Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 171 — 9. SEPTEMBER 1994 Allan Simonsen, landsliðsvenjari: Vit kunnu ger- ast væl betri — Tad krevur, at vit arbeiða vid at minka um verjumis- tøkini og við at økja um úrtókuna, tá målmøguleikarnir eru har, stadfesti landslidsvenjarin aftan å dystin Allan Simonsen tóktist ikki vera fallin í fátt, tá hann eftir 5-1 lúsingin kom á tidinda- fund við føroysku, donsku og griksku pressuni. — Eg haldi, at leikararnir arbeiddu væl. Vit hava lagt áherðslu á at fáa saman- spælið fram eftir vøllinum at rigga, og tað riggaði so mikið væl, at vit høvdu fleiri gøodar møguleikar. At vit ikki gera nytslu av teimum er ein veikleiki, sum vit mugu arbeida meiri vid, segdi landslidsvenjar- in. — Vit noydast eisini at arb- eiða við at mistøkini í upp- spælinum gerast færri. Tað eru tey, sum seta mótstóðu- liðið í gongd. Grikkar eru professionellir, og teir vóru meistarar at gera nýtslu av okkara mistøkum. Allan helt, at sigurin var uppiborin, men hann helt, at munurin í málum var ov stórur. — Teir fáa mál upp á tvey frálík langskot, men eini tvey mál eru alt ov bílig, og vit søpla fleiri møguleikar burtur. Tað hevði verið meiri passandi við 3-1. Hví var Todi Jónsson ikki á midvøllinum? — Eg hevði givið honum leysar teymar, og um hann ynskti tað, so kundi hann verði farin á midvøllin eftir bóltinum. Hví kom Jens Erik Ras- mussen so seint inn? - Tað er altíð ein torførur spurningur at taka stóðu til, nær tað skal skiftast út. Annar vongverjin varð skaddur, og eg roknaði við, at hin fór at troyttast. So eg valdi at bíða, men Jens Erik spældi væl ta løtuna, hann var inni. Fert tú at skifta út undan dystinum í Skotlandi? — Tað verður í hvussu so er ikki talan um stórar broytingar. Men um okkurt skal broytast fari eg at hugsa um komandi vikurn- ar. Undir øllum umstødum skulu vit framhaldandi arb- eiða miðvíst, segði Allan Simonsen. — Vit verða ongantíð pro- fessionellir, men tað er einki at ivast í, at við fram- haldandi góðum fyrireik- ingararbeiði kunnu vit ger- asteina staðni millum 20 og 40 prosent betri enn nú, og tað mugu vit stremba fram ímóti. -nn- Føroyar-Grikkaland ” Tibindabladid (3734 kom málið Líka síðani vøllurin kom á Svangaskarði fyri trimum árum síðani, hevur verið bíðað eftir, at tað føroyska landsliðið skuldi fáa fyrsta málið í einum týðandi dysti — tað vil siga einum dysti í EM- ella HM-undankapp- ing. Men hóast Kári Reyn- heim í vinardystinum móti Ísrael 5. august í 1992 skor- aði, tå Føroyar spældu 1-1, hevur ikki borid ul at endur- tikid bragdid i undankapp- ingardysti. So var st.ødan altso undan dystinum móti Grikkalandi mikukvøldid. Tå syrgdi Jan Allan Miill- er fyri, at vit fingu fyrsta al- tjóða máli í týðandi dysti á Svangaskarði. Í næstsíðsta minuttinum stríddi hann seg fram til skot heilt aftur móti griksku baklinjuni í høgru síðu, og bólturin rakti eitt grikskt bein á vegnum og endaði í netinum, so okkara menn ikki skuldu fara heilt tómhentir av vølli — hvorki so ella so, ti Føroya Shell hevði lovað teimum 1.000 krónur í part, um teir fingu MYNDIR: KALMAR OG ÁKI 5 eitt mål. Tá hetta føroyska málið endiliga kom — langt um leingi — vóru ikki færri enn 499 dagar farnir afturum, síðani landsliðið síðst fekk eitt mál. Tað var málið hjá Una Arge í Limasol mót Kypros flaggdagin í fjør, tá hann minkaði um munin til 3-1 stutt fyri leiklok. Málið mikukvøldid var tað tíggjuna, landslið okk- ara hevur fingið í altjóða skrásettum dysti, og við tí álopssinnaða spælistíli, ið landsliðið legði út við á Svangaskarði hesaferð, er neyvan neyðugt at skula bíða 499 dagar aftrat, áðr- enn tað ellivta málið fer at koma. Annars kann hagtalsliga verða nevnt, at í teimum 27 altjóða skrásettu dystunum, landsliðið higartil hevur spælt, hava Føroyar skotið 10 mål, medan 85 eru farin inn. Av teimum 27 dystun- um eru tveir vunnir, triggir endadir vid javnleiki og 22 taptir. Sigramir eru å Kanada i 1989 og Eysturriki i 1990, og javnleikimir eru móti Norðurírlandi og Turkalandi í 1991 og Ísrael í 1992. hj. mol æ