Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 159 — 24. AUGUST 1994 Tíðindablaðið ED | Lesarabrøv i Latið Teknisku skúlunum jåttanina Ein rakstrardagur - skuladagur Eg minnist um ein skúladag, at rakstur skuldi vera. Vit fóru inn á rættina, sum vit vóru vanir at gera. Meðan vit eru á rættini, um seyðin hugsa vit bara, og eitt tað hava vit gloymt — vit skuldu í skúla fara. Tá ið vit komu í skúlan inn, alt tyktist vanligt at vera. Lærarin letst sum einki var — og skúlating vit gera. Tá skúladagurin liðugur er og útsangur man vara, halda vit ogum ytst við dyr — vit siga farvæl og fara. Men lærarin — nú rópar hann, tit báðir komið aftur. Í dag hevur skúladagurin hjá tygum verið lættur. Skúladagurin hjá tygum ov stuttur hevur verið. Tit sita báðir eftir í dag — Ja, tað verður tað, eg geri. Báðir skóru í sjóheitan grát — og ljóð í lofti hongur. At enda rópar lærarin, farið, eg orki ikki longur. Glaðir til húsa fara vit — skúladagur var av. Komandi skúladagar umleið svaraðu til sítt krav. Hetta var tann einasti dagur, ið vit eftir sótu. Aftaná hesa ferð vit helst hvørki skeldaðir vórðu ella grótu. J. Hús í Sorvági 36 áragomul hús í Servági til solu, bert við at yvirtaka lánini. Føroya Sparikassa 120.000,- kr. Húsalánsgrunnurin 105.000,- kr. Húsini eru í tveimum hæddum. Grundstykki er 838 m?, hartil vegur til húsini 60 m?. Góðir møguleikar at byggja út. Húsini standa mitt í bygdini. Skriva til: Sosialin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. A-1 Las í Dimmalætting leygar- dagin 20/8 viðmerking frá Før- oya Handverksmeistarafélag um Ung í arbeiði og tann pen- ing, sum er játtaður til hetta endamál. Eg haldi, at flestu av Ung í arbeidi-tiltøkunum eru góð og kunnu geva ungum hugskot um, hvat tey kundu hugsa sær at fingist við í framtíðini. Føroya Handverksmeistara- felag saknar, at tey ungu siga sína hugsan um hetta tiltakið. Her eru so nakrir tankar, ið eg sum ungur havi um hesi viður- skifti. Tað er púra rætt, at vit ungu halda at Meistarafelagið eru nakrir gamlir menn, sum onki skil hava fyri, hvat vit ungu kundu hugsa okkum at fingist við í framtíðini. Vit eru fleiri, sum kundu hugsa okkum at fingið lærupláss, men hesir gomlu menninir hugsa bert um at lærlingarnir skulu vera bílig arbeiðskraft hjá peningagrísk- um meistarum. Eg haldi ikki, at tað skulu játtast nakrir peng- ar til nakran meistara, tí tíðin er farin frá hasum gomlu meistar- um, tað má hugsast nógv meira moderna nú, tá tað snýr seg um at blíva handverkari. Mítt upp- skot er, at størsti parturin av hasum 10 milliénunum, åttu at verði játtaður til teir teknisku skúlarnar, so hesir kunnu halda fram at útbúgva teir næmingar, sum byrja í tí nýggju SIT-út- búgvingini, sum er ein góð og tíðarhóskandi útbúgvng. Skúl- amir hava lærarar, sum væl kunnu skipa fyri, at nógv ung kunnu fáa eina góða kompe- tansugevandi útbúgving og eitt sveinabræv. Við hesi barlast ber væl til at fara út í heimin at søkja sær arbeiði ella víðari út- búgving, nú so lítið er at gera heima í løtuni. ungur A ——i€— Hvussu virkar sanering? Líka síðan Kósavirkið bleiv koyrt á tvang, havi eg hugsa um, hvussu sanering virkar í Føroyum. Hví onkur feløg blíva sanerað og onnur ikki, hví onkur feløg blíva koyrd á heysin og onnur ikki. Sjálvur haldi eg, at fjølmiðlarnir hava gjørt at ov lítið við hetta álvars- mál, her er alt ov lítið komið fram í ljósið,. og tað er at fílast á. Tað kann ikki bera til at summi feløg fáa næstan alla skuldina strikada og onnur fáa einki. Avleiðingin av førda politikkinum er, at øll feløg mugu fyrr ella seinni sanerast,. fyri á tann hátt at gerast kapp- ingarfør. Líla fyri lógini Saneringin tók ordiliga dika á seg, táið fyrst skipini og síðani flakavirkini blivu sanerað. Síðani eru fleiri handilsbygn- ingar blivnir saneraðir, teir størstu munnu vera Litaval og SMS, men tað løgna í øllum hesum her, er at tað ikki eru øll, sum eru líka fyri lógini. Summi feløg eru blivin sanerað og onnur eru blivin koyrd á tvang, har eigararnir hava mist alt og nakað væl afturat. Hvønn poli- tikk bankarnir hava ført, er eitt sindur torført at fáa eyga á. Eitt annað er, hvussu bankarnir hava prioriterað hvert felag sær, hava teir prioriterað tey feløgini, sum hava skylda mest, at tey skulu vera opin ella hava teir prioriterað eftir fólki, umsetningi, undirskotið ella hvussu hava bankarnir priori- terað. Hetta skuldi komið nógv meira fram í ljósið, enn tað hig- artil er komið. Stóruppsagnir Grundgevingin fyri at SMS bleiv sanerað við 20 mill. kr., var at felagið fyrst av øllum ikki kundi bera ta stóru byrðu long- ur. Ein onnur orsøk var, sum Hans Mortensen segði, at um- leið 150 til 200 fólk blivu ar- beiðsleys, men hasa grundgev - ganga eftir, tí tá ið Kósavirkið bleiv koyrt á tvang, bleiv sama tal av fólkið blaka út í arbeiðsloysi og har aturat stóð Kósavirkið í munandi minni peningi enn SMS. Her kemur so tann stóri spurningurin, hví eru gl ikki líka fyri lógini? Símun á Høvdanum A Q[ ||>—— —B———— Aftur at grabba i landskassanum Skallutar 226 milj. kr. var før- oyska uttanlandsskuldin, tá ið javnadarlandsstyrid i 1988 legdi frå sær og handadi yvir allar = hugsandi almennar grunnar á tremur við peningi. At samlaða uttanlandsskuldin var so ógvuliga nógv størri, vita vit. Ikki minni vistu teir borgar- ligu hetta. Niðurlag teirra tá var ikki so nógv hetta við kostnadarstødinum, men tíð- liga og seint var meylað um okkara kredittvirði, almenna kredittvirði Føroya. Ligið var frá borgarligari síðu, tå sum altíð, framvið eftir at fáa privatu skuldina yvir í landskassan, og hver minnist ikki, hvussu teir, tá teir sluppu framat, og eftir ongari tíð tømdu mestsum allar almennar grunnar til fjákalótir av alra handa slagi. >Kredittvirðið< varð tá so bukað niður í heysin á fólki, at tað var mestsum at fáa fúlastu timburmenn av. Teir gloymdu tó tá at fortelja fólki, at tað sum tá stóð til, kundi vera lílamikið fyri fólki við einum enn betri almennum kredittvirði, men gott umboð hjá fólkafloksmatadorum og ødrum til framhaldandi at lána okkum út á sjógv ella til at fáa vitleysu privatu uttanlandslán- ini umløgd, nú útlit vóru fyri, at tað fór at sansa at. Hetta, og aleina hetta var endamál teirra við meylinum um betri »alment kredittvirði.< Attað so spælandi eydnaðist teimum at fáa alla privatu skuldina í landskassan, og eftir so stuttari tíð, var bara so mikið syndarligari. Nýggja niðurlagið hjá hes- um garpum er nú »kostnadar- stødid«, sum skal nidursetast so ella so — og heilt vist við lóg, lénum viðvíkjandi. Endamálið er tað sama sum við sjabbinum um almenna kredittvirði okk- ara á sinni — enn einaferð at fáa landskassan og harvið lønm6t- takararnir at gjalda gildið, bumba okkum aftur í stein- øldina sum upplýst og solidar- iskt samfelag. Legið, atteir ikki bara klintra upp aftur í trøini. ? Fyrrv. borgarligur A —wannn Vána blaðmannáavrik Tað fer niður um øll lågmørk, tá ein spentur setist at lesa um- mælið um dystin Mother- well-HB og yvirskriftin við stórum stavum er >HB nær við 2-1«. Hannnáði meg tó, hj., visti tú Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahusinum »Etfata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11. Telefon/teletax 17597 og is islax 41992, skrivitele- fon tlf. 0123 og bið um 16929 eila 41792. ikki at Motherwell vann 3-0? Og um HB so hevdi 40 mål- møguleikar og hinir bert 3, so endaði dysturin ikki 2-1 men 3-0. Við bert at rósa okkara spæl- arum uttan grund, koma vit aldrin upp um aftasta pláss í fótbólti. Til næstu ferð, verð Snorri Tað fer niður um øll lågmørk, tá ein spentur setist at lesa um- mælið um dystin Mother- well-HB og yvirskriftin við stórum stavum er >HB nær við 2-1e. Hann náði meg tó, hj., visti tú ikki at Motherwell vann 3-0? Og um HB so hevði 40 mál- møguleikar og hinir bert 3, so endaði dysturin ikki 2-1 men 3-0. Við bert at:rósa okkara spæl- arum uttan grund, koma vit aldrin upp um aftasta pláss í fótbólti. Til næstu ferð, verð neira realistiskur enn uggandi. Snorri