mikudagur 31. august 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 164 — 31. AUGUST 1994
Heini O. Heinesen ger viðmerkingar
til brævið frá danska forsætismálaráðharranum:
Allar nidurbindingar av før-
oysku tjóðini mugu loysast
Í samráðingunum, sum verða við donsku stjórnina í næstum, mugu øll kravboð
frá dónum feiðast av borðinum.
— Skulu vit samstarva við danir í komandi tíðum, má tað verða ein avgjørd
treyt, at hetta samstarv byggir á somu teytir, sum millum frælsar tjóðir. Hetta er
vegurin til veruligan framburð her á landi — ein framburð, sum kemur at tæna
bæði okkum og dønum til gagns, heiður og æru, skrivar Heini O. Heinesen,
løgtingsmadur
Poul Nyrup Rasmussen
skrivar í brævi til løgmann,
dagfest 23. august '94, at
kvoturnar skulu setast út frá
livfrødiligum fortreytum
sambært altjóða livfrødilig-
ari ráðgeving.
Góðkend av vinnuni
Tað, sum forsætsimálaráð-
harrin ikki nevnir í hesum
brævi, er, at vit í januar
mánaði í ár settu eina um-
fatandi friðing í gildi fyri
trolveiðu á Føroyagrunni-
num, nevniliga tey fýra trol-
fríu økini.
Tað, sum landsstýrið ikki
hevur greitt donsku stjórn-
ini nóg væl frá, er, at henda
skipan er góðkend av øll-
um, sum reka fiskivinnu
undir Føroyum, meðan
eingin tekur undir við eini
kvotaskipan og slett ikki
Víðari skrivar Poul Ny-
rup Rasmussen, at lands-
stýrið sambært avtalu við
donsku stjórnina vil hava
eftirlit við gongdini og seta
uppskot fram um broytigar
av lógini í kvotaárinum
1994/95, um umsetiligheit-
in ikki førir til eina neyðuga
tillaging av veiðiflotanum.
Ikki mín stuðul
Forsætismálaráðharrin sig-
ur eisini, at fiskivinnunevnd
løgtingsins var til reiðar
leypandi at virka fyri neyð-
ugum broytingum í lógini.
Men tað er rættiliga iva-
samt, um tað eru somu
broytingar, sum meirilutin í
fiskivinnunevndini meinar
við og tær, sum Poul Nyrup
Rasmussen og hansara ráð-
gevarar vilja hava.
Meinar forsætismálaráð-
harrin við umsetiligar hand-
ilskvotur, so kann eg siga
fyri mítt viðkomandi, at ein
slík broyting í skipanini fær
ikki mín stuðul.
Tað, sum liggur púra fast í
dag, er, at lógin ikki verður
umsitin soleiðis, sum ætlan-
in var. Tað, sum hendir í
Føroyum í dag, er ikki ann-
að enn tað sama, sum er far-
ið fram allastaðni, har
kvotaskipanir eru settar í
gildi. Teir, sum koma best
burtur úr eini kvotaskipan,
eru teir, sum klára at undir-
grava skipanina við at snýta
og selja fiskin svart, sum
teir nú eisini sjálvir siga í
bløðunum.
Eftirlitið ger ikki
sína skyldu
Eisini ger forsætismálaráð-
harrin viðmerkingar til tað,
sum fór fram 10. august í ár
í løgtinginum, tá ið kvotur
vórðu settar fyri komandi
ár. Men hann sigur einki
um, at tær neyðugu broyt-
ingarnar ikki vóru tiknar við
fyri at fáa lógina at virka so-
leiðis, sum meirilutin, ið
samtykti lógina, hevði ætl-
að. Hetta er eisini av alra
størsta týdningi fyri teir,
sum skulu liva undir eini
kvotaskipan og ikki minst
teir, sum skulu hava eftirlit
við, at lógin verður hildin.
Tað, sum eg her meini
við, eru nakrar broytingar.
sum nágeiniliga siga,
hvussu eftirlitið skal ar-
beiða.
Soleiðis, sum kvotaskip-
anin virkar í dag, eru tað teir
veiðihættir, sum fara ringast
við fiskastovnunum, sum
sleppa at liva og låtast, sum
teir finna fyri gott. Ella sagt
vid ødrum ordum: fiski-
veidieftirliud og vaktartæn-
astan gera slett ikki sína
skyldu — heldur ikki danska
sjóverjan undir Føroyum.
Nóg góð trygd
Tað, sum Poul Nyrup Ras-
mussen eigur at fáa at vita
er, at bæði vinnan og ein
stórur meiriluti á Føroya
løgtingi hevur stórri álit á
trolfríum leiðum enn á eini
kvotaskipan — serliga, um
trolfríu leiðimar verða
hildnar friðaðar fyri trol alt
árið.
Hetta halda føroyskir
fiskimenn er nóg góð trygd
fyri, at fiskastovnarnir
koma fyri seg aftur.
Til seinast sigur danski
forsætismálaráðharrin eitt
sindur um tað, sum bygnað-
arnevndin legði fram í 1993.
Eg vil bara siga, at tað, at
bygnadarnevndin ikki
kendi sina vitjunartíð, hevur
veriðein høvudsatvoldin til,
at vit hava mist meginpartin
av okkara nýggjasta flota til
fyrimunar fyri nakrar gaml-
ar dunkar og eina í teirra
verð >frelsandi< kvotaskip-
an. Teir fingu kortini í hond-
ina, tí allur flotin var endað-
ur í landskassanum. Í staðin
fyri at skera igjøgnum og
siga, hvussu ein skilagóður
floti skuldi síggja út, komu
teir við nevndu umsetiligu
kvotunum at >regulera<
flotan við.
Selur skip
av landinum
At hetta verður ein pína
uttan lika, er føroyingum
greitt í dag — ikki minst nú
vit síggja, at ein danskur
figgingarstovnur, Skipskre-
dittgrunnurin, konsekvent
selur skipini, sum teir
figgja, av landinum fyri
hålvan pris, tá ið tey fara
undir hamaran í Føroyum.
Men hetta er møguliga ein
partur av stovnsrøktini…
Vit kunnu siga, at so væl
hava tær umsetiligu kvotur-
nar virkað higartil!
Nidurstøan av tí, sum hig-
artil er farið fram millum
donsku stjórnina og lands-
stýrið er, at tað eru vit føroy-
ingar, sum hava ábyrgd av
Føroyum, og tað hava vit
eisini ukid í ólukkumáta.
Hvar var danska
bankaeftirlitið tá?
Um vit lesa avtaluna, sum
varð gjørd 6. oktober 1992,
so hevur Føroya landsstýrið
tikið ábyrgd fyri, at danska
bankaeftirlitið, sum eisini er
fyri Føroyar, ikki hevur
gjørt sína skyldu í áttati áru-
num. Høvdu teir havt gjørt
hetta, høvdu teir havt spart
føroyingum miljarda upp-
hæddir, sum skattgjaldarin
nú noyðast at blaða fyri.
Vit freistast at spyrja okk-
um sjálvar, um danska
bankaeftirlitið ikki hevur
lør: potiukk í Føroyum, við
at góðtaka, at bankarnir
sluppu at lána pening út upp
á sethús og rakstrargøgn til
høvudsvinnuna, sum
kanska lógu 100-150% yvir
tí virði, sum hesi hús og
rakstrargøgn høvdu?
Hetta åtti danska banka-
eftirlitið sjálvt at tíkið å-
byrgd av og ikki sent rokn-
ingina til Føroya landsstýri í
oktober 1992.
Uppihalda donskum
kredittvirði
Danskir bankamenn í Før-
oyum vóru greiðir yvir, at
skriðan stóð at leypa fleiri
mánaðir áðrenn skrædlið
veruliga kom — ja, hetta 6-
metaliga stóra skrædlið,
sum vit kunnu siga var eitt
úrslit av hesum (politiska)
bankaeftirliti.
Tær triggjar miljardirnar,
sum eru skotnar inn í bank-
amar higartil, eiga føroy-
ingar einki í. Her er tað ein
spurningur um at plasera
ábyrgd hjá teimum, sum vit
eru í gjaldoyrasamstarvið
við.
Tað er væl eingin mein-
ing i, at vit føroyingar skulu
gjalda fyri at uppihalda ein-
um donskum kredittvirdi, tå
vit einki fingu aftur fyri, tey
árini tað gekk væl í Føroy-
um.
Abyrgdin er okkara
Tað, sum liggur púra fast í
dag, er, at uttan mun til, um
vit eru partur av Danmørk-
ini, ella vit taka loysing, so
eru tað vit føroyingar — og
bert vit, ið hava ábyrgd av
Føroya landi (men ikki av
donsku krénuni!).
Tí skulu vit vera full-
greiðir yvir, at her fæsteinki
fyri einki...
Um vit framhaldandi
hanga upp í Danmørkini,
verða vit ikki annað enn ein
rávgruútflytari til ES, bæði
tá ið talan er um fisk og olju.
Vit eiga tí at gera dønum
púra greitt, at undir slíkum
umstødum kunnu føroying-
ar ikki liva í framtíðini.
Skulu vit samstarva í
komandi tíðum, må tað vera
ein avgjørd weyt frá okkum
føroyingum, at hetta sam-
starv byggir á somu treytir,
sum millum frælsar tjóðir.
Frælst samstarv
Í samráðingunum, sum
verða við danir í næstum,
mugu allar niðurbindingar
av føroysku tjóðini loysast,
og vit mugu feida øll krav-
bod frå dønum av bordi-
num.
Hetta er vegurin til veru-
ligan framburð aftur her á
landi — ein neyðugan fram-
burð, sum kemur at tæna
Tíðindablaðið EST.
bæði okkum føroyingum og
dønum til gagns, heiður og
æru.
Seinastu árini hava vit
týðiliga sæð, at alt annað
førir til undirgang av før-
oysku tjóðini.
Heini O. Heinesen,
løgtingsmadur
HJARNAR 20 ÅR |
Konsert/dansikvøld vid Hjamum
og Anfinni & Co. verður í
ITROTTARHØLLINI Á HÁLSI
Friggjakvøldid 2. sept. kl. 22
Kostnadur 60 kr.
HØLLIN
VALUTAKURSIR
Krona
Skillingur 56,238
Pesetas
Escudos
Dollar!
Yen
Pund
Drakmur
XEU
458,08
947,10
888
-—
— —-
oO
.
SR
20
-
oo
64
43
13
00
085
Á
87
39
34
03
804
772
4,767
3,888
—
aðuarfe
6,2691
8B8E
?
w
>»
N
2,610
8
755,01
Kelda: Føroya Sparikassi