Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkatingsvalið TAÐ kann tykjast legið longu nú at fara at skriva um fólkatingsvalið, nú vit í Føroyum enn onga samgongu hava fingið eftir løgtingsvalid í juli. Men val til fólkatingið verður um ikki so langa tíð, og eins og undanfarin ár, so skulu eisini førovingar til at kjósa sær tvey umboð á fólkating. Tí er upp á tíðina so spakuliga at viðgera spurningar, sum hava tilknyti til hetta valið. VIÐURSKIFTINI millum Føroyar og Danmark hava sjáldan verið so nógv frammi í brennideplinum sum júst hesi seinastu árini. Vit hava gjørt fleiri stórar avtalur við danir og skulu til at gera fleiri enn. Spurningurin um ta fyrstu avtaluna, sum hevði við sær, at før- oyingar vórðu “tvingaðir" til at bjarga bankunum, er framvegis eitt av teimum stórmálum, sum rgrist millum føroy- ingar, og mong eru tey, sum halda, at tann avtalan millum Føroyar og Dan- mark er ikki eitt liðugt og farið kapittul. Víst hevur m.a. verið á, at bjargingin av bankunum meira tænti donskum pen- ingaligum áhugmálum enn áhugamál- unum hjá ti føroyska samfelagnum, og hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt bæði politikarar og búskaparfróðingar, eitt nú Lise Lyck, siga, at danir verða noyddir til at stríka 3 mia. kr. av skuldini, sum føroyingar tóku á seg, tá bankarnir vórðu bjargaðir. ÚTFRÁ hesum men eisini mongum ødrum málum, sum Føroyar og Dan- mark í felag mugu taka stóðu til, ber til longu nú at siga, at komandi fólkatings- valið hevur stóran týdning fyri okkum eisini. Tvs. hvgrji umboð vit velja aftur á fólkating og hvat kós hesi umboð fara Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 15. september 1994 kl. 10.40 tvangsauktion, (AS 240/94) over matr. nr. 256 n, Klaksvík beliggende Klaks- vík. Auktionen er begæret af Advokat- felagið, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tif. 11260 (j. nr. 38369) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 852 m* stor grund. Det bebyggede areal udgør 90 mi 3 etager Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.08.94 Henrik Engell Rhod dím. FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG tjóri: Jan Múller at seta út í kortið komandi fýra árini. Tað hevur víst seg, at hóast fólkatings- umboðini verða vald av flokkum, so hava tey og her hugsa vit um umboðið hjá fólkaflokkinum, alla tíðina koyrt sítt egna solospæl, sum um fólkatingssess- urin var teirra egni og ikki Føroya fólks. TÁ vit kunnu staðfesta, hvussu stóran týdning komandi fólkatingsumboð okk- ara kunnu fáa fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í framtíðini, og eisini hvussu hesi kunnu stuðla komandi landsstýrum og politikarum, sum skulu til Danmarkar at samráðast, so eiga vit longu nú at leggja upp til eitt orðaskifti um, hvønn leiklut hesi umboð í framtíðini eiga at hava fyri Føroyar - og ikki fyri ávísar flokkar ella fyri ávís- ar persónar. Sjálvandi eru sjónarmiðini ymisk innan teir ymsu flokkarnar, men tó halda vit, at tað má finnast ein felagsnevnari fyri, hverjar tær týdn- ingarmestu uppgávurnar hjá teimum báðum fólkatingsumboðunum skulu vera fyri Føroya land komandi skeið. VIT eiga at seta út í kortið longu nú uppgávur, sum vit meta eiga at pri- oriterast í arbeiðinum hjá komandi fólkatingsumboðunum. Vit eiga eisini at kunna krevja av teimum, at tey lata frætta frá sær, hvat tey takast við. Higartil hevur tað í mongum fórum kenst sum um, at fólkatingsarbeiði er nakað, sum ikki nýtist at koma fram fyri almenningin Føroyum. Tað má tvørturiméti vera eitt krav til føroysku umboðini á fólkatingi, at tey eru meira opin og í stórri mun gera vart við seg bæði í Føroyum og á fólkatingi. Vit tosa ikki her um tveir sessir, sum åvisir politikarar “eiga". Vit tosa um tveir sessir á fólkatingi, sum Føroya fólk Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: PA Joensen - Tórfinn Smith - | Uopsetng P/T Saslalurin Hilmar Jan Hansen - Prent: PA Jústinus Eidesgaard Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 15. september 1994 kl. 10.30 tvangsauktion, (AS 238/94) over matr. nr. 355, Klaksvik beliggende Klaksvik. Auktionen er begæret af Advokat- felagið, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tf. 11260 (j. nr. 38996) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 358 m'? stor grund. Det bebyggede areal udgør 59,5 m i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.08.94 Henrik Engell Rhod dím. Sosialurin Pressan 1981 eigur og eiga umboðini tí eisini at virka samsvarandi hesum. Vit eiga eisini at fáa ein dialog um, hvussu stóra arbeiðsorku hesi umboð skulu leggja í arbeiði at vera fólkatingsmaður. Skal tað góðtakast, at hetta bert er eitt sokallað "bierhverv”, sum danir taka til ella skal framtíðar kravið til føroyska fólkatingsmannin vera, at hann brúkar meginpartin av síni til til júst fólkatingsarbeiði? Hetta er so aftur nær tengt at spurninginum, hverjar uppgávur vit halda, at ein føroyskur fólkatingsmaður skal taka sær av. Fólkatingsumboð okkara skulu so heldur ikki til Danmarkar at reka antin samgongu- ella andstødupolitikk. Teirra uppgáva må vera at reka ein føroyska landspolitilkk. Leikluturin hjá umboði fólkafloksins á fólkatingi nú í skjótt 10 ár hevur verið ein stór skomm fyri Føroya fólk og ein vanvirðing av hesum annars so týðandi sessi. Tí má eitt av teimum mest týðandi málunum til fólkatingsvalið vera, at allir føroyingar standa saman um íkki at velja fólkafloksmannin aftur á fólkating. Tað verður eisini tíð at til at reksa upp tær vanlukkur hann hevur verið orsøkin til. Målsetningur hansara hevur verið at såa spilt og misálit millum føroyingar og danir við teimum mest skitnu orðunum, ið finnast kunnu. Í dag hava javnaðarflokkurin og fólka- flokkurin umboð á fólkatingi. Eftir okkara tykki er tað sera sera umráðandi, at javnaðarflokkurin varðveitir sítt um- boð, tí alternativið er, at vit fáa tvey høgravend borgarlig umboð, sum harvið íkki koma at umboða sjónarmiðini hjá øllum Føroya fólki. Og líta vit so aftur at løgtingsvalinum, so kundi okkurt bent á, at vit fáa tvey borgarlig umboð á fólkating. Hetta má 67. ÁRGANGUR Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76 Argjum 110Térshavn Telefon: 11820 Tøletax: 14720 ikki henda. Antin tå so er borgarligur ella velur sosialistiskt, so er tað eingin góð loysn fyri Føroya fólk, at tað verða vald tvey borgarlig umboð. Tá vil tað vera betri við einum umboði frá hvørjum bólkinum, tí harvið verða sjónarmiðini hjá fleiri føroyingum umboðað á fólkatingi. Vit skulu ikki her lata nakað startskot av til eitt komandi fólkatingsval. Tað verður tíð til tað seinni. Men vit skulu við hesum m.a. varskógva allar teir føroyingar, sum liggja til vinstru fyri miðjuna í før- oyskum politikki og eisini teir á miðjuni um longu nú at arbeiða fyri, at tað í hvussu er verður valt eitt umboð aftur á fólkating, sum ikki hoyrir til borgarliga og høgravenda bólkin í Føroyum. Og tæð gerst bert við at velja eitt javnaðarumboð á fólkating. Aðrir flokkar á vinstravonginum hava ikki møguleika at fáa umboð, og her skal tað vera áheitan okkara á teir veljarar, sum hesaferð vendu javnaðarflokkinum bakið og valdu nýggju verkamannafylkingina, um at fáa eitt javnaðarumboð á fólkating at umboða allan vinstravongin og sjálvandi alt Føroya fólk á fólkatingi. Vit halda ikki, at tað tænir nøkrum endamáli framhaldandi at grava kluftina millum javnaðarflokk og Verkamanna- fylkingina djúpri. Latið okkum heldur brúka komandi fólkatingsval til at visa, at hesir báðir flokkar í veruleikanum standa fyri tí sama grundleggjandi politikkinum. Latið okkum brúka fólkatingsvalið til at finna aftur til røturnar, sum jú í felags. Tað skal ti vera áheitan okkara á Verkamannafylkingina um ikki at stilla upp til eitt komandi fólkatingsval. SOSIALURIN Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 15. september 1994 kl. 09.40 tvangsauktion, (AS 267/94) over matr. nr. 566 h, Vågur beliggende Vågur. Auktionen er begæret af Advokat- felagið, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tif. 11260 (j. nr. 38139) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 681 m* stor grund. Det bebyggede areal udgør 97 nr i 2 etager Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.08.94 Henrik Engell Rhod dím. ——— "EI mæ