er ikki bert áhug-
in, ið er vaksin. Eisini stød-
ið hjá føroysku súkklarun-
um er hækkað munandi, og
úrslitini gerast alsamt betri
—eisini, tá farið verður aðra-
staðni at kappast.
Í summar hevur fyri
fyrstu ferð verið skipað fyri
stórari súkklukapping, ið
hevur verið afturvendandi á
øllum stevnunum, ið hava
verið kring landið, og hevur
kappingin verið sera spenn-
andi.
- Kappingin, ið ber heitið
Grand Prix Føroyar '94,
„hevur verið skipað undan
hvørjum FM-kapróðri, og
„hevur teinurin ligið um ein
kilometur, ið hevur verið
brúktur sum bani. Stig hava
verið givin á sama hátt sum
í kappróðri — vinnarin hevur
fingið sjey stig, nummar
tvey hevur fingið fimm stig,
„nummar trý fýra stig og so
"framvegis.
Men í mun til kappróður-
in hava allir fingið stig. Tað
vil siga, at allir, ið hava ligið
niðan fyri nummar fimm,
hava fingið eitt stig í part.
Til hesa kapping hava
verið nógvir áskoðarar, og
tað hevur verið nærmast
fast, at kappróðrarfólkið
hevur stytt sær stundir und-
an róðrinum við at hyggja at
súkklukappingunum.
Eisini hevur Tórshavnar
Súkklufelag skipað fyri 30
kilometra FM-kappsiikkl-
ing og 100 kilometra FM-
kappsúkkling. 30 kilometra
kappingin varð skipað við
einstaklingastart, har fimm
minuttir vóru ímillum, at
hver fór avstað, meðan allir
fóru í senn av startmålinum
í 100 kilometra kappingini.
Síðsta summar var Tórs-
havnar Súkklufelag eisini
umboðað á Oyggjaleikun-
um á Isle og Wight Eisini, tá
Oyggjaleikirnir vóru í Før-
oyum í 1989, vóru føroyskir
súkklarar við, men síðani tá
er stødid vordid nógv hægri.
Sum skilist, eru ikki fleiri
tiltøk á skránni hjá felagn-
um í ár, men kortini liggja
súkklararnir ikki á latu síð-
uni. Í vikuni eru Bogi Krist-
iansen og Gunnar Dahl Ol-
sen farnir til Danmarkar at
vera vid i eini kapping.
Sosialurin fer seinni at
greida frå, hvussu teimum
hevur gingist. hj.
i
P