hósdagur 15. september 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 175 — 15. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sesfaturin |
Trelleborg
vann 1-0 á
Blackburn
Svenska liðið, ið GÍ tepurt mátti lúta
fyri í fyrsta umfarinum í UEFA Cup-
kappingini, tók øll á bóli tyskvøldid
við at vinna 1-0 á enska Blackburn.
Og skotska måtstødulidid hjá HB,
Motherwell, tapti óvæntað >bert< 1-0
móti týska Borussia Dortmund
Vóru vit føroyingar positivt
bilsnir av gøtumonnum, at
teir bert heilt tepurt taptu
seinna dystin móti svenska
liðnum Trelleborg FF í inn-
leiðandi umfarinum í UEFA
Cup-kappingini — saman-
lagt var talan um eitt 4-2 tap
— eru sviar ikki minni posi-
tivt bilsnir og eisini bein-
leiðis ernir av víðari avrik-
inum hjá suðursvenska liðn-
um, ið tyskvøldid tók øll á
bóli og vann á felagnum hjá
fyrrverandi bretska stór-
spælaranum Kenny Dalg-
lish, Blackburn Rovers.
Svíarnir vóru snøgt sagt
um ein háls at kalla allan
dystin, meðan stórspælarar
sum Allan Shearer — skor-
aði í farnu viku bæði málini
hjá Onglandi móti USA —
og Chris Sutton kappaðust
um at brenna heilt upplagd-
ar målmøguleikar.
Tað var stórt sæð bert ein-
um av spælarunum hjá svi-
unum fyri at takka, at teir
ikki fóru avstað aftur við
stórtapi — nevniliga polska
málverjanum Ryszard Jan-
kowski, ið stóð ein avbera
góðan dyst í málinum hjá
Trelleborg. Hann var alla
tíðina á rætta stað til rætta
tíð, og ferð eftir ferð sýndi
hann klassa, tá hann onk-
ursvegna fekk tileinkisgjørt
tær mongu og næsku roynd-
imar hjá Blackbum.
Sviarnir skoraðu
móti endanum
Tað restaðu bert 19 min-
uttir, tå sviar fingu sín stóra
kjans. Verjan hjá Blackburn
var illa skipað í einari ein-
stakari stóðu, og tað var nóg
mikið til, at Fredrik Sandel!
kundi slíta seg leysan og
fara púrasta einsamallur inn
í brotsteigin og skjóta bóltin
fram við Tim Flowers í mál-
inum hjá Blackburn. Bólt-
urin fór um handaru stong í
málið til 1-0, og sjálvsagt
kundu sviarnir ikki fjala ta
Ovurstóru frøi, at teir heilt
og púrasta óvæntað kundu
sleppa av vellinum við sigri
—enntå uttan tveir av grund-
stuðlunum á liðnum, ið sóu
reytt móti GÍ.
Samstundis vísti sjón-
varpsskermurin ein bleikan
og fáorðaðan Dalglish, ið
avgjørt ikki hevði væntað,
at hansara menn, ið høvdu
havt álop oman á álop, so-
leiðis skuldu verða søktir av
hesum eina kjansinum, ið
Trelleborg fekk.
Nú er ikki óvist, at mót-
stødulidid hjá GÍ enntá fer
at sleppa víðari í kapping-
ini, tí Blackburn hevur mist
ein fyrimun, við tað at svi-
unum eydnaðist at skora á
útivelli — tey málini telja
tvífalt í UEFA Cup og hin-
um europeisku kappingun-
um.
Motherwell fekk
eisini »gott« úrslit
Tað er eingin loyna, at
skotskur fótbóltur stendur í
skugganum av fyrst og
fremst enskum fótbólti, men
eisini fótbóltinum aðra-
staðni í Europa.
Tí kom tað eisini dátt við
hjámongum, at Motherwell
bert tapti 1-0 móti Borussia
Dortmund á útivelli. Moth-
erwell var mótstøðuliðið
hjá HB í UEFA Cup-kapp-
ment.
Væntandi var, at tyska
liðið fór at koma á vøllin við
vindmegi 25 móti skotun-
um, og at heimadysturin
skuldi tryggja týskarunum
tað, ið neyðugt var, fyri at
fáa víðari luttøku. Men nú
er einki avgjørt, ti á
heimavelli ber Motherwell
orð fyri at kunna sýna stóra
styrki — og meira býr í
skotunum, enn teir vístu, tá
teir beindu fyri HB í UEFA
Cup-kappingini.
Onnur úrslit
Umframt liðini, vit kenna
frá føroysku UEFA Cup-
dystunum, vóru eisini onn-
Motherwell, ið HB
spældi ímóti, tapti við
einum máli móti Bo-
russia Dortmund
Mynd: Hilmar Jan
ur merkisverd úrslit í hesi
kapping tyskvøldid, tá hugt
verður at, hvussu grannar
okkara kláraðu seg.
Norska liðið Rosenborg
úr Tróndheimi fekk eitt sera
gott úrslit týskvgldið, tá tað
á heimavølli eydnaðist at
vinna 1-0 á spanska liðnum
Deportivo la Coruna, id tel-
ist millum frægastu liðini í
Spania. At norðmenninir í
besta føri kundu klára javn-
Landskappingin í fótbólti
nærkast endanum í teim-
um ymsu deildunum, og
um vikuskiftið skulu før-
oyameistararnir finnast í
fleiri av teimum yngru
deildunum.
Leygardagin verða tey
endaligu umførini í smá-
piltadeildini, smágentu-
deildini, gentum 10-12 ár
og pinkum. ;
I Havn skulu B68, IF,
Streymur og HB kappast
um FM-heitið í småpilta-
deildini, medan hini fel-
øgini, ið ikki komu í FM-
gentum 10-12 år og
leik å heimavølli, høvdu
fleiri kanska væntað og vón-
að, men at Rosenborg skuldi
vinna á spaniólunum, er eitt
rættiliga óvæntað úrslit.
Tvey donsk lið vóru eisini
í UEFA Cup-dysti tyskvøld-
ið. OB, ið átti at verið betri
enn norðurírska Linfield,
fekk bert javnleik 1-1 á úti-
velli, men hevur so sjálv-
sagt fyrimun av útivallar-
málinum og kann helst kiåra
FM-kappingar
i yngru deildun-
um leygardagin
Við kappingum í Havn, Gøtu, Klaksvík og Sanda-
vági skulu FM-vinnarar finnast í småpiltadeildini,
pinkum, meðan FM-heitid í små-
gentudeildini verður endaliga avgreitt 24. september
bólkin, skulu kappast í
Leirvík. Tey liðini eru
LÍFa, NSÍa, HBa, TBa,
Glb, Skála b, HBe, Kle,
NSIc og vinnarin av mið-
øki 3.
Kappingin um føroya-
meistarahe id hjá gentum
10-12 ár verður í Klaks-
vík, og har kappast NSI,
HB, Skála og KÍ, meðan
hini liðini, ið íkki komu
við í FM-bólkn, kappast á
Toftum. Tey eru Kla, GÍb,
AB, B71, NSÍa og NSÍ.
Pinkurnar skulu finna
sín fóroyameistara í kapp-
GR,
Trelleborg FF — mót-
stødulidid hjá GÍ —
vann óvænatað týs-
kveldið á Blackburn
Mynd: Hilmar Jan
seg betur á heimavelli um
fjúrtan dagar.
FC Keypmannahavn, ið
vann DM í 1993 og gjørdist
nummar tvey í 1994, er í løt-
uni botnproppur í donsku
superliguni. Í farnu viku
varð venjarin Keld Kristen-
sen avloystur av fyrrverandi
venjaranum, Benny Johan-
sen, og undir leiðslu av hon-
um fekk FC Keypmanna-
havn ikki so galið úrslit móti
Slovan Bratislava. Danirnir
taptu 1-0, men tað var tó eitt
nógv frægari úrslit, enn
væntast kundi framman-
undan. ;
Grannar okkara í Íslandi
kunnu vidhvørt syrgja fyri
onkrum óvæntaðum úrsliti
—eisini, tá íslendsk feløg eru
úti í Europa og royna seg.
Men íkki bar til hjá ÍA av
Akranesi, ið á heimavølli
mátti lúta fyri týska liðnum
Kaiserslautern. Talan var
um so mikið stórt tap, at IA
ikki hevur møguleika at
bóta stórvegis um tað á úti-
vølli — Kaiserslautern vann
dystin 4-0.
hj.
ing i Sandavågi, og har eru
tað AB, IF, B36 og SIF, ið
dystast um FM-heitid
Í Gøtu verður fyrra un
farið í kappingini um før
oyameistaraheitid í s
gentudeildini millum B3
KI, NSÍ og GI. Har verðu
endaliga umfarið spælt í
Runavík leygardagin 24.
september. Hini liðini, ið
ikki eru í FM-bólkinum,
kappast á Sandi nú leygar-
dagin. Tey eru B71, B36b,
AB, Skála b og EBb.
bj.
Jógvan og Zacharias vunnu
Av tí, at vit hava fingið
skeivar upplýsingar um
tenniskappingina, ið her
i blaðnum varð umrødd
í gjár, skal her koma ein
rætting til úrslitið í fin-
aluni í tvímansleiki hjá
monnum. Hana vunnu
Jógvan Poulsen og Zach-
arias Bech 2-1 á Martini
Heinesen og Krisjani
Christiansen. Martin Si-
monsen og Jåkup Sverri
Kass, ið stóðu at vinna,
vóru als ikki í finaluni —
teir taptu aðra av semi-
finalunum. Vit biðja les-
arar og spælarar halda
okkum til góðar, men vit
høvdu fingið skeiva upp-
lýsing um úrslitið.