fríggjadagur 9. september 1994síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamá!?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar ! ;
Telefon 11820 - Þeiatax 147 20
Lágtrýstið, umleið 990
hpa, yvir Írlandi stend-
ur mestsum í stað. Ann-
að lágtrýst, 1010 hpa,
yvr Suðurtýsklandi,
ferðast norðuryvir móti
Danmark, síðan móti
norðastu norðsjóar-
leiðunum og Føroyum
og dýpist. Vit fáa frísk-
an vind við avfalli.
Upp i hvassan vind,
15 m/s, av landnyrð-
ingi at byrja vid,
seinni av norði, lutvíst
ádrigið, ælingur, ann-
ars toluligt ella gott
sýni. Hitin millum 8
og 11 stig.
At byrja við hvassur
vindur, 15 m/s, av
norði, síðan av út-
nyrðingi, nakað skift-
andi skýferð, ælingur,
annars toluligt ella
gott sýni. Hitin mill-
um 5 og 10 stig.
týsdagin;
At byrja við upp í
hvassan vind, 15 m/s,
av útnyrðingi, seinni
minkandi til millum
lot og frískt lot, 5-10
m/s, lutvíst ádrigið,
longri millum ælini,
og toluligt ella gott
sýni. Hitin millum 5
og 10 stig.
Kovrid á, Feroyar!
Munurin á teimum góðu og rópandi áskoðarunum og teimum vánaligu og
tigandi kom rættiliga fram á Svangaskarði mikukvoldið, tå Føroyar
alda EM-undankappingardyst móti Grikkalandi
Mikukveldið spældu Før-
oyar landsdyst móti Grikka-
landi. Nógv fólk var møtt í
sera góða veðrinum. Sólin
skein bæði oman og niðan.
Táiðdysturin fór í gongd,
byrjaðu nakrir áskoðarar —
kortini alt Ov fáir — at rópa á
landsliðið. Serliga vóru tað
nakrir sera væl fyrireikaðir
áskoðarar sum gjørdu vart
við seg. Nakrir av teimum
høvdu trummur, nakrar
duskar, fløgg og eina góða
rødd sum hoyrdist víða
hvar.
Mest vóru tað næmingar
av studentaskúlanum og
handilsskúlanum á Kambs-
dali og av HF-skeiðnum í
Klaksvík, ið fyrr um dagin
høvdu havt ftréttardag. Tey
vóru í stórum flokki komin
á Svangaskarð at stuðka
landsliðnum.
Hesir áskoðarnir sungu
„Always look on the bright
side of life«, tá ið grikkar
skoraðu og róptu teir ofta:
„Gev mær eitt F, gev mær
eitt Ø, gev mær eitt R, gev
mær eitt OY, gev mær eitt
A, gev mær eitt R, Føroy-
ar!!!! Enn einaferð! Føroy-
ar!!!! Hardari! Føroyar!!!!«
Sovorðnum áskoðarum
hava vit brúk fyri, vit eru so
fáment og mugu tí standa
saman um at fáa rópið so
hart sum yvirhøvur møgu-
ligt til okkara spælarar.
Høvdu allir áskoðarnir
verið sum teir við trummu,
duskum og góðari rgdd,
hevði føroyska landsliðið
errið kunnað sagt, at tað
hevði 12. mannin við sær.
Vit sóu fleiri fara av øk-
inum áðrenn dysturin var
liðugur, allarhelst ti fólk
vistu, at Føroyar fóru at
tapa, men tað er tá at vit
hava brúk fyri áskoðarum.
Høvdu vit verið ein tjóð við
einari millión fólkum og tað
vóru í miðal 40.000- 50.000
Næmingar á studenta-
skúlanum og handils-
skúlanum á Kambs-
dali og HB-skeiðnum í
Klaksvík høvdu havt
ítróttardag mikudag-
in, og vóru væl fyri-
reikadir, tá teir komu á
Svangaskarð at stuðla
landsliðnum í dystin-
um móti grikkum. Tað
vóru hesir áskoðarar-
nir, ið gjørdu mest vart
við seg undir dystinum
-og rós skulu teir hava
fyri tað, tí uttan heyði
tað kenst løgid at sitid
millum 2.412 fólk, id
ikki klúgva í tvey undir
landsdystinum…
fólk til okkara landsdystir
hevdi ongin skadi verid i, at
fólk rýmdu, tí eingin hevdi
lagt merki til tað. Men vit
eru bert 2- 3000 fólk — tá eru
vit nógv til landsdyst — og tí
mugu vit standa saman um
at rópa á Føroyar. Næstu
ferð verða vónandi fleiri
fólk »organiserad«, sum tey
við duskunum, trummun-
um og rópa á Føroyar alt vit
eru ment.
Hóast alt vóru vit ikki so
nógv verri enn grikkar.
Koyrið á, Føroyar!!!
Finnbjørn Vang,
praktikantur
Vestfalskyrrindi
5. september: Tendring
8. september: Mánin næstur jørdini
0959 222
12. september: Fyrra kvarter R
1159 -
0026 1253
0814 2041
0908 2136
1014 2241
1108 2336
0859 2126
0953 2221
0914 2141
1008 2236
1053 2321