Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 173 — 13. SEPTEMBER 1994 Síða5 ver n ki Fyra flokkar undirskrivaðu samgonguskjal Søgulig hending nú javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin fyri fyrstu ferð í 20 ár fara saman í landsstýrið. Tað er eisini fyrstu ferð, at javnadarflokkurin fær stóra målsøkid fíggjar- og búskaparmál at umsita. Tíðliga leygardagin und- irskrivaðu formenninir fyri teir fýra komandi samgonguflokkarnar undir samgonguskjalið. Teir fýra flokkarnir eru sambandsflokkurin, javnaðarflokkurin, verkamannafylkingin og sjálvstýrisflokkurin. Teir fýra formenninir eru Edmund Joensen, Marita Petersen, Óli Jacobsen og Helena Dam á Neystabø. Hesir fýra flokkarnir hava samráðst í umleið eina viku. Tað var aftan á, at fólkaflokkurin og sam- bandsflokkurin ikki kundu semjast um býti av máls- økjum, at sambandsfor- maðurin gjørdi av at sleppa royndini hjá sam- bandinum at fáa eina reint Samgonguskjalið varð eisini rættlisið, so hvert sum flokk- arnir samdust um, hvat skuldi standa í tí. Eyðá borgarliga samgongu og ístaðin vendi sær til núverandi flokkar at fáa eina samgongu tvørtur um miðjuna. Hóast tað bert gekk ein vika at fáa hesa samgongu upp á pláss, so hevur verið neyðugt at loysa nógvar knútar, áðrenn komið varð á mál. Tað skuldi sostatt ein heil nátt til at loysa seinasta knútin, býti av målsøkjum og nevndar- sessum. Tidliga leygarmorgunin var alt hetta tó greitt og formenninir í flokkunum kundi seta sína undirskrift á samgonguskjalið. Semja varð um at sambandið skuldi fáa løgmann og landsstýrismenn, tveir floksskrivari í Javnaðarflokkinum og Svenning Tausen ly Dimon, javnaðarflokkurin tveir landsstýrismenn og hinir báðir flokkarnir hvør sín. Býti av málsgkjum er vidgjørt aðrastaðni. Men her kann stutt sigast, at sambandið skal umsita fiskivinnmål og javnadar- flokkurin figgjarmål. Nyggja samgongan er søgulig. Hetta eru fyrstu ferd, at javnadarflokkurin og sambandid skipa sam- gongu f 20 år. Hetta er eisini fyrstu ferd, at javn- aðarflokkurin hevur fingið fíggjar- og búskaparmál at umsita. Ætlanin var at tingið skuldi koma saman til at velja nýggja landsstýrið månakvøld ella týsmorg- un. Síðani er tað hent, at sambandstingmaðurin Finnbogi Arge hevur boðað frá, at hann kann ikki taka undir við sam- gonguskjalinum. Hann hevur verið burturstæddur, meðan flokkarnir hava samráðst um samgongu- skjalið. Tað seinasta nýggja er, at tingfundur helst verður týsdagin seinnapart ella tíðliga mikudagin. jan Teir fýra samgonguflokkarnir samráddust í dagar og nætur, og tá var ofta neyðug t at fáa sær ein kaffimunn fyri ikki at sovna. Her er tað Sunnva Tyril, sum tosar við Joensen, og Ingeborg Vinther lurtar Myndir: Kalmar Tað hevur ivaleyst verið neyðugt at fáa ein blund, meðan bíðað varð eftir, hvat næsta stig í samráðingunum mundi føra til. Her hevur Hendrik Old smoygt skógvarnar av sær og roynir at blunda eina létu Hóast samgonguskjalið var til eftir bert seks samdøgrum, so er tað kortini ikki gjørt av handahógvi. Tað vóru eisini nógvar ivasamar løtur. Her síggjast Marita Petersen og Helena Dam á Neystabø