hósdagur 8. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
; FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG 67. ÅRGANGUR
Føroyingar ynskja hvørki
Kirsten Jacobsen
ella Ola Breckmann
TAD eru minni enn tvær vikur til
føroyingar aftur skulu vitja valhølini.
Hesaferð er talan um fólkatingsval. Nú
viðurskiftini millum Føroyar og Dan-
mark hava verið so nógv frammi og nú
júst spurningar, sum hava tilknýti til
hesi viðurskifti fara at vera sera
frammaliga í politiska orðaskiftinum og
komandi politiskum avgerðum, fer
fólkatingsvalið helst at hava stóran
áhuga millum føroyingar. Ikki tí -
føroyski veljarin man neyvan vera
serliga fegin um aftur at skula fara á
val, nú tað framvegis ikki hevur eydnast
valdu politikarunum frá løgtingsval-
inum at skipa eitt landsstyri.
MEN vidurskiftini millum Danmrk og
Føroyar fara at fáa so stóran tydning
fyri lagnu okkara komandi årini, at
veljarin rætt og slætt hevur skyldu til at
visa hesum valinum ans - og fara å val.
So vil onkur spyrja, hví fara á fólka-
tingsval? Okkara fólkatingsmenn hava
kortini ongan møguleika at gera seg
galdandi. Her verður so ivaleyst víst til
óhepna partin av avtalunum vit hava
gjørt við danir. Nú er tað so, at tað er
landsstýrið, sum stingur út í kortið tann
politikk vit skulu reka mótvegis dønum.
Hetta merkir tó ikki, at føroyski fólka-
tingsmaðurn onga sum helst nyttu kann
gera ella onga ávirkan hevur.
TAÐ er kanska nettup nú meira enn
nakrantíð áður av alstórum týdningi, at
vit fáa tey røttu fólkini á fólkating. Hesi
skulu í framtíðini til at gera nógv meira
vart við seg, og tey skulu fyrst og
fremst virka sum lobbyistar fyri
Føroyar og fyri føroyingar.
Lobbyarbeiði skal skiljast sum eitt sera
gott og stødugt samband við flest allar
danskar politikarar og ikki minst teir,
sum ráða fyri borgum. Júst henda
sannroynd ger, at vit hava ikki ráð til at
senda víðgongdar fanatikarar sum Óli
Breckmann á fólkating.
TAÐ kann fara at blíva sera javnt
millum vinstra og høgra i donskum
politikki. Tað nýggja og tað, sum ikki
minst føroyingar eiga at geva gætur, er,
Føroyingar eiga at mótarbeiða eini borgarligari samgongu í Danmark, sum bara
yvirlivir vid atkvøduni hjá Kirsten Jacobsen, við at venda óla Breckmanna og
komandi sambandsvalevni bakið. Báðir hesir flokkar stuðla eina borgarligari
samgongu, sum fær stuðul frá framburðsflokkinum
at borgarligu flokkarnir vinstra og teir
konservativu nú fyri fyrstu ferð hava
gjørt "samgongu” við tann víðgongda
framburðsflokkin. Føroyingar eiga at
vera púra greiðir yvir, at ein donsk
borgarlig stjórn, sum stendur og fellur
við atkvgðuni hjá Kirsten Jacobsen og
ødrum antiføroyskum
framburðsfólkum, fer at gera tað sera
torført fyri føroyingar at bøta um og
menna samstarvid millum Føroyar og
Danmark. Hóast mong i Føroyum meta
Uffe Ellemann-Jensen sum ein
føroyavin, so er stødan nú ein heilt
onnur, sidani hann var
uttanríkisráðharri og vitjadi Føroyar
fleiri ferdir. Nå verdur sami Uffe ikki
valdur til forsætisráðharra uttan við
atkvødunum hjá framburðaflokkinum
tvs. eisini atkvøduni hjá Føroya-
Djarvir javnaðar-
fíggindanum nr. 1 á danska fólkatingi,
nevniliga Kirsten Jacobsen. Tað fer at
merkja, at tað í stóran mun verður
henda kvinna, sum kemur at diktera
føroyapolitikkin hjá eini møguligari
komandi borgarligari stjórn.
NÚ eru tað helst tey, sum siga, at
Kirsten Jacobsen hevur bert funnist at
teimum, sum høvdu ábyrgdina av
skeiva politikkinum í Føroyum, og at
tað tí er skeivt at gera hana til ein
figginda av Føroyum. Vit halda, at tað
er sera vandamikið fyri Føroyar, um
fólk sum Kirsten Jacobsen skulu hava
avgerandi ávirkan á og avgera komandi
samstarvið millum Danmark og
Føroyar. Hon hevur roynt at vinna sær
egnan politiskan vinning við at brúka
hvor tørv á at fáa frið eina
tíð, sum so skilagott kann
verða nýtt til sårslikkan og
sjålvrannsakan.
Men í skrivandi løtu (7.
september 1994) — júst 2
rgdarblaðstjóri: Múlier Bisðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: PA Saslalurin Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76
for Een pers Dahi Jøensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: P/T Saslalurin Argjum : 110Térshavn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Telefon: 11820 Telefax: 14720
. Justinus Eidesgaard
hvørt høvi á fólkatingi og í fjøl-
miðlunum at niðurgera ikki bert
føroyskar 80-ara politikarar men allar
føroyingar - ja alt okkara samfelag. Hon
hevur verið vidurskiftunum millum
Føroyar og Danmark - millum tann
einstaka føroyingin og danan - til
óbótaligan skaða. Hver “góð" enn
hennara intensión hevur verið, so hevur
hon sett kíla í millum vanliga før-
oyingin og vanliga danan. Júst á sama
hátt sum Óli Brekmann hevur gjørt tað
frá føroyskari síðu.
JUST hetta eiga føroyingar at leggja
sær í geyma, tá teir fara á fólkatingsval
21. september. Sambandsflokkurin og
fólkaflokkurin stuðla ávikavist vinstra
og teimum konservativu. Tvs. at ein
atkvøda til hesar flokkar kann koma at
merkja stuðul til eina danska borgarliga
stjórn, ið bert kann yvirliva við stuðuli
frá m.a. somu Kirsten Jacobsen og
hennara flokki.
VANDI er á ferð og tí ræður um nú at
ávara føroyingar. Ein atkvøda til
samband ella fólkaflokk er ein atkvøda
til Kirsten Jacobsen. Hóast vit ikki taka
undir við gllum politikkinum hjá
núverandi stjórnini mótvegis Føroyum,
so er tað okkara sannføring, at ein
komandi stórn undir javnaðarleiðslu fer
at kunna seta út í kortið heilt av
nýggjum ein føroyapolitik. Eitt kom-
andi javnaðarumboð á fólkatingi verður
at tryggja ein slíkan. Men tað kann
blíva eitt borgarligt sigursval í
Føroyum, um ikki javnaðarflokkurin fer
at fáa nógvar atkvødur. Og her er
verkamannafylkingin størsti vandin.
Neyvan nakar roknar vid, at hon fær
umboð á fólkating. Tí fara allar tær
atkvødurnar til spillis ella rættari,
einhvør atkvøda verkamannafylkingina
er ein atkvøda minni til javnaðarflokkin
og harvid ein meira til samband og
félkaflokk. Atkvødur til
verkannafylkingina eru f veruleikanum
tad sama sum at lata Ola Breckmann og
einum sambandsmanni lykilin til
fólkatingið. Vit halda tað er skeivt av
verkamannafylkingini at stilla upp, tí
hon kemur bara at skaða einasta
møguliga umboðið á vinstravonginum,
javnaðarflokkin, og kemur harvið at
hjálpa teimum høgravendu flokkunum.
SOSIALURIN
er tað av taktiskum orsókum, at Javnaðar-
flokkurin kanska fer sum fyl upp í sam-
gongu við Sambandinum
Eftir valið í juli varð greitt,
at torført fór at verða at
skipa samgongu. Eisini
mundu nógv kenna seg
sannførd um, at hvorki
Javnaðar- ella Tjóðveldis-
flokkurin fóru at verða part-
ar av nakrari samgongu við
tí tingmannabýti, sum fyri-
lá.
Tjóðveldisflokkurin, tí
hann av sjálvsagdum orsøk-
um ikki fór í samgongu við
Sambandinum.
Javnaðarflokkurin, tí
hann júst var vorðin hálver-
aður orsakað av avleiðingu-
num av vanlukkuligum
samstarvi við Fólkaflokkin
frá 1991 til 1993. Eftir slíka
yvirháling hevur ein og
mánaðar eftir løgtingsvalid
—sær út til, at javnaðarmenn
av álvara eru farnir undir
fyrireikingar til eina sam-
gongu, har teir skulu vera
fyl hjá Sambandinum.
Hverjar kunnu tå orsøkir-
nar vera til at Marita,
Jóannes og Vilhelm brád-
liga tveita seg í føvningin á
teimum, sum tey undan løg-
tingsvalinum skýrdu hug-
sjónarloysingar og sum ver-
andi púra uttan loysnir.
Sjálvur síggi eg 3 høvuds-
orsøkir:
— at Javnadarflokkurin er
so bangin fyri Verka-
mannafylkingini, at teir
vilja hava hana upp í eina
samgongu í vónini um antin
at eta hana ella beina fyri
henni. ;
— at Javnadarflokkurin er
so bangin fyri einum løg-
tingsvali afturat, har teir
møguliga kunnu gerast 4.
ella 5. størsti flokkur á tingi.
— at Javnaðarflokkurin er
so bangin fyri einum
skrædli afturat tann 21. sep-
tember, at teir vóna, at ein
samgonga ella tingingar um
slíka kunnu fyribyrgja hes-
um.
Tað sær tí tíverri út til at
ræðsla fær javnaðarmenn
enn eina ferð at tveita seg í
borgarliga føvningin, og ein
kann so staðfesta, at hóast
eyðmýkjandi ósigurin 7. juli
hava javnadarmenn enn
einki skilt. Og ein hevur at
spyrja: Eru javnadarmern
djarvir, ella...?
Finnur Helmsdal