týsdagur 30. august 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 163 — 30. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin ]
2. deild, menn:
z
KI-HB 1-2 (1-1)
Tað sær svart út hjá KÍ.
Heimadysturin móti HB
var ein teirra, sum skuldi
vinnast, um plássið í
deildini skal varðveitast.
KÍ tapti, og um teir í
síðsta enda resta eitt stig
ella tvey fyri at bjarga
sær, so kunnu teir hugsa
aftur á møguleikarnar,
teir søpladu burtur síðsta
hálva tíman leygardagin.
- HB kom fram um 2-1 í
fyrsta minuttinum eftir
steðgin. Teir saman-
spældu einar tjúgu ferð,
eingin — klaksvikingur
nart bóltin, HB fór
fgjøgnum í vinstru, Ivan
Weihe legði út frå til
Jørgin Meitilberg, sum
smekkaði í netið.
Uppspæli til málið
var nett hitt sama, sum tå
KÍ hevði javnað fimm
minuttir undan steðg-
inum. Tá var tað Eddie
Bertholdsen (dýstar-
venjing í 2. deild eftir at
hava verið skiftisleikari í
1. deild fleiri umfør),
sum setti innaru síðuna á
innlegg út frá baklinjuni í
vinstru.,
HB hevði leikliga yvir-
vág fyrsta korterið av
fyrra umfarinum. Hesa
løtuna høvdu teir einar
Wíggjar heilt stórar
møguleikar, sum vórðu
skammiliga misbrúktir,
men tá 23 minuttir vóru
Frá
Nógvir mál-
møguleikar
— men bert
try mål
leiktir, fingu teir hol á.
Regin Reinertroyndi seg
við langskoti, málverjin
Gunnar á Steig tveitti
seg, men bólturin varð
rættaður av og sigldi om-
an fyri liggjandi mannin
og í netið.
Klaksvíkingar = áttu
seinnapatin av fyrra
hálvleiki, og tann sein-
asta hálva tíman var bólt-
urin so at síga ongantíð á
KÍ hálvuni. Teir spældu
segeisini til møguleikar í
rúgvuvís, men mál fingu
teir ikki.
Tað var nær við, tá
tveir álopsleikarar vóru
einsamallir við Martini
Petersen, og tað var upp
aftur nærri, tá verjuleik-
arin Heini Hansen, sum
fór í álopið síðstu løtuna,
dró fram við málverj-
anum, men tað gjørdist
ov spískt, og so var tann
møguleikin burtur.
»Nær ved og næsien
skyder ingen mand af
hesten«, sigur ordatakid,
og tað måtu klaksvík-
ingar sanna. Sidstu løt-
una kom ein gamal kenn-
ingur í Klaksvík á vøllin.
Oddbjørn Joensen er
venjari hjá HB, og tá
tveir minuttir vóru eftir
kom hann inn. Tað
mundi mest vera fyri at
draga tíðina út og fáa luft
í áganginum frá heima-
liðnum, og tað eydnað-
(-nn-)
Foroya
Landsskjalasavni
Frá 1. september er
LESISTOVAN opin soleiðis:
Månadag og týsdag kl. 11.00—19.00
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
STONGT
kl. 11.00—19.00
kl. 11.00—16.00
STONGT
Føroya Landsskjalasavn
Debesartrød - Tlf. 16677 - Fax 18677
TB vann dystin í Fuglafirði, og harvið er ÍF so gott
sum fokið úr 1. deild
Fuglfirðingar
Mynd: Janus Joensen
eru foknir
TB vísti ÍF durafjóðringin, tá teir ætlaðu at bjóða av í
kappingini um at sleppa undan niðurflyting
1. deild, menn:
IF-TB 1-2 (1-2)
Fuglfirðingar mugu lata sær
lynda, at teirra besta lið
komandi ár spælir í 2. deild.
Onkur helt fyri eftir tapið
móti TB, at nú er neyðugt at
fáaáua stig fýra tey seinastu
umførini. Hetta er lítið
sannlíkt, men skuldi tað
komið soleiðis fyri, so er tað
langt frá víst, at tað er nóg
mikið fyri at varðveita
plássið.
Og tað er kanska gott tað
sama. Við hasum liðnum er
tað meiri spennandi at stríð-
ast um oddasess í 2. deild,
heldur enn at vera í bestu
deildini. Avrikini ÍF liðið
hevur víst síðani summar-
steðgin bera boð um, at
dygdirnar eru ikki nóg góð-
ar til 1. deild.
Aftur hesa ferð var tað
staðfest. Tað eydnaðist illa
at koma í vandamikil álop,
og tá tað onkra ferðina
eydnadist at koma igjøgn-
um í síðunum við líkinda
innleggi aftaná, so vóru tað
miðvallararnir, ið fóru út
um og løgdu innfyri.
IF hevði móti TB tveir
høvudstrupulleikar. Annar
var, at álopið ikki megnaði
at slíta seg leyst av eftirans-
ingunum hjá Bjarna Mort-
ensen og Karl Øster, og hin
var, at vongverjarnir røktu
sinar uppgåvur alt ov våna-
liga.
Umframt vånaligan
álopspart, so vóru eftirans-
ingarnar ein býur í Russ-
landi, serliga í høgru, har
toppskorarin hjá TB, Magni
Petersen, í 1. hálvleiki ferð
eftir ferð var fullkomuliga
blankur, tá TB royndi at
mynda álop.
Opið beinanvegin
Talan var ongantíð um
dyst, har hugflogsríkt fót-
bóltsspæl var í hásæti. Tað
stóð nógv upp á spæl, og tá
verður ofta talan um stríð,
og soleiðis var tað eisini
hesa ferð. Midvøllurin var
tættur, at tað var torført at
fáa tak á eitt tvey saman-
spæli.
TB hevði meiri hóttan á
toppinum, har Birgir Jørg-
ensen og Herman Morten-
sen fluttu seg meiri og fyltu
meiri, enn teir báðir ÍF
álopsleikararnir. Og so
høvdu teir góðar stuðlar í
Magna Petersen og Boga
Johannesen á vongverj-
unum.
Longu fyrstu løtuna vóru
fleiri opnir målmøguleikar.
Td. hevði Abraham Han-
sen góðan møguleika eftir
gott uppspæl í høgru og
tvørtur um, og í hinum end-
anum fekk Óli Johannesen
møguleikan eftir at fleiri
høvd høvdu verið á eftir
horna. Báðu ferðirnar fór
royndin uttanfyri.
F fekk næstan mál, tá
annars tryggi Rolf Christen-
sen óneyðugt leyp langt út
úr málinum. Roy Róin lyfti
upp um seg sjálvan og fleiri
við- og måtstødumenn,
men Rolf náddi akkurát aft-
ur og fekk sneitt bóltin úr
málinum og til horna.
Málini
TB kom á odda, tá 26
minuttir vóru leiktir. Tórur
Holm sendi fríspark ein
metur uttan fyri brotsteigar
samankomingina í vinstru í
handara stólpa og í kassan.
Vakurt skot, men málverjin
stóð aftan fyri manngarðin í
staðin fyri at verja tann
partin av málinum, har út-
sýnið var frítt.
Uppspælið hjá ÍF var oft-
ast merkt av ov lítlum toli,
men í 33. minutti fór bóltur-
in frá manni til mann einar
seks ferðir, áðrenn Ábra-
ham stakk fram eftir mið-
ásanum til Símun Eliasen,
sum var púra leysur og
skoraði flatt, tá Rolf leyp út.
Gleðin vardi bara fimm
minuttir. ÍF er á veg í álop
og missir framman fyri
miðstrikuna, Bogi Jo-
hannesen dregur 20 metrar,
spælir Herman Mortensen í
høgru, sum lyftir tvørtur um
til Magna Petersen, id er
púra leysur í vinstru og
skorar umvegis handara
stólpan.
Misnýttu nógv
Annars høvdu bæði liðini
næskar royndir fyrra um-
farið. Hin besta hiá ÍF var
tá Bartal Eliasen (góður
miðverji) royndi seg úr 40
metra fjarstødu, men Rolf
Christensen fekk sligið á
stólpan og út. Besta royndin
hjá TB var, tá Birgir Jørgen-
sen stútaði frísparksinnlegg
úr høgru í tvørtræid og upp-
um.
Seinna umfarið royndi ÍF
at trysta, men neyvleikin var
ov lítil, leikararnir fluttu seg
ov lítið, og tað stóðust bara
onkrir møguleikar burturúr,
sum Rolf kláraði stak væl.
TB var vandamikið í
snarálopum. Eina ferð vóru
teir tríggir móti Torkili Han-
sen. Jákup Helgi Egholm
hálvbjargaði skotroyndini,
men tá retururin støkk til
Herman Mortensen, sendi
hann úr stuttari fjarstødu
oman fyri málið, sum var
tómt, tí málverjin lá sker-
flatur.
Men tað hugsaðu tvørå-
menn á og kring vøllin ikki
um, tá dómarin eftir 50 min-
uttir bríkslaði av. Aldurs-
forsetin verður eisini kom-
andi år at hitta, har tað sømir
seg honum. ÍF noyðist nið-
ur, men við atliti til, hvat
tilfar hini feløgini hava at
borðreiða við, so verður tað
neyvan til meiri enn at
venda. -nn-