Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Sida3 Tíðindablaðið Edmund roknar nú við tað fer at eydnast: Men ivasamt er um Sjålv- styrisflokkurin vil vera vid. Um ikki vera 18 tingmenn aftan fyri samgonguna Tey samráddust allan leyg- ardagin, og samráðingarnar byrjaðu aftur tíðliga måna- morgunin, men tá var ein flokkur minni við í samráð- ingunum. Tað var Verka- mannafylkingin sum boð- aði frá, at fylkingin kundi ikki taka undir við lønar- og skattaskerjingaruppskotinu m, men hevði sína egnu ording, sum hinir ikki vildu taka undir við. Mánamorgunin hittust Fólkaflokkurin, Sambands- flokkurin, Kristiligi Fólka- flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin aftur á fundi. Edmund Joensen, for- maður Sambandsfloksins segði við Sosialin í gjár, at nú roknaði hann við at tað fór at eydnast at skipa samgongu. Endaligt boð hevði hann tó ikki fingið frå Sjálvstýrisflokkinum, men hóast Sjålvstyrisflokkurin ikki verður við, er nóg mikið við teimum flokkum , sum eftir eru. Spurdur um Edmund Joensen ikki er eitt sindur ivasamur við fýra ella fimm flokkum í samgongu sigur hann, at einki annað er at gera. -Eina samgongu skulu vit so hava, og frá eitt nú Tjóð- veldis- og Javnaðarflokk- inum hava vit einki hoyrt frá aftur sum bendir á, at teir eru meira áhugaðir nú enn teir vóru á tí eina fundinum vit hittust, sigur sambands- formaðurin. Hetta er bólkurin, sum situr og skrivar samgonguupp- leggið. Niels Pauli Danielsen fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Tordur Niclasen fyri Miðflokkin, fólkafloksmenninir Óli Breckmann og Bjarni Djurkolm, og sambandsmenninir Edmund Joensen og Bjørn á Heygum, men… Myndir: Kalmar … Spurningur hevur verið um Sjålvstyrisflokkurin vil vera við. Í gjár fyrrapartin var Helena Dam á Neystabø eisini vid í bólkinum, men tá vit høvdu samband við hana í gjár seinrapartin, var enn ógreitt hvussu verður við Sjálvstýrisflokkinum í samgonguni. Bólkar arbeiða Í gjár arbeiddu tveir bólkar við hvør sínum høvudsmål- um. Ein við fíggjarmálum, og hin við at skriva eitt samgonguupplegg. Edmund Joensen heldur seg nú kunna siga, at ein samgonga er komin undir land, og at samgonguskjalið helst verður undirskrivað í vikuni. Hesir arbeiða við fíggjarmálum. John Petersen, Álvur Zachariassen, Jákup Olsen, Finnbogi Arge og Tordur Niclasen. Til AlfredKlein á 75-ára degnum 22. august 1994 Sært tú mann so kvikan ganga, brattan stíggj og rás so langa, upp um fjøll — so drúgvan tein, — er tað mangan Alfred Klein. Sært tú mann so drúgvan standa, tá ið skip við bryggju landa, flyta fisk á hvíslatein, er tað mangan Alfred Klein. Sært tú mann við skili tala, har sum menn um >Hornið< mala, steðga á við hvíldarstein, er tað mangan Alfred Klein. Fróður vart tú allar dagar, veitst so væl um bygd og fjall, um stød og seyð og sýgur glaðar, um bg og ong og búnan hjall. Heilsaður á veitsludegi, nú tú fert um sjeytifimm, ynskja vit tær gleim og gleði, lív og heilsu, sól í sinn. Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag