Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

De Tidindabladid ED Nr. 170 — 8. SEPTEMBER 1994 Síða 13 skoti úr 34 metra fjarstóðu. Bólturin nart tvertræið, áðrenn hann fór í netið. FS VågariF 3-2 (1-0) Hetta var ein av teimum frægu dystunum í 3. deild. Leikferðin var høg, tað var spennandi, og spælið var av tí betra slagnum í hesi deild- ini. Vágamenn komu á odda dygstundan hvíldini. Torkil Nielsen sneiddi tveir av og legði fyri føturnar á Magn- usi Simonsen. Rodmund Rasmussen økti eftir uppspæl frå Jóhan Nielsen, men so var tað ÍF, sum hevði takið. Fuglfirð- ingarnir stríddust ófort seinna umfarið, og eydnað- ist teimum at havna. Jákup Baldvinsson hevur nøs fyri at gera mál. Tað staðfesti hann enn eina ferð, tá Eyð- un á Lakjuni spældi hann mitt fyri. Løtu seinni feldi Mikkjal Danielsen Eyðun á Lakjuni, og fuglfjarðarve- teranurin skoraði sjálvur upp á brotssparkið. Ein annar veteranur, Tor- kil Nielsen, skoraði sigurs- málið í evstu løtu. Tað var eisini upp á brotsspark, sum gestirnir vóru ógvuliga ónggdir við. Misnøgdin gekk kanska eisini uppá, at teir høvdu spælt væl, men taptu ålikavæl. TB-KÍ 2-3 (1-2) Kl hevði bara fýra av van- ligu leikarunum. Fyri at manna lið, noyddist vødda- mýkjarin hjá besta liðnum, Allan Jacobsen, at spæla við, og nakað inn í seinna hålvleik kom Manne Høg- nesen, sum var har suduri vid smådreingjunum, inn fyri Olgar Danielsen. Uttan Petur Hans Joensen å aft- asta manni og eina góða verju kring hann hevði ver- ið verri vorðið hjá klaksvík- ingum. At teir so vunnu, sigur kanska meira um trupul- leikamar, TB hevur, enn tað sigur um dygdirnar hjá KÍ. Unglingurin Jóhan Liit- zen skoraði øll málini hjá KÍ. Í 10. minutti sneiddi hann målverjan av eftir sending frá Áka Justinus- sen, ogí 31. minutti var tað við langskoti úr 16 metrum. TB minkaði í 41. minutti. Karsten Nielsen, sum er dani og venjari í flogbólti á Tvøroyri, og var besti mað- ur hjá TB, drønadi úr 35 metrum í kassan. Sum teir leiktu á besta liðnum, hevði tað verið styrkur at havt hendan mannin við. Í 65. minutti økti Jóhan Liitzen. Hesaferð var tað úr spískum og í handara síðu- netið. Eftir innlegg úr høgru tveitti Dion Petersen seg fram og potaði um strikuna. Tá vóru bert sjey minuttir eftir. GÍÆB/Streymur 4-3 (2-1) Menninir år Sundalagn- um sótu eftir við einari løgn- ari kenslu av at hava mist meira, enn teir høvdu fingið, tá dysturin í Sarpigerði var av, og GÍ hevði vunnið. Ikki færri enn trý mál hjá EB/Streymi vóru kolldømd, og í tveimum av førunum vóru teir rættiliga misnøgdir við kolldømingina. EB/Streymur kom annars á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ein Gl-ari kom í innlegg frá Símun Paula Dam, so tað endaði í Gl- málinum. GTA Skálamenn kundu vera fegnir eftir dystin móti leirvíkingum — sjey mál fingu teir, meðan einki fór inn (Savnsmynd) Tíggju minuttir seinni fór Tórálvur Jacobsen igjøgn- um og javnaði fyri GÍ, og lítla létu seinni lobbaði Ronnie Hansen í málið, so stødan gjørðist 2-1 í hålv- leikinum. Tað sá eisini út, sum alt var avgjørt, tá fyrst Magni Jacobsen krússaði igjøgn- um og skoraði til 3-1 og Bárður Heinason gjørdi tað til4-1, men so raknaðu gest- irnir við aftur og fingu tvey „mál móti endanum. Fyrst varð Jákup Hansen spældur leysur, so hann frá miðjuni kundi halda beina kós móti málinum, runda málverjan og minka til 4-2, og síðani fekk Jógvan Mag- nussen fótin á eftir horna- spark til 4-3. Fleiri mál komu ikki, og EB/Streymur kundi hyggja langt eftir teimum trimum málunum, teir ikki fingu góðkend. -nn-/hj. Klæði frá Adidas - pengar frå Shell Fyri viku síðani kundi Sos- ialurin fortelja lesarunum, at føroyska fótbóltslands- liðið ongan hevuðsstuðul hevði, nú farið varð undir HM-undankappingina. Tað hevur ikki eydnast Fótbólts- sambandi Føroya at fáa fat- ur á nøkrum, ið vil gera eina fløgu í føroyskan landsliðs- fótbólt, so tí má FSF royna at klára seg uttan. Heilt uttan verður tað tó ikki, tí onkrir stuðlar eru, ið gera landsliðsarbeiði lættari fyri FSF — men hvørgin av hesum er heilt nyggjur, tå talan er um studul til lands- liðið. Í fyrsta umfari er talan um Føroya Shell, ið eisini var høvudsstudul í teimum báð- um undanfarnu EM-og HM- undankappingunum. FSF og Føroya Shell skrivaðu seinnapartin týsdagin undir eina avtalu, ið hevur við sær, at føroysku landslids- spælararnir kunnu fáa pen- ing fyri avrikið í dystinum á Svangaskardi í gjårkvøldid. Í ødrum umfari er talan um Pf. Thomas Dam ltrótt, ið eisini var klædnastuðul -hjá fótbóltslandsliðnum i HM-undankappingini. FSF og Pf. Thomas Dam Ítróttur skrivaðu hálvan tíma undan dystinum í gjár undir sátt- mála um klædnastuðul í all- ari EM-undankappingini — til hon endar í 1995. Pengar at vinna Tann fyrra avtalan, ið er vid Føroya Shell, er ein av- tala um peningaligan stuðul til sjålvar spælararnar. Um landslidid i gjårkvøldid — dysturin var spældur, eftir at evstamark hjá okkum var farið afturum, so tí kenna vit ikki í skrivandi løtu sjálvt úrslitið — fekk mál, fingu spælaramir 1.000 krónur í part. megnaði landsliðið at fáa javnleik, var upphæddin 2.000 krónur í part, meðan sigur á grikkunum merkir 4.000 krónur til hvønn av landsliðsspælarunum. Hendan avtalan var bert galdandi fyri dystin í gjár- kveldið móti Grikkalandi, og sum skilist, hevur Før- oya Shell ikki tikið stóðu til møguligan líknandi stuðul í sambandi við aðrar dystir. Fáa skógvar, klæði og bóltar Undan HM-undankapp- ingini var landsliðið í teirri løgnu stóðu, at eingin stuð- ul var til landsliðsklæðini, eftir at fyritøkan Hummel, ið m.a. Allan Simonsen átti, hevði fingið stórar fíggjar- ligar trupulleikar. Tá gjørdist Pf. Thomas Dam Ítróttur klædnastuðul við merkinum Adidas. Hesin sami stuðulssátt- málin um landsliðsklæðini varð seinnapartin í gjár end- umyggjadur, og alla EM- undankappingina fåa før- oysku spælararnir skógvar, klæði og bóltar frá Pf. Tho- mas Dam ltrótti — alt samalt av merkinum Adidas. hj. Abraham Hansen, Jan Dam og Tummas Eli Hansen fåa i EM-undankappingini klædi upp å kroppin frå Pf. Thomas Dam Ítrótti — og eru teir hepnir við úrslitunum ella fáa mål, fáa teir pengar frå Føroya Shell (Savnsmynd: Kalmar)