leygardagur 10. september 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 5
Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994
Tíðindablaðið (ST)!
Óli Zachariassen um broyttu dagfestingina:
Spyr Magnus
Valið stóð ímillum at uppskrúva kostnaðin fyri Skálafjall og at
lata alt fara, segði fyrrverandi stjórin á Skála Skipasmiðju í rætti-
num hósdagin
Sum nevnt í gjár í fråsøgn-
ini úr Føroya Rætti, játtaði
Oli Zachariassen, at hann
hevdi broytt dagfestingina í
sínum eintaki av såtimål-
anum um Skålafjall. Tad
hevdi hann gjørt eftir bod-
um frå advokatinum Magn-
usi Petersen. Eintakid av
sáttmálanum, sum hann
hevði broytt, og sum Skipa-
smiðjan hevði í varðveitslu,
varð tó ikki sent nøkrum
myndugleikum.
Óli Zacharissen segði, at
tað ikki var vanligt at broyta
dagfestingina, men hví
hetta varð gjørt, mátti
Magnus Petersen svara fyri.
Hetta við broyttu dagfest-
ingini leggur ákæruvaldið
stóran dent á, tí ákæruvald-
ið heldur, at teir broyttu
dagfestingina í sátmálan-
um, sum sendur varð skips-
kredittgrunninum, til aftaná
1. januar 1986, tí tá veitti
grunnurin væl lagaligari
lán.
Noyddist
Óli Zachariassen váttaði, at
sáttmálaprísurin var upp-
skrivaður, soleiðis at egin-
peningur var innbygdur.
Ákærin stríddist leingi við
at fáa fram, um hetta varð
gjørt fleiri ferðir, men hann
var ikki komin á mál, tá
dagurin var farin, men hann
heldur fram við avhoyring-
ini av Óla Zacgariassen
seinni.
19. oktober 1987 varð
sáttmálaprísurin hækkaður.
Tá var peningur til reiðaríið
innbygdur, segði Óli Zach-
ariassen. Hann var tå greið-
ur yvir, at P/F Vál ikki átti
pening, og kostnaðurin var
hækkaður, fyri at skipa-
smiðjan kundi fáa síu.
Skipasmiðjan hevði
frammanundan rykt eftir
fyrsta gjaldinum, men eing-
in peningur kom.
li Zachariassen varð
spurdur, hvussu tað bar til,
at P/F Vál fekk skipið 7.
januar 1988, sjálvt um tað
ikki var heilt liðugt. Or-
søkirnar til hetta vóru fleiri.
Ein var, at teir vildu hava
skipið við í 1987-roknskap-
in, og haraftat fall byggi-
lánið frá danska Handils-
bankanum til gjaldingar.
Læt skipasmiðjan íikki
skipið frá sær tá, hevði
landskassin verið noyddur
at goldið.
Aftur um tvær vikur
Hetta var fyrsta umfar av
málsviðgerðini. Nú verður
steðgur til mánadagin 26.
september.
Tá verður hildið fram við
at avhoyra reidaran Jørgen
Bech, sidan aftur Ola Zach-
ariassen, og teimum å baki
koma bankamenninir Hans-
Jørgen Laursen, Niels Juel
Nattestad, Eyðun Hammer
og Helgi Fossådal.
Teir bådir Jørgen Bech og
Oli Zachariassen hava fleiri
ferdir vist å, at summar
spurningar noyðist Magnus
Peteren at svara uppá, og
teir hava harvið líkasum lagt
ábyrgðina á advokatin.
Tað verður tó leingi enn,
til hann skal svara, tí Magn-
us Petersen er seinastur í
rødini. Ein orsøk til, at teir
goyma hann til seinast, er, at
Advokatskrivstovan, har
Magnus Petesen arbeiðir,
eisini røkir advokatvirk-
semi fyri Føroya Banka.
randi
SKÁLA-
Tað verður neyvan heldur í næsta umfari, um 14 dagar, at
advokaturin Magnus Petersen verður avhoyrdur. Bíðað
verður við honum til seinast, tí hann hevur ikki bara verið
advokatur fyri P/F Vål. Føroya Banki hevur eisini havt
Advokatskrivstovuna til tað løgfrødiliga *
Vigdis hevur áður havt framsýning í Smidjuni í Lítluvík
Trý í Smiðjuni
Í dag letur upp ein nýggj
listaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík.
Tað eru tey trý Vígdis
Sigmundsdóuir Højgaard,
Alma Brend Jóhannsson og
Magni Eivindsson Dals-
gaard, sum sýna fram
klippimyndir, akvarellir,
pastellir 0.a.
Vígdis hevur seinastu
árini fingist nógv við at
klippa. Hon er annars út-
búgvin innanduraarkitektur
og sjúkrasystir, og hon ar-
beiðir sum dagligur leiðari á
felagsinnkeypsdeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Alma er heimahjálpari og
hevur eisini Samhuga.
Magni er útbúgvin arki-
tektur og starvast nå sum
dagligur leidari å Leikpalli
Føroya.
Hesi try listafólkini hava
ådur havt framsyning sam-
an og hvør sær, umframt at
tey hava luttikid á ólav-
søkuframsyningini og hjá
Lions í fleiri ár.
Framsýningin hjá teim-
um trimum heldur fram til
hósdagin.
Gevast nú í Havn
Havnarfólk, sum ætla sær at
síggja sjónleikin "Skøkj-
urnar ganga fremst inn í
himmalin", mugu heldur
skunda sær. Nú verða bara
tvær sýningar aftrat í Havn,
ikvøld kl. 20 og í morgin kl.
16.
Í næstu viku fara limir í
Leikpalli Føroya til Skot-
lands at ferðast við leik-
inum "Royndin - variatiónir
yvir Nólsoyar Páll". Leik-
urin er umsettur til enskt og
vandur av nýggjum. Tey
eru boðin at hava tvær sýn-
ingar í Thurso og tvær í
Aberdeen.
Tátey koma heim aftur úr
Skotlandi, fer Leikpallur
Føroya at ferðast kring
Føroyar við leikinum
"Skøkjurnar ganga fremst
inn í himmalin". Eisini er
ælanin at hava serligar
sýningar um dagin fyri
skúlum miðan oktober.
ABBED
A DC eitsøtan
Láarvegur 14
ARBEIÐSHANDSKAR
til oll endamál — bæði á sjógvi og landi
Tórshavn - Tlf. 15828 - Fax 15893