Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

et Er rr: UR rs Sida 16 Oli Jacobsen, tingmadur, um samgonguuppleggið: Nr. 161 — 26. AUGUST 1994 | Ikki grundarlag fyri at peningurin kemur inn aftur Viðmerkingar til notatið hjá landsbankanum um eina lønar- og skatta- lækking Eg havi nú hugt eftir hesum útrokningum og fyritreyt- unum fyri teimum. Niður- stødan er tann, at her eru fyritreytir sum ikki halda í talvunum 3.1 og 3.3. Í teirri fyrru åtrokningini verður gjørt upp ávirkanina á almennu kassarnar av eini lønarlækking, og í teirri seinnu verður gjørt upp hvussu nógv arbeiðspláss skulu til fyri at fáa endur- gjald fyri tann miss sum kassarnir fáa av hesi lønar- lækking. Størsta mistakið er, at ar- beiðsloysisskipanin í báð- um fórum verður roknað sum ein „almennur kassi“ Hetta er púra skeivt. ALS er fullkomuliga óheft av landskassanum, og tí vil ein lønar- og skattalækking fyri ALS koma ALS og íkki landskassanum til góðar. ALS hevur annars ríkiligt at brúka henda pening til Lutvíst skal útgjaldið end- urskoðast. Lán eru at gjalda aftur. Og skuldi tá nakað verið eftir verður tað nýtt til at konsolidera ALS evt. at lækka gjaldið aftur til tey 2%, sum vóru galdandi upp- runaliga. Tað einasta landskassin kann spara er ein minni út- reiðsla á forsorgarlógini til arbeiðsleys. Hetta útgjald var í 1993 19 mill. Sparing er ikki við í hesi útrokning, men hetta broytir tó ikki avgerandi uppá nidurstød- una. Teir kassar talan kann vera um at rokna uppá eru landskassin og kommunu- kassarnir. Og tað er greitt, at landskassin skal halda kommununar skaðaleysar av hesi skipan. Og tí hevur tað bert tydning hvat id kemur inn og út úr lands- kassanum. Eitt annað er, at brúk- arafíggjaðir altnennir stovn ar í fyrru talvuni innganga í útrokningini sum fult út al mennar útreiðslur, og tí kemur „Ignar- og skatta lækkingin“ at verða spard inn aftur í fult mát So einfalt er tað neyvan Taka vit td. telefonverkið, so verður hetta koyrt óheft av landskassanum, og evt. lønarsparingar her koma bert telefonverkinum til góðar. Bert í hesum førinum er talan um einar 5 mill. Taka vit t.d. útvarpið er tað als ikki á fíggjarlógini og sjónvarpið er við 1 millión. Henda milliónin kann sjálv- sagt sparast, men hon um- boðar bert ein lítlan part av lónarútreiðslunum hjá sjón- varpinum. Skuldi lands- kassin inndrigið sparingina hjá hesum stovnum vildi tað stítt móti ætlanini við øllum „projektinum“, nevniliga at kostnaðarlækkingin skal slåa igjøgnum í øllum lið- um Í míni útrokning niðan- fyri havi eg sett almennar stovnar inn við hálvari spar- ing Um vit nú endurskoða talvu 3.1. út frá hesum for- treytum og vit hyggja eftir tí partinum av talvuni sum snýr seg um eina lønarlækk- ing uppá 10%, so verður nidurstødan fylgjandi Nettotap Samlað nettotap fyri 10% Umroknað til 12% Henda upphæddin skal sammetast við tær góðar 180 mill. sum hevur verið uppgivið at vera kostnað- urin av hesi skipan í fyrsta umfari. Í seinnu talvuni verður mett, at 1000 nýggj arbeiðs- pláss, við ringvirkningum 1358 arbeiðspláss, koma at geva 172 mill. í almennu kassarnar. T.v.s. at við hes- um tali av arbeiðsplássum eru tær umtalaðu 180 mill stórt sæð komnar aftur í kassan Men av hesum umboðar ALS tær 68 mill. so veru- liga talið verður 104 mill Henda talva sigur eisini, at hvert nýtt kemur at eeva kr. 65.000 í arbeiðspláss neyðug meirfígging samb. talvu + ALS verður ikki roknað almenn + Tað sama fyri 1/2 av almennum stovnum beinleiðis skattum og kr 10.000 í óbeinleiðis skattum eyka, ella tils. kr. 75.000. Taka vit nå og dividera tær 228 mill. kr. vid kr 75.000 síggja vit, at tað skuldu samb. hesum fyri- treytum 3.040, runt roknað 3.000 nyggj arbeidsplåss, áðrenn henda .iløgan í framtíðini“ er goldin aftur Leggja vit nú tær 32 mill sum eru lovaðar í skatta- lætta afturat teimum 228 mill. koma vit uppá 260 mill. og nú skulu vit hava 3.500 arbeiðspláss, áðrenn her er talan um javnvåg. So kundu vit rokna uppá hvat fígging til hesa skipan vil kosta í rentum og av- drøgum, og so koma vit hægri upp. Men tað er av- gjørt einki sum bendir á, at henda skipanin fer at svara seg sjálva aftur. Og tað sum er lagt fyri flokkarnar bend- ir heldur ikki á tað. Heldur er tað tvørtur ímóti Her kann bert verða víst til ta frågreiding, sum ser- frødingar innan vinnugkið hava latið av hondum. Her verður mett, at við eini 10% 151 mill. kr 28 mill. kr 11 mill. kr. 190 mill. kr 228 mill. kr lønarlækking er tad realist- iskt at rokna vid 3-400 nyggjum arbeidsplåssum. Hesi koma at geva 20-30 mill. av sær í landskassan Í sama skjali verður mett, at við eini 40% lønarlækk- ing fåast eini 2.000 nyggj arbeidsplåss. Sjålvsagt eig- ur tad at gerast sum kann gerast fyri at útvega hesi arbeiðspláss. sum kunnu koma at geva 150 mill meira í kassan Men ætlanin hjá komandi samgongu er ein samlað lønar-skattalækking uppá 20% og afturat hesum verð ur tosað um lætta í ymsum avgjøldum uppá 8%. Her er tískil talan um eina samlaða ætluðu umfordeiling umleið 500 mill. kr At fáa javnvág í við hesi upphædd kreyst 6.000 nýggj arbeiðspláss Stutt sagt kann sigast, at samráðingar, sum verða førdar á hesum grundarlag- num ikki hava minsta sam- band við veruleikan Oli Jacobsen uppí Tíðindablaðið (SK Beinleiðis ávirkan r Avnotatinum frå Lands- bankanum , Notat um eina lønar- og skattalækk- ing“ sæst, at 10% løn- arlækking krevur 1190 nýggj arbeiðspláss á 180.000 kr. um árið, skal tað økta hallið hjá lands- kassanum fáast burtur Tað sæst av omanfyri standandi, at ein bert við sera stórari optimismu kann fáa uml. 1.000 arbeiðspláss tilvega við 10% lønarlækking. Talið liggur kanska meira rea- listiskt uml. 300-400 ar- beidsplåss, t.v.s. roknast må við einum øktum halli uppá uml. 100 milj. kr. Skal hallið fáast burtur við sparingum, verða tey nýfingnu arbeiðsplássini burtur aftur Stødan verður ikki lættari, um talan verður um 40% lønarlækking Tað krevur meira enn 6.000 arb. plåss at fåa tær mistu skattakrénurnar mn aftur. Og sum tað sæst omanfyri. gevur sjálvt ein optimistisk meting ikki meira enn gott 2.000 arb Skal hetta hallið burtur. má sparast minst 400 milj. kr. á alm. rokn skapinum pláss Afturat hesum trupul- leikum kemur, at tað tekur fleiri ár, fyrr enn oll tey møguligu arbeiðsplássini frå lønar- lækkingini eru fingin til vega Hinvegin visa meting- arnar omanfyri, at fri marknaðaratgongd til ES gevur gott 1.500 arbeiðs- plåss innan fyri 3 år Kostnaðurin fyri almennu kassarnar er neyvan stórur, tvørtur ímóti gevur hetta ekta virksemið stóran vøkstur í skattagrundarlagnum. NIDURSTØDA Av omanfyri skrivada sæst, at ein lønarlækking sjålvt ikki yvir fleiri år, gevur nóg nógv nýggj arbeiðspláss til at tær mistu = skattakrónurnar koma inn aftur. Tess stórri lønarlækking tess stórri Ójavni Ta er tó okkara fatan, at allar umrøddu vinnu- greinar hava eina kostn- aðarsparing fyri neyðini skal gongdin í mistum rbeiðsplássum ikki halda fram, og skulu fyri tókurnar koma at bera eg. Møguliga svarar almennar kassar hendan neyðuga kostnaðarsparingin til eina lønarlækking uppá eini 10%. Tey omanfyri nevndu „Onnur tiltek“ hava eisini positiva ávirkan á kostnadarstødid. Vit vilja eisini mæla til, at marknaðaravtalan við ES verður broytt, so vit fáa fría atgongd til ES- marknaðin við øllum verum framleiddum í Føroyum. Hetta hevði givið nógv nýggj arbeiðspláss og hevði harvið eisini skapt rúmd í almennu kassunum fyri at lækka kostnadarstødid Ein Jlønar/kostnadar- lækking kann fáa fólk at fáa trúgv á framtíðina og tí vilja gera fløgur, sum so vilja geva arbeiðspláss. Við lønarlækking/ kostnadarlækking — fær vinnan møguleika at konsolidera seg og sostatt gera verandi arbeiðspláss tryggari Tórshavn 3. august 1994 Bjarni Olsen Leivur D. Michelsen Óli Samró Jákup Mørkøre Kristoffur Laksá Arne Poulsen