fríggjadagur 19. august 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sosialurin ] Nr. 156 — 19. AUGUST 1994 Síða 7
Summarletan
Tann stinni tinsoldáturin
Vit hoyra kendu søguna um tinsoldåtin og
dansarinnuna, sum búgva í einum leiku-
handli.
Fríggjadagur kl. 22.20;
Barnið hjá mær
er horvið
5 ;
Valerie Bertelli og sonur hennara
Amerikanskur filmur frá 1985.
Lítæi sonur Susannu Bartok, Sonny,
verður burturfluttur á Timesa Square mitt í
New York. Ein undarligur barnahandils-
felagsskapur tykist standa aftanfyri. Tann
Glukkuliga mamman fær ikki stórvegis
hjálp frå løgregluni og leitar tí til ein
kvinnuligan jpurnalist eftir hjálp. Men hvar
er Sonny?
Leygardagur kl. 21.35;
Flyggjanin
undan fortidini
New Zealendskur sjónvarpsfilmur frá
1988.
Brian Deeds livir eitt nýtt lív í New Zea-
landi. Einaferð sveik hann vinir sínar í ein-
um norðuriranskum protestantiskum yvir-
gangsbólki. Tá sonur hansara verður myrd-
ur í Írlandi, veit hann, at vandi er á ferð.
Sunnudagur kl. 15.00;
Gamli maðurin
og havið
Amerikanskur filmur frá 1958.
Spencer Tracy hevur høvudsleiklutin í
hesi filmatisering av skaldsøguni eftir Er-
nest Hemingway um bardagan hjá einum
gomlum kubanskum fiskimanni við havið.
Sunnudagur kl. 17.40:
Vilt tu giftast
hesum manni
Humoristiskt portrett av trimum ungum
pakistanskum kvinnum frå Los Angeles, ið
umhugsa »at indgå et arrangeret ægte-
skab«, og mødrum teirra. Hvør sigur, at eitt
fyriskipad hjúnalag er eitt vánaligt hjúna-
lag.
Sunnudagur kl. 18,05:
Portrett av Søren
Kragh-Jacobsen
Leikstjórin Søren Kragh-Jacobsen er
kendur fyri filmarnar »Isfugle«, »Skyggen
af Emma«, »Guldregn« og »Drengene fra
Sct. Petri«, sum sjónvarpið sendir miku-
kvøldid.
Sunnudagur kl. 20.55:
Kend fólk í Tivoli
Sending við nøkrum av teimum kendastu
sangarunum og tónleikarunum, sum hava
verið á pallinum í Tivoli, m.o. Mills
Brothers, Ellu Fitzgerald, Liberace, Char-
les Aznavour, Shu Bi Dua, Preben Ugle-
bjerg og Gitte Hænning.
Sunnudagur kl. 21.45:
Macklean 2:2
Heima á stórgarðinum Svanholm heldur
Macklean á við sínum landbúnaðarnýskip-
anum. Bæði hinir góðseigararnir og bønd-
urnir hjá Macklean eru rædsluslignir av
hesum nýmótans galskapinum.
Týsdagur kl. 19.15;
Barnasendingin
Vit skulu síggja filmin um Wu Djing, sum
er ein kinesisk skúlagenta, sum gongur í
fyrsta flokki. Hon plagar at fylgjast við
Chen Hao í skúla. Á veg í skúla síggja tey
mangt og hvat. Henda dagin hitta tey eina
gamla konu, sum selir nakrar sjáldsamar
leirfuglar. Tá ið tey seinni finna ein slíkan
fugl, avger Wu Djing at fara at leita eftir
konuni við fuglunum at bera henni fuglin
aftur. Men so verður hon ov sein í skúla!
Hvat skal hon gera?
Týsdagur kl. 21.40:
Taxi Blues
Russiskur/franskur filmur frå 1990 um vin-
arlagid millum ein saxofonist og ein hyru-
vognssjauffør i ti nyggja Moskva.
Tann nakað váttligi saxofonisturin
Llocha og hyruvognssjafførurin Schlikov
kunnu ikki torga hvør annan, tå teir hittast,
men kortini gerast teir vinmenn sum frå líð-
ur. Teir sjora runt í skymaskotumi Moskva
og uppliva mangt og hvat, men trupulleik-
amir kunnu aloftast loysast vid eini fløsku
av russiskari vodku ella einumrimmar
slagsmåli. Og kanska eru kortini møguleik-
ar fyri, at Llocha verður vidurkendur sum
saxofonistur.
Filmurin hevur vunnið fleiri virdislønir.
Mikudagur kl. 19.25:
Gandashow
frá Monte Carlo
Rainier fúrsti og Carolina prinsessa
Tað stóra árliga gandashowið frá Monte
Carlo við høgum hattum og kaninum,
sveimandi damum, hvítum dúgvum, og
tónleikur úr musicalinum Grease. Rainier
fúrsti og sonurin Albert prinsur eru sum
vanligt áskoðarar.
Mikudagur kl. 20.35:
Dreingirnir frå
Sct. Petri
Danskur filmur frå 1991.
Heystið 1942. Danmark er hersett av
Týsklandi. Nakrir studentaskúlanæmingar í
einum donskum býi halda, at teir mugu gera
okkurt ímóti hersetingarvaldinum, og uppi
á loftinum í dómkirkjuni í býnum seta teir
eina m6tstødurørslu á stovn. I fyrstuni arga
teir bara teir týsku hermenninar í býnum,
men so við og við verður tað ramur álvari og
teir seta lívið í vága meira enn eina ferð.
i i
Skúladreingir gera mótstoðu
ik
Tann russiski
hópmordarin
Dokumentarsending frá 1993 um tann russ-
iska hópmordaran Andrei Chikatilo.
Andrei Chikatilo jåttadi i 1990, tå hann
varð tikin, at hava pint, dripið og etið 53
fólk. Tað vóru ungar gentur og børn, sum
Chikatilo drap í árunum frá 1978 til 1990.
Hann lokkaði tey við sær til oyðin, fjarskot-
in stød, har hann fyrst royndi atneyðtakatey
og síðani píndi tey, áðrenn hann drap tey.
Sum frá leið gjørdust dråpini ráari og råari.
Tað eydnaðist at enda politinum at finna
Chikatilo, og eftir rættarmálið, ið vardi eitt
hålvt ár, varð hann í 1992 dømdur til deyða
og tikin av døgum í februar í ár. Í sendingini
eru samrødur við Chikatilo, meðan hann
enn sat í sínum kliva og tann stóra politileit-
ingin eftir honum verður rekonstruerað.
Eisini eru samrødur við fleiri av teimum
neyðars avvarðandi.
Ikki fyri børn.
kl.
Hósdagur kl. 21.05;
Einki í felag -
Tom Hanks og Eva Maria Saint
Amerikanskur filmur frá 1986 um ein
smartan reklamumann, sum fær trupulleik-
ar, tá ið mammam og pápin fara hvor frá
ødrum, og hann samstundis fær stórri og
stórri avbjóðingar í arbeiðinum.