Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SHU Síða 16 Nr. 174 — 14. SEPTEMBER 1994 fólkatingsvalið 94 Undirgrund og Danating Samband mítt við danskar javnaðarmenn og aðrar danskar pol- itikarar kundi verið við til at tryggja, at undirgrundin framhald- andi er fóroysk og samtíðis heyði tú eitt stóði, hagani tú kundi virkað ímóti at borgarligir flokkar fara at skvatla møguligt ríki- dómi burtur til fáar “vinnulívsmenn" skrivar Atli Dam, fólka- tingsmaður í greinini. Atli Dam var løgmadur, tá undirgrundin varð yvirtikin og fer hann, verður hann afturvaldur í fólkatingið, framhaldandi at Atli Dam metir at hansara tætta tilknýti til danskar javnadarmenn kann við til at verja borg í undir grund- | armálinum. Her er hann saman við danska forsæti- | smálaráðharranum Poul Nyrup Rasm ussen. mynd jan verja borg í hesum máli og eisini mótvegis donsku stjórnini. Øll tey 17 árini undirritaði var valdur í landsstýri og andstøduårini við, hevði eg avgjørda stóðu til undir- grundarmálið og legði alla orku í at fáa eina loysn framda, sum bar føroyskan avgerðarrætt í sær. Flestu minnast hvussu langt og drigført hetta ar- beiði kendist. Sjeytiárini, tá Anker Jørgensen onki vildi »rafla« um, stóð í botni. I 1984 fingust danskir javn- aðarmenn á glið, men ráddi tá borgarlig stjórn í Dan- mark og fingu skiftandi landsstýri við mær, Paula Ellefsen og Jógvan Sund- stein onga loysn. Tó so. at í august 1988 sótu vit við so góðum kortum á hondini, at ein prinsippavgerð varð fingin saman við Poul Schliiter, sum åsannadi, at tad, sum ikki hevdi verid møguligt, nevniliga yvir- tøka av undirgrundarmål- um til sermål eftir nærri samrådingum. Kortini kom heldur ongin loysn landsstýrisskeiðið 1989-90, og vit hildu á í 1991 og 1992 at brynja okk- um. Sera dugnaligir embætis- menn og løgfrødingar kann- aðu rættarvidurskiftini úti í heimi og løgdu okkum kort- ini til rættis, soleiðis at í september 1992 var komið heilt og fult á mál. Ja, vit vunnu longur enn væntað, tí hugsandi hevði altíð verið, at avtala um itøkiligu troyt- anina av møguligum råevn- um mátti gerast við síðuna av. Vit kundu valt grøn- lendsku loysnina, við síná- millum sýtingarrætti (veto), sum t.d. sambands- flokkurin mælti til, men tað var avgerðarrættur um hvat kundi fremjast, hvar, nær og av hvørjum, vit ynsktu, og hann vunnu vit. Hetta hevði onki við spurningin um danir kundu fáa vinning burtur úr at gera, tað kundu teir sjálv- andi og vildu tað verið rímuligt, men tað kunnu teir so nú, um teir eru kapping- arførir. Havi so ofta sagt, at finn- ast råevni i undirgrundini, må so mikið vera til fyri at fáa íløgur framdar, at nóg mikið verður til allar partar. Í september 1992 vóru forsíðurnar ruddaðar, út- varp og sjónvarp fagnaðu, og frøin var stór um landið alt. Áhugavert at minnast, nú undirtøkan til løgtingsval gjørdist so soltin. Orsøkin til at eg nevni hetta, er at langt er å mål. I hesum stóra spurningi eigur framvegis at verða farið varliga fram og telvað við skili. Vit royndu at geva em- bætismonnum og samráð- > Atli Dam, táverandi løgmaður leggur danska forsætisráð- harranum, Poul Schlu- ter lag á, nú ein hin mest týðandi undir- skriftin í Føroya søgu skal festast niður á biad. Mynd kalmar