Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða6 Nr 175—15. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostafurin“) Nýggi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum: Ein avbjoding sum neyvan kemur aftur - Tað er torført at skula fara úr starvi sum kommunulækni, men av tí at hetta bert er fyri eina aumarkaða tíð, og eisini tí hetta økid er av slíkum slag, sum eg haldi meg vera skikkaðan til, so tók eg av, sigur Andreas Petersen í telefonini ur Gøtu, har hann fyrrapartin í gjár var at hitta í vidtaluhølinum Andreas Petersen, kommu- nulækni í Gøtu, verður landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum í Tinga- nesi. Hann er 47 ára gamal, føddur í Oyndarfirdi, men flutti átta ára gamal til Klaksvíkar við foreldru- num Arna og Martinu Pet- ersen, har barnaheimið var á Kósini. Pápin doyði í 1983. Hann er giftur við Katrin Zachariasen og tey eiga tvey børn, sum eru 16 og 20 ár. Katrin er lærari á Hand- ilsskúlanum í Kambsdali. Altíð verið javnaðarmaður Andreas Petersen sigur við Sosialin, at hann hevur ver- iðjavnaðarmaður alt lív sítt, er aldur upp í javnað- arheimi, og var við til at stovna SU í 1965, tá hann gekk á studentaskúla í Hoy- dølum, har hann fekk prógv í 1968. Eftir hetta var hann lærari eitt ár í Klaksvík, og fór síð- ani til Danmarkar at lesa til lækna. Hann fekk prógv í 1977. Í tvey ár var hann lækni í Klaksvík og í Havn, og fór í 1980 til Svørikis at fáa sær serútbúgving í al- menna medisin. Andreas Petersen hevur verið kommunulækni í Gøtu í 10 ár. - Tað var ikki bara sum at siga tað, at játta at fara í Tinganes fyri javnaðar- flokkin, tí tað er torført at finna avloysarar í hesum yrki. Hetta arbeiðið hevur við menniskju at gera, og tí er torført bara at fara avstað. - Eg havi nú verið lækni her í 10 ár, og tá er tað kanska heldur ikki burtur- við at fáa møguleika at fara burtur eina tíð. Tað hevur eisini týdning, at hetta bert er fyri avmarkað tíðarskeið, sigur Andreas Petersen. Fortreytir eru í lagi - Hinvegin, so er hetta eitt tilboð, sum tú bert fært eina ferð í lívinum, og tað er serliga eisini ein avbjóðing, av tíateg havi innlit í hesum målsøki. Hevði eg fingið bjóðað annað málsgki, so hevði eg ikki tikið av, sigur Andreas Petersen. Nýggi landsstýrismaður- in vil ikki gera serligar við- merkingar til, hvgrjar hugs- anir hann ger sær um ar- beiðið í Tinganesi. - Tað er ov tíðliga at tosa um.Vit mugu fyrst kanna, hvat kann gerast, og hvørjir tankar hinir partarnir í landsstýrinum gera sær um hetta gkið. Eisini hevur tað tydning fyri mítt målsøki, hvørjar avtalur vit fáa við danir. - Tað verður neyðugt at samskipa almanna og heilsumál, og at fáa sum mest fyri tann pening, sum er tøkur, uttan tó at minka um tænastustødid. - Vit hava eisini fingid einarammulóg, sum iløtuni liggur í tinginum. Hon gev- ur okkum møguleika at gera serføroyskar sosialar lógir, uttan at vit nytast at spyrja danir. - So eru tad spurningar um ellis- og røktarheim, og hvat kann gerast å hesum øki, eitt nå um tað er rætt at byggja stórar stovnar, ella um vit ikki heldur skulu hava smærri eindir í heima- umhvørvinum. Sosiala trygdarnetið - Tað mest umráðandi er, at vit i samgonguskjalinum hava varðveitt sosiala trygdarnetið og í ávísum fórum kunnu beta um um- støðurnar, uttan at tað kost- ar tær stóru upphæddirnar. - Ein álvarslig uppgáva verður at steðga fólkaflyt- ingini og veita fólki so góð- ar sømdir her heima, at tey ikki fara avstað. - Tað er einki minni enn ein sorgarleikur, sum nú fer fram, serliga tað, at smá- børn og hálvvaksin, sum hava búleikast í føroyskari bygd, nú skulu flyta í stór- byarumhvørvid, kanska í eitt háhús uttan fyri Keyp- mannahavn at búgva. - Hetta tekur grundarlagið undan børnum okkara, og gevur teimum vánaligt sosi- alt stødi í uppvakstarårum. - Tað kann hetta samfel- agið ikki góðtaka. - Tað er rætt, at teir før- oyingar, sum flyta til Dan- markar, hava betur sosialar umstødur enn vit kunnu bjóða í Føroyum, men danir kunnu ikki verða áhugaðir í at taka ímóti føroyingum, heldur enn at geva okkum møguleikar at búleikast her álandi, sigur Andreas Peter- sen Einki itriv Andreas Petersen hevur for- treytimar at starvast á al- mannagkinum, men hann hevur eisini verið virkin í fakfelagsarbeiði. Hann er nevndarlimur í Kommunu- læknafelagnum og í Lækna- felagnum. Hann hevur arbeitt sum læknaligur ráðgevi á Al- mannastovuni eitt skíti. Hetta er eisini eitt av upp- gávugkinum í Tinganesi. Spurdur, um hann hevur nakað itriv, verður tøgn í telefonini, har henda sam- rødan verður gjørd. - Nei, eg havi ikki nakað beinleiðis ítriv, undantikið at eg havi áhugað fyri sam- felagmálum 0.t., men tað er arbeiðsbyrðan ikki til, tá tú arbeiðir sum kommunu- lækni í Føroyum. Vit eru bundnir allan sólarringin. Tí verður frítíðin oftast nýtt til at fara til Klaksvíkar at vitja mammu, ella til Sands at vitja familjuni hjá konu míni, sigur Andreas Peter- sen skundisliga í telefonini, tí nú ringir ein onnur tele- fon. Nýggi landsstýrismaður- in var framvegis kommunu- lækni í Gøtu mánadagin. Orð: Dagn Mynd: Kalmar Ikki so Mannbjern í Grund! Eg skilji væl skriv títt í Sosialinum týsdagin. Lat meg byrja við at siga, at eg havi verið ógvuliga hugtikin av tí arbeiði, sum hevur verið gjørt vesturi í Irmingarhavinum bæði av teimum, sum eiga Beinir, og teimum, sum sigla við. Men sum so mangt annað, so hevur hetta sína forsøgu, sum ikki er so gomul. Tá táverandi Skálafjall fór av knóranum og å tvang, varð landsstýrið spurt, um kvotan hjá Nónhamri kundi flytast til henda bátin, og so lata Nónhamar fara úr flot- anum. Tað vísti seg, at heili trý feløg høvdu hug at bjóða uppá bátin, so tá til stykkis kom, varð hann seldur til Havnar. Sáttmáli, undir- skrivadur av báðum pørt- um, varð gjørdur millum landsstýrið og reiðaríið hjá Beiniri um, at teir skuldu hava kvotuna hjá Nón- hamri, og hóast kvotan í framtíðini kundi hækka í Barentshavinum, so skuldi henda umtalaða kvotan ikki hækkað. Hatta vóru treytirnar. Sum gongdin hevur verið, er tað harmiligt og virkar kanska hart, at man íkki víkir frá teimum treytum, sum vóru settar tá, men eg haldi ikki landsstýrið hevur heimild til tess, tí tað vildi verið at snýtt teir, sum bjóð- aðu uppá bátin, og sum lupu frá keypinum, tí teir mettu, at treytirnar vóru ov harðar. Um báturin nú verður seld- ur aftur, so er stødan ein onnur. Nú fæst at síggja, hvat nýggja landsstýrið ger, men mín meining er, at kvotan eigur at verða hækk - að, um tað er neyðugt fyri at báturin skal verða verandi í landinum. Harmiligt hevði verið, um báturin fór av landinum, tí hann er tann einasti av >svartkjaftabát- unum“, ið er eftir. Annars er tað nokkso á- hugavert við treytum og føroyingum. Tað sær út sum at treytir bert eru fyri hini og ongantíð fyri okkum sjálv. Í rættinum eru nógvar sakir í dag viðvíkjandi egin- peningi og annað sovorðið, har treytir eru, sum onkur hevur roynt at sloppið sær undan. Avtalan við Danmark var eisini eitt dómi; har vildu vit í síðsta enda bara kennast við rættindini, og tá treyt- imar skuldu lúkast, so var galið. Allan vegin sær út til, at føroyingurin av eini ella aðrari orsøk roynir at smoyggja sær undan treyt- um, men bara vil hava rætt- Vit koma ikki uttanum, at >