Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 164 — 31. AUGUST 1994 Sida7 Virkið á Eiði hevur verið stongt Í tríggjar mánaðir orsakað av umvælingum, summarfri og n Niels Petur Bech, vikisleiðari á Eiði: Einki alternativ — ú, tí eingin fiskur er er til Fiskavirking - Tað gevur ikki fleiri arbeiðspláss at privatisera flakavirkini aft- ur, heldur Niels Petur Bech, sum er virkisleiðari hjá Fiskavirking á Eiði Nú eru tríggir mánaðir lidnir, síðan flakavirkið á Eiði fór í summarfrí, og væntandi ganga tvær vikur aftrat, til virkið kann lata uppaftur, sigur virkisleið- arin Niels Petur Bech. — Ætlanin varaltíðatleggja stilt eina tíð í summar, tí um summarið er fiskurin so vánaligur, og prísurin lágur. Men virkið læt heldur tíð- liga aftur í ár fyri at gera nakrar neyðugar umvæl- ingar á virkinum, áðrenn umboð fyri Mark á Spen- cer komu at vitja fyrst í juni mánaði. Hetta var neyðugt, tí Mark á Spencer seta strong krgv, og tað ræður um hjá Fiskavirking at varðveita sølusåtimålan við fyritøkuna. Æltlanin var ikki at hava virkið stongt so leingi, sum tað hevur verið, men eingin fiskur er komin upp á land í summar, og tíereinki at lata upp til enn. Niels Petur Bech væntar at kunna byrja aftur á Eiði, tá bátarnir fara til Íslands um einar tvær vikur. Arbeiðsfólkið á Eiði hev- ur tó ikki gingið fyri einki allar hesar triggjar mánað- irnar. Fleiri teirra hava ar- beitt í Vestmanna, í Runa- vík og í Fuglafirði. Loyst trupulleikar Virkið á Eiði hevði sínar trupuleikar, tí nógvur fiskur var ov vánaligur. Tað hevdi Skal halda móti herverki Við vegin oman móti Leynavatni hevur Lands- verkfrødingurin í år sett upp hetta húsið. Húsið er bygt av bjálv- aðum betongelementum frá Element- og Betongvøru- virkinum við Gjógv, og hetta er eitt alment toilet. Landsverkfrødingurin valdi at byggja húsið av betongelementum, tí her- verk verður ofta framt móti húsum, sum standa í óbygd- um, og betong man halda frægast. Í ødrum endanum á hús- inum er rúm við installa- tiónum. Ætlanin er seinni at byggja eitt wc-rúm aftrat. Húsið kostar umleið 40.900 krónur, íroknað uppseting. Haraftrat koma installatiónir og annað. Hetta er tað fyrra av tveimum slíkum húsum, Landsverkfrødingurin setir upp. randi (Mynd: Kalmar) samband við, at fiskurin varð umfraktaður úr smáum kassum í stórri og fór illa av tí. Leiðslan hevur í summar arbeitt við at fáa skipað so fyri, at fiskurin kemur í smáu kassunum beint til virkið. Hesum hevur leiðsl- an arbeitt nógv við í summ- ar at fáa loyst Ein annar trupulleiki er, at nógvir línubátar ikki hava kassar umborð. Tað mugu teir hava, fyri at fiskurin skal halda góðskuna. Niels Petur Bech heldur, at við at regulera prísin kunnu bátar- nir fåast til at brúka kassar, um teir skulu landa til upp- bodssøluna á Toftum. I samrådingunum um at skipa samgongu, hava flokkarnir togast um Fiska- virking. Summi vilja hava Fiskavirking avtikid aftur. - Man kann siga, hvat man vil um Fiskavirking, men tad finst einki alternativ. At privatisera virkini er eingin loysn, tí virkini fara ikki at klára seg betur av tí, og tað gevur ikki fleiri arbeiðs- pláss. Tað er nógv fyri, um tað fer at eydnast at bróta niður aftur tað, sum er bygt upp, sigur Niels Petur Bech, sum ikki sær nakað endamál í at lata fleiri flakavirki upp, tá eingin fiskur er. randi <= Nú eru „. tey farin Flytingin av landinum er við at hæsa av fyri í ár Í alt summar eru fólk í stór- um tali flutt av landinum, Farmaskipini hava flutt nógvar bingjur mest til Danmark men eisini til Noregs. Nú er flytingin fyri í summar við at hæsa av. Barnafamiljurnar fóru tær flestu, áðrenn skúlarnir byrjaðu aftur, og tey flestu, sum skulu byrja at lesa, eru farin. Hetta er endaspurturin, sigur Danny Danielsen, sum hevur flutt fyri nógv fók í summar. Nú flyta bara nøkur fá aftrat, sum fara niður at lesa. Tað sæst á flytigóðsinum, at hesi ikki fhava tómt húsini. Danny Danielsen sigur, at hann í summar hevur flutt 200 rúmmetrar av flyti- góðsi, sum er farið av land- inum við Skipafelagnum, Eimskip og Norrønu. Taðer eitt sindur torført at siga, hvussu nógv fólk eru farin avstað við hesum góðsi- num, men tað munnu vera eini 50 húski, íroknað les- andi, heldur Danny Daniel- sen. Hann hevur ikki flutt fyri nakran í útoyggj, men ann- ars hevur tað verið úr øllum landinum. Tað er hansara fatan, at heilt nógv eru farin av Skalafjørdinum. Heilt nógv fólk, hann hevur flutt fyri, eru farin til Noregs, og fleiri teirra eru farin til Bergen-leiðina, har nú heilt nógvir føroyingar búgva. Føroyingar eru eis- ini farnir til Norðurnoregs. Tey flestu flyta tó til Dan- markar og búseta seg ymsa staðni í landinum. Heilt nógv búgva í Esbjerg, har tað sigst bara í einari gøtu, at tiggju føroyskar familjur búgva. Sjálvt um stígur nú kemur í fráflytingina, fær Danny Danielsen framvegis nógv- ar fyrispurningar um tilboð uppá at flyta fyri fólk. randi Peningur frá Beckett-fonden Danski grunnurin Beckett-fonden hevur givið Listasavni Føroya eina peningagåvu - kr. 55.000. Peningurin skal nýtast til at umvæla stóra málningin "Fyri jarðarferð", sum Sámal Joensen-Mikines mál- aði í 1935. Málningurin, ið er sýndur fram í Lista- skálanum, telist millum høvudsverk Mikines; hann er í sera ringum standi, og skal hann ikki fara fyri skeytið, má hann áðrenn langt um- líður sendast av landi- num at fáa serkgna við- gerð.