Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 163 — 30. AUGUST 1994 Síða 15 Tíðindablaðið VB situr sera trygt á trúnuni 2. deild, menn: VB-FS Vágar 3-0 (1-0) Toppuppgerðin í Vági leygardagin endaði við fult uppibornum sigri til betra liðið, og við hesum báðum stigunm slerdi VB sítt pláss á tninuni fast. Serliga í fyrra hálvleiki sat VB á dystinum og loyvdi ongantíð FS Våg- um at spæla sítt spæl. Kjansimir vóru heldur ikki so fáir hjá VB undan steðginum, men tó bar bert til ta einu ferðina, tá John Eystberg eftir skjótt mótálop fekk fatur á bóltinum inni í brotsteig- inum hjá gestunum og aði FS Vágar við, og av í sama legði VB seg eitt sindur longur aftur á vøllin, fyri at satsa upp á mótálop. Tað eydnaðist eisini væl, tí burtur úr hesum fekk VB tvey mál aftrat, meðan FS Vágar ongantíð megnaði at koma á máltalvuna. Tá eitt korter var eftir slapp Egil Steintórsson avstað, og á brotsteigar- markinum sendi hann bóltin í handara málhorn til 2-0. Eftir hetta royndi FS Vágar at trýsta, men ikki eydnaðist at fáa nak- að burturúr, meðan tað hinvegin eydnaðist VB at fáa enn eitt mál fimm minuttir fyri tíð, tá Pól Thorsteinsson fór ein- samallur fgjøgnum. Størsta kjansin høvdu vágamenn tidliga í seinna hálvleiki, men honum tók Bjarni Jo- hansen í VB-málinum sær av við frálíkari fót- paraðu. . + Munurin áliðunum var millum annað tann, at VB helt fast við taktikkin -- serliga defensiva partin av honum — og tí komu vágamenn ongantíð av álvara inn í dystin. (hj.) HB kundi saktans havt fingið meira Meðan EB/Streymur hevdi einans málkjans allar 90 minuttirnar í dystin- um í Streymnesi sunnudagin, heuði HB hinvegin væl fleiri enn teir tríggjar, ið góvu málini — serliga í seinna hálvleiki átti HB at havt fylt sær skjáttuna 1. deild, menn: . EB/Streymur-HB 0-3 (0-2) HB heldur enn tøm, og líkt er til at havnarmenn ætla sær at geva GÍ ein skarpan gang í kappingini um fóroyameistaraheitið hesa- ferð. Bert eitt stig er á muni millum liðini, og eftir hetta umfarið, har GÍ vann á B71, er gloppið niður til nærm- asta kappingarneytan vorð- ið enn størri. Hesaferð gjørdi HB sítt við at vinna á EB/Streymi á skervvøllinum í Streym- nesi. Tað gjørdist ein sigur við wimum málum móti ongum, men hann kundi saktans verið væl størri — eini tvey mál aftrat høvdu ikki gjørt úrslitið minni sambæriligt við tað, ið fór fram á vellinum. Fyrra hálvleik fylgdi EB/- Streymur hampuliga væl við, men uttan at tað kortini var nakar sum helst ivi um, hvat var betra liðið. Tað var eisini í fyrra hálvleiki, at heimaliðið fekk einasta kjansin í dystinum, tá Jeffrei Joensen gjørðist rættiliga leysur mót Kaj Leo Johannesen í HB-mál- inum, men so valdi at taka eitt stig aftrat, áðrenn hann skjeyt — og so bleiv tað ov spískt. Undan hesum kjansinum hevði HB longu lagt seg á odda 1-0. Hetta hendi einar tiggju minuttir inn í dystin, tá Gunnar Mohr varð spældur í høgru síðu og lyfti bóltin inn til Eyðun Samu- elsen, ið smekkaði í mesk- arnar við fløtum skoti. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki fekk HB næsta málið, eftir at bólturin hevði jongl- erað millum fleiri í luftini. Tað byrjaði við innkasti í høgru síðu, ið Julian Johns- son forlongdi inn i brots- teigin, har Olavur Høgham- ar skallaði útaftur í síðuni. Har tók Gunnar Mohr ímóti við høvdinum, og sendi bóltin inn til John Hera Dam, ið endaði lufttúrin hjá leðurkúluni við at skalla hana í netið til 2-0. „Something in the air...< Ferð á HB Nógv meira spurdist ikki burturúr í fyrra hálvleiki, men í seinna kom meira ferð á HB, samstundis sum tað nú gekst EB/Streymi uppaftur verri at fylgja við. Hetta førdi við sær, at HB fekk spælt seg til fleiri mál- kjansir, men uttan at fáa nógv burturúr. Størsta kjansin átti Gunn- ar Mohr, tá Jóannes Jakob- sen sendi båltin inn í feltið, har Gunnar Mohr ein metur frá málinum royndi at skjóta. Men Brian Kristen- sen hevði eina góða bjarg- ing, og Gunnar má bíða mestapartin av eini viku, um hann ætlar sær longur upp eftir málskjúttaralist- anum. Umframt hendan kjansin hevði HB eitt nú skot á yvir- liggjaran, og nakrar ferðir noyddust aftastu menninir hjá EB/Streymi at bjarga á strikuni. Eitt mál fekk HB tó aftrat, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki, og enn einaferð var tað Gunnar, ið átti uppleggið, tá hann úti í høgru síðu snaraði sær á og spældi til Grím Vang, ið smekkaði til úr 20 metrum. Bólturin fór inn við handaru stong til endaliga úrslitið 3- 0. (hj.) Vejle fekk ein skáða Tað hevur gingið illa seinastu vikurnar, men í viku- skiftinum eydnaðist aftur at vinna Tað er eitt Vejle lið í, sum eftir summarstedgin ikki hevur rokkið tí, roknað varð við, ið fer á vøllin á Svanga- skarði í annað kveld. Spæl- ið hevur ikki verið nakað at reypa av, og úrslitini hava verið so mikið vánalig, at sannlíkið fyri, at Vejle komandi vár skal vera við í kvalifikatiónsliguni til su- perliguna ikki hevur verið stórt seinastu vikurnar. Í kvalifíkatiónsliguni verða tey bæði liðini í su- perliguni, sum flyta niður í heyst, og so seks tey bestu liðini í núverandi 1. deiid- ini. Sigurin í vikuskiftinum gjørdi, at Vejle kom á 7. plássið. Teir hava sjey stig, og tey trý liðini omanfyri hava øll átta stig. Um Vejle ikki megnar at enda millum tey seks fræg- astu í 1. deild, so spæla teir komandi vár í triðju rgð. Til fyri fáum árum síðani var Vejle í meiri enn eitt tríati ára skeið eitt av flagg- skipunum í donskum fót- bólti. Teir hava vunnið DM fimm ferðir og steypakapp- ingina seks ferðir. At teir møguliga detta nidur í triðju rød er rættiligt fall, tá leidsl- an ikki hevur dult fyri, at teirra mål er komandi summar at koma í superlig- una. Stóð einki til Tað hjålpti eitt sindur upp á støðuna, at teir sunnudag- in vunnu 3-1 móti botnliðn- um úr Holsterbro, men tað stóð einki til undir dystin- um. Botnliðið var á odda, tá tað var hálvleikt, men fyrra partin av seinna umfarinum fekk Vejle ty mál. Brian Christensen skoraði tvær ferðir og Benny Poulsgaard eina ferð. Tað var hesin seinni, sum mátti víkja sati, tá Ossur Hansen stutt undan leikloki kom inn. Tað var fundur við leikar- arnar hjá Vejle h6skvøldid, og sambært donsk fjøl- miðlafólk var talan um kreppufund, har tað varð undirstrikað, hvønn týdn- ing tað hevði at vinna á botnliðnum. Teir báðir dystirnir framman undan vórðu báðir taptir. Fyrst á heimavøll- inum í Nórreskóginum móti oddaliðnum úr Viborg og mikukvgldið í Keyp- mannahavn móti lágt stadda Brønshøj. Urslitini vóru åvikavist 3-0 og 3-2. Misnøgdur vid Sivebæk I donsku pressuni hevur verid at sæd, at Allan Si- monsen ikki hevur verid nøgdur við avrikid, John Sivebæk hevur vist. Hann varð undan kappingarbyrj- an í summar roknaður sum ein av stórstuðlunum í royndini at vinna felagnum sess-aftur í fremstu rød. Men tað hevur ikki gingið sum. ætlað. Í onkrum dyst- um er Sivebæk úkin út, hann hevur verið nýttur í miðverjuni, men í tveimum teimum seinastu dystunum hevur hann verið á vong- verjaplássinum, sum vit minnast hann frá gullliðn- um í åttatiårunum, og hann hevur verið við alla tíðina. Eingir føroyingar Vejle lendir í Vágum við Atlantsflog seinnapartin í dag. Onkur hevur gitt, at teir báðir føroyingarnir, sum umframt Øssur Hansen eru í felagnum, lan Højgaard og Magni á Lakjuni, fóru at vera í ferðalagnum, men tað eru teir ikki sambært yvir- litnum, sum FSF hevur fingið úr Vejle. Teir eru ikki millum 16 teir fremstu í løtuni, og tå Allan Simonsen ivaleyst sær dystin í annadkvøld sum kærkomið høvi at sam- anspæla liðið til dystin móti B93 í Keypmannahavn komandi vikuskifti, so ber ikki til at lata ynskidreymar hjá føroyingum ganga fram um tað, sum tænir felagnum best. Okend nøvn Umframt Sivebæk kom- ast føroyingar neyvan vid nakrar av hinum leikarun- um, sum koma til Føroya. Teir eru: Erik Boye, Brian Christensen, Finn Christ- ensen, Lars Døhr, Klaus Es- kildsen, Kurt Fritsen, Palle Koch, Jan Larsen, Mads Spur-Mortensen, Kim Nør- holt, Alex Nørlund, Lasse Ottesen, Benny Pouls- gaard, Brian Rasmussen, Rene Schmidt og so John Sivebæk. Fótbóltshugaðir — føroy- ingar komast uttan iva meiri vid tveir av teimum, sum annars eru í ferðalagnum. Her verður hugsað um Ejgil Jensen, sum er aðalskrivari í felagnum, og hevur havt so stóran leiklut har í mong ár, at hann verður róptur Mr. Vejle, og so hjálparvenjar- an, Ulrik Thychosen, sum hevur leikt nakrar lands- dystir og gavst á besta liðn- um i fjør. Aftur at oman fyri nevndu eru vid i ferdalagnum Ivan Sørensen, lidleidari, Inge Kjær, lækni og Vagn Damm Pedersen, vødda- mýkjari. -hn-