Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (STÐ. Sida 8 Nr. 175—15. SEPTEMBER 1994 Svend Thulesen, um møguliga nýggja fiskimálaráðharran: Jákup í Lopra er ikki tann ringasti — Hann er reellur og hann er ikki ein maður sum bert heldur, at hann hevur rætt. Hann dugir at taka onnur sjónarmið við í stødutakanina. Eisini er hann sumbingur, sigur Svend Thulesen Tá blaðið fór til prentingar í gjár, talaði alt fyri, at Jákup í Lopra, fór í Tinganes at umsita fiskivinnumål. Tó aftaná tíðindini í útvarp- inum á middegi var alt Ógreitt aftur. Tá var bert vist hvor skuldi vera løgmaður, nevniliga Edmund Joensen, men hverjir sambands- menn annars sum skuldu umboða flokkin í Tinganesi var heilt ógreitt. Tíðindini skiftu fyri hvønn hálvan tíman ið gekk. Jákup í Lopra hevur verið vinnulívsmaður í mong ár. Hann hevur havt mong ålitisstørv innan vinnuna, eitt nú innanfyri Fiska- søluna. Vit hava spurt Svend Thulesen, reiðara hvat hann heldur um nýggja møguliga — fiskimålaråd- harran. Teir hava arbeitt i mong ár saman sum reið- arar, kanska serliga inn- anfyri Fiskasøluna. — Vit kundu fingið tað i verri er, tad er heilt vist. Eg havi kent Jåkup i Lopra síðan vit vóru smådreingir frá skúlaárum. Eg lærdi hann aftur at kenna sum vaksin, tá hann byrjaði í Suðurfisk og síðan á Polar- frost, sigur Svend Thulesen. - Hann er ein reellur maður, sum ein kann líta á . Hetta sigi eg, hóast vit íkki altíð hava drigið eina línu, hava verið samdir. Tað er heldur ikki vist, at eg verið samdur við honum, eitt nú Seinastu tølini frå Hagdeildini: um hansara politikk í Bar- entshavinum, sigur Svend Thulesen. --Jákup í Lopra hevur góð samstarvsevnir og hann er ein maður, sum dugir at lurta. Tað eg kenni hann, so roynir hann at síggja eitt mál frá fleiri síðum. Tað er ikki soleiðis, at hann heldur bert seg hava rætt og hann hevur vítt útsýni, hann dugur at síggja heildina, hann fer ikki í smálutir, sigur Svend Thuelsen. — Nú er bara at vóna, at hann ikki dettur í somu grøv sum so mangir aðrir at hann gerst lokalpolitikkari frm un landspolitikkari. Jákup er ikki so galin, og so er hann eisini sumbingur. sigur Svend Thulesen. jústinus Svend Thulesen hevur kent Jákup í Lopra síðan skúlaárini í Vági. Hann lýsir møguliga nýggja fiskimálaráðharran sum ein reellan mann, sum ein kann hava álit á. Hann hevur góð samstarvsevnir, men hann er heldur ikki bangin fyri at taka eina stóðu. Mynd: Kalmar Danir stórt yvirskot í samhandlinum við Føroyar Higartil í ár eru 22 prosent av okkara útflutningi farin til Danmark, meðan 35 prosent av okkara innflutningi kemur úr Danmark Danir hava ikki bara út- reiðslu av ríkjasamband- inum við Føroyar. Seinastu tølini hjá Hagdeildini sýna svart uppá hvítt at í sam- handlinum við Føroyar hev- ur Danmark eitt stórt yvir- skot. 22 prosent av øllum tí før- oyingar hava útflutt fyrra hálvár í ár í krónum og oyr- um er útflutt til Danmark. Men danir havaeisini selt til Føroyingar. 35 prosent av vørunum føroyingar inn- fluttu fyrstu seks mánaðar- nar í ár hava sín uppruna úr Danmark. Hetta eru vørur sum eru framleiddar í Dan- mark og hesar vørur geva donsku framleiðarunum tydningarmikla inntøku. Næststørsta keyparaland- ið av føroyskum vørum er Bretland. Fyrstu seks mån- aðarnar í ár fór 21 prosnet av føroyska útflutninginum til Bretlands. Men bretar fåa ikki sama vinning í samhaldlinum við Føroyar sum danir. bert 11 prosent av okkara innflut- ningi fyrra hálvár í ár kom úr Bretlandi. Tað landið, sum hevur størsta vinningin, í sam- handlinum við Føroyar er Noreg. 18 prosent av okk- ara innflutningi fyrra hálvár í ár kemur í Noregi, meðan ongin útflutningur fór til Noregi. Teir keyptu ikki fyri eina krónur frá okkum. Hvorki í fjør ella í ár er nakað nýtt skip keypt, sum kann åvirka tølini. Í sam- handlinum við Noregi er tað serliga útgerð og og fóður til alivinnuna, sum ger seg galdandi. Okkara útflutningur til USA og Japan er bert sjey prosent og fýra prosent av okkara innflutningi kemur úr hesum londum. jústinus Poul Mohr: Jákup í Lopra veit hvat hann vil Tá vit frættu, at ætlanin var at Jákup í Lopra skuldi í Tinganes sum fiskimálaráðharri, royndu vit at fáa við- merkingar frá vinnu- lívsfólki um hvat teir hildu um okkara nýggja fiskimálaráðharra. Jákup í Lopra hevur havt nógv samband vid Tórshavnar Skipasmið- ju seinastu 30 árini. — Hann er ein maður við "sine meningers mod". Hann veit hvat hann vil, Vithava mang- an dystin havt, men tað er altíð endað í semju, sigur Poul Mohr. — Men hvussu hann fer at roynast sum fiski- málaráðharri, tað veit eg ikki. Eg havi alt gott at bera Jákup. Tú veit hvar tú hevur hann, tú veit absulutt hvar tú hevur havt hann. Ein tfllik dygd er týdningarmikil fyri ein landstýrismann, sígur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmið- ju. Tá blaðið fór til prentingar var enn ikki stóða tíkin til um Jákup í Lopra fór í Tinganes. jústinus