hósdagur 8. september 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 170 — 8. SEPTEMBER 1994
Marita Petersen um útlit fyri samgongu:
Vit mugu varðveita
jarðsambandið
Tað hevur gingið hampuliga væl, tó at nakrir flúrar eru
á leiðini, og onkur kamelur hjá øllum pørtum at slúka,
halda leiðarnir fyri teir fýra flokkarnar, sum nú eru
farnir undir samgongusamráðingar av álvara
Edmund Joensen fer enn
einaferð at royna seg sum
samráðingarleiðari.
Mikunáttina gjørdu teir
fýra flokkarnir - sambands-
flokkurin, javnaðarflokkur-
in, sjálvstýrisflokkurin og
verkamannafylkingin av at
fara undir veruligar sam-
ráðingar. Partarnir meta, at
eitt úrslit fyriliggur áðrenn
vikan er av.
- Vit fóru ikki undir hesar
samrådingar, um vit ikki
høvdu vónir um, at taðfór at
bera til at skipa eina sam-
gongu, sigur Edmund Joen-
sen.
Beindu nakrar
kamelar burtur
- Eru ikki nakrir kamelar at
slúka, um henda samgonga
skal gerast veruleiki?
- Tá vit gjøgnum gingu
yvirskriftirnar týsdagin, so
var tað júst fyri at beina fyri
nøkrum kamelum.
- Í dag skulu tit viðgerða
fíggjarlógina. Er hetta ikki
eitt týdningarmikið mál á
leiðini?
myndini
- Jú, tað hevur avgjørt
stóran tydning komandi
dagarnar, men eg havi var-
hugan av, at allir partar eru
hugaðir fyri at fáa tað at
bera til.
Eru mólsetningarnir
ikki eins stórir og teir, sum
vóru í gomlu samgonguni?
- Vit hava okkara ætlanir,
og hinir flokkarnir hava sín-
ar. Fleiri trupul mál fingu
vit loyst í gjár, og í dag fara
vit at samanskrivað eitt
skjal, út frá tí, sum vit við-
gjørdu á fundi týsdagin, sig-
ur Edmund Joensen.
Marita Petersen skilir
væl, at fólk ótolnast, tí einki
spyrst burturúr samráðing-
unum um samgongu, men
hon hevði ikki ímyndað
sær, at javnaðarflokkurin
skuldi rudda sló fyri nýggju
samgonguni.
Við fyrivarni
- Treytin er, at vit ikki nýta
gamla samgonguskjalið
sum grundarlag. Vit mugu
gloyma alt um hetta skjalið,
um tað skal bera til, sigur
}
Marita Petersen.
Enn er løgmaður ivasom,
og hon vil ikki siga, um hon
heldur, at veruligu samráð-
ingarnar enda við sam-
gongu.
- Vidgerdin av figgjar-
målum er mest tydandi
parturin fyri okkum. Vit
mugu fáa greiðu á, hvussu
tað almenna kann spara við
Skili. Um tað ikki verður
gjørt, kunnu sparingar kosta
samfelagnum dýrt, heldur
Marita Petersen
- Hinvegin, so er valið av,
og vit mugu koma niður á
jórðina aftur. Javnaðar-
flokkurin gav ikki gylt val-
lyftir, tí vit vistu, hvussu
nógvir og stórir trupulleikar
vórðu fyri framman.
- Tað er ikki bara sum at
siga tað, at stýra í hesum
landi í løtuni, og t vilja vit
ið hvussu so er, gera alt fyri
at halda samgongusamráð-
ingunum á einum stødi, har
vit ikki missa jarðsamband-
ið, sigur Marita Petersen.
Alvur Zachariasen fyri
sjálvstýrisflokkin, vil ikki
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
og Jan
TA
Vit hava sæð nógvar myndir frå samráðingarumfórunum á gamla Apotekinum, men nú eru bert nøkur nýggj andlit við á
Tíðindablaðið
Marita Petersen og Edmund Joensen hava gjørt av
at royna nýggja samgongu, saman við verkamannafylk-
ingini og sjálvstýrisflokkinum
Nú er gamla samongoskjalið lagt í skuffuna, og ting-
menn farnir undir at orða eitt nýtt. Her síggjast
Jógvan Adolf Johannesen og Hendrik Old
gera stórvegis viðmerking-
ar. Hann hevur fingið grønt
ljós frá Helenu Dam á
Neystabø, formanninum í
sjálvsstýrisflokkinum, sum
kemur heimaftur av uttan-
landsferð fríggjadagin.
Samd um at royna
- Sjålvstyrisflokkurin
stendur saman um, at vit
skulu royna henda møgu-
leikan aftrat, sigur Ålvur
Zachariasen.
Oli Jacobsen fyri verka-
mannafylkingina, heldur,
at stødan er hampulig, hóast
enn eru flúrar á leiðini, sum
kunnu skapa trupulleikar.
- Vit fara at meta um
møguleikarnar so hvørt sum
frálíður. Fundirnir higartil
hava hilnast væl, og Ed-
mund Joensen er góður at
tosa við. Er hann saman við
fólki, sum vilja hava eitt úr-
slit, so lurtar hann eftir ti,
sum sagt verdur.
- Kanska var trupulleikin í
fyrra umfarinum við fólka-
flokkin, atsamráðingarleið-
arin ikki er so bannsettir
sum teir, sigur Óli Jacobsen,
tá vit spyrja um Edmund er
góður samráðingarleiðari.
- Hvørji mål er týdning-
armest at fåa upp å plåss?
- Figgjarmål eru tey mest
umrådandi at fáa vidgjørt.
Her eru partarnir ikki samd-
ir um, hvussu nógv tað gev-
ur at minka um útreiðslur, í
mun til at spara vid brestin.
Hesin møguleiki
skal hava ein kjans
- Um útlit fyri at fáa semju?
Vit kunnu siga, at vit eru
nærri eini loysn nú, enn vit
vóru í gjár. Vit halda at
hesin møguleikin skal hava
ein kjans, sigur Óli Jacob-
sen.
Hann skilir væl, at fólk