týsdagur 23. august 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin |
HB ætlar
Skotarnir eru borgan fyri góðum
undirhaldi á Svangaskarði í kvøld
Í kveld klokkan 18 fáa før-
oyingar aftur høvi til at
síggja føroyskt lið royna
seg í altjóða høpi. Tá hava
HB og skotska liðið
Motherwell sett hverjum
ødrum stevnu á Svanga-
skarði. Talan er um seinna
dystin í innleiðandi umfari-
num í UEFA kappingini.
Skotarnir vunnu fyrra dyst-
in 3-0, og alt talan fyri, at
teir sleppa at halda fram í
kappingini. Men HB ætlar
ikki at geva seg uttan nakað
sum helst:
— Vit stóðu okkum væl
har niðri, og eg rokni við, at
vit fara at standa okkum lika
væl og helst betur í kvold.
Vitætla okkum undir øllum
umstødum at gera okkara ít-
arsta í royndini at skapa
undirhald, sigur HB for-
maðurin, Gunnar Mohr,
sum saman við Sigfríði
Clementsen skal spæla í
fremstu rød og royna at fáa
mál.
— Vit vilja so ógvuliga
fegnir skora minst eina ferð.
Jóannes Jakobsen hevur
sagt, at vit spæla fyri at
vinna, og tað gera vit sjálv-
andi. Um tað skal eydnast,
so mugu vit fáa í minsta lag-
ið eitt mál. Tað fara vit í
ålopinum at arbeiða fyri. So
fáa vit at síggja, hvat
Jóannes og hinir gera í hin-
um endanm. Megna teir at
halda tætt, og við skora, ja
so vinna vit, heldur ein opti-
mistiskur og fryntligur for-
maður fyri.
Væl fyri
HB er væl fyri. Teir hava
allar leikarar tøkar, sum
vóru við móti sandoying-
um, og har aftur at eru Jan
Dam og John Heri Dam eis-
ini við. Rokna verður við, at
uppstillingin verður henda:
Kaj Leo Johannesen -
Grímur Vang, Jón Dahl,
Jóannes Jakobsen, Andreas
F. Hansen, Niclas Johane-
sen - Julian Johnsson, Jan
Dam, Rúni Nolsøe - Sig-
fríður Clementsen, Gunar
Mohr.
Hans Thomassen og Hans
Petur í Brekkunum hava
verið fastir menn í longri
tíð, men hvørgin teirra er
førir fyri at spæla. Hans
Thomassen hevur verið
sjúkur. Hann royndi seg í 3.
deild sunnudagin, men
noyddist at fara úr. Hans
Petur hevur trupulleikar við
økslini. Hann fekk skaðan
næstseinasta sunnudag
móti GI.
12. maðurin
Gunnar Mohr dylur íkki
fyri, at tað hevur stóran
tydning fyri HB, at áskoðar-
arnir taka undir við teimum.
Í fjør vóru bara 70 gjaldandi
áskoðarar til dystin, sum
HB spældi á Svangaskarði.
men tá vóru umstødurnar
kanska eitt sindur undarlig-
ar. Tað var sum spenningur-
in fór burtur, tá lettarnir ikki
móttu til fyrra dystin.
— Áskoðararnir hava stór-
an tydning. Móta eini 600
fólk upp og taka á við okk-
um, so hevur tað stóran
tydning fyri avrikid hjá
okkum inni á vellinum. Eg
rokni við, at havnafólk í
stórum tali koma inn á
Svangaskarð. Skilabørn
sleppa ókeypis inn, og ivast
foreldur í, um tey skulu lata
børnini fara so langt, so er
bara at fara við teimum.
Eysturoyingar eru trú-
fastir at møta upp og hyggja
at okkum, tá vit spæla í
Eysturoynni, og eg rokni
við, at teir eisini møla upp í
kveld. Veðurvánirnar eru
góðar, so alt talar fyri einari
góðari løtu.
Gunnar Mohr er ikki
blindur fyri, at tað eisini
hevur fíggjarligan týdning
fyri teir, at fjøldin kring
vøllin er hampuliga stór.
Um tað koma 600 fólk, so
renna 48.000 krónur niður í
HB kassan, og tað er íkki
týdningarleyst hjá føroysk-
um fótbóltsfelag.
Vit ynskja HB formanni-
num og hansara monnum
Skotarnir eru ikki
hvor sum helst
Spæla reinan, beinleiðis, málsóknan
og undirhaldandi fótbólt
Tað verða ikki bara før-
oyskir áskoðarar á Svanga-
skarði í kveld. Havnafólk,
sum ivast í at fara inn á Toft-
ir, kunnu taka til umhugs-
unar, at umieið 50 áskoða-
rar úr Motherwell vóru við í
ferðalagnum, tá flogfarið
hjá Atlantsflog lendi við
skotska hópinum í gjára-
morgunin!
Motherwell hevur leikt
tveir dystir síðani HB var
har niðri. Í tí fyrra, sum var
fyrsti landskappingardyst-
urin í ár, taptu teir 2-1 móti
Brian Laudrup og Rangers.
Í mun til hvat HB megnar er
hetta sjálvsagt gott avrik,
men taðer ikki gott í mun til,
hvat Motherwell megnaði í
fjór. Tá vunnu teir báðar
dystirnar móti Rangers.
Seinasta leygardag var
Motherwell á heimavølli
móti Hearts, sum teir taptu
móti. Tier einki at siga til, at
lagið er ikki meiri enn
passaligt, nú teir eru í Før-
oyum.
Hópurin býr í Havn, og
teir skuldu venja á gras-
vellinum við læraraskúlan í
gjårkvøldid klokkan 18.
Umstødurnar å Svanga-
skardi kenna teir eitt sindur
til, ti hjålparvenjarin, Emdi
Watson, hevur verid i Før-
oyum og kanna vidurskift-
ini. Hann sá HB spæla móti
NSI fyri nøkrum vikum síð-
ani.
Motherwell hevur ikki
nógvar altjóða royndir. 3.
plássið, sum teir vunnu í
landskappingini í fjør, er
tað besta teir nakrantíð hava
nátt, og teir eru tískil nýggir
í Europa Cup.
Undirhaldandi
Áskoðararnir kunnu rokna
vid undirhaldandi dyst.
Skotarnir spæla beinleiðis,
teir spæla skjótt, hava góð-
an båltførleika, og teir nýta
nógv at koma ígjøgnum í
síðunum og so innlegg.
HB leikaramir dáma væl
at spæla í móti teimum, tí
teir spæla reinan fótbólt.
Teir eru raskir og sterkir,
men teir halda seg altíð á
máttuni, tá tað ræður um
reglarnar, spælt verður eftir.
Liðið er ikki samansett av
kendum leikarum. Tá HB
var har niðri var tað heilt
týðuligt, at best dámdi leik-
arin var Tony Coyn, írski
álopsleikarin, sum var á
írska landsliðnum í HM
kappingini í USA. Hann
skoraði eitt av málunum
alt tað besta, og gleða okk-
um til, at síggja eitt føroyskt
mál á Svangaskarði!
móti HB. Stendur tað til HB
fær hvørki hann ella nakar
annar úr Motherwell mál í
kveld. Hvat skottarnir siga
til tað, fæst at vita í kveld
klokkan 18! -nn-