Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið CD Spennandi endaspurtur hjå unglingunum: HB tók FM heitið frå B36 í síðsta minutti Ógvuliga spennandi finala í Gundadali Teir 250 áskoðararnir fingu spenning við lít, tå HB fyrrakvøldid fyri 14. ferð vann FM heitið í unglinga- deildini. HB skuldi í minsta lagið greiða javnleik fyri at enda ovast, meðan B36 gjørdist meistarar, um teir vunnu. B36 var á odda 1-0, ul tað restaðu tjúgu sekund av vanligu leiktidini. Tá skor- aði liðskiparin hjá HB, Eyð- stein Mortensen, upp á brotsspark, sum Sigmund av Teigum, málverjin hjá B36, gjørdi móti Julian Johnsson. B36 verjan var ikki nóg vakin, Julian fór einsamallur í vinstru, men hann hevði prikað bóltin langt frá sær, og tað var óneyðugt, at málverjin var lopin úr málinum, og at hann feldi HB leikaran. Tiggju móti ellivu Fyri B36 mundi tað kenn- ast ógvuliga nipið at spæla av við FM heitið so stutt undan dystarloki. Tað hevði annars sæð út til, at dystur- in, sum bara í løtum var væl leiktur — B36 syndi betra lidavriki, medan HB mest dúvaði upp á einmans avrik — vard avgjørdur sidstu fimm minuttirnar av fyrra umfarinum. Tá varð fyrst ein av HB verjuleikarunum rikin av vølli fyri høvud- leysa hevnisøku langt úti á vellinum móti ósekum B36 leikara, og so skoraði Gunnar Nielsen dygst und- an hvíldini. Allan Manai sendi væl inn fyri, og í dysti við tveir verjuleikarar eydn- aðist tað Gunnari at stúta í longra hornið. B36evnadi ikki at fáa fult gagn av, at teir allan seinna hálvleik vóru ellivu móti tiggju. HB tysti spælið á B36 hálvuna, og tað var tríggjar ferðir um reppið, at John Heri Dam javnaði. Besti møguleikin var, tá hann úr seks metra fjarstødu stútaði innlegg úr høgru, men Sigmund av Teigum bjargaði frålikt til horna. Tá HB flutti fólkið langt fram, var møguleikin fyri skjótálopum í hinum end- anum góður, og í slíkari stóðu átti Gunnar Nielsen at avgjørt. Hann varð spældur púra leysur við diagonal- bólti frá Zachariasi Bech úr høgru, men ålopsleikarin tók frå, tå hann úr vinstru nærkaðist Dånjali Bærent- sen i málinum, og skotið rakti stólparótina. Fjáltur á B36 Síðstu fimm minuttirnar tóktist fjáltur at vera á fleiri B36 monnum. Teir hugsaðu meiri um klokkuna, enn um at stríðast fyri at varðveita leiðsluna, og so noyddust teir at hyggja at, meðan Ják- up Simonsen frá FSF hongdi gullið um hálsin á HB leikarunum, sum eisini vunnu steypið hjá Sverra Trónd Hansen til ognar. Bestir á einum iøvnum NSÍ fær bronsuna í morgin Stóri spenningurin miku- kveldið um, hvar heiðurs- merkini í unglingadeild- ini fóru at enda, førdi við sær, atneyðugt var at hava bæði gullið, silvurið og bronsuna í Gundadali, har tvey av liðunum spældu. Bronsuvinnararnir úr Runavík fáa síni heiðurs- merki á Toftum í morgin, har fleiri av teimum eisini spæla við 2. deildarliðn- um hjá NSÍ móti B68. Eyðstein Mortensen, liðformaður hjá HB, tekur her móti ognarsteypinum í unglingadeildini frá Ják- upi Simonsen, ið umboð- aði Fótbóltssambandið í Gundadali mikukvøldid Mynd: Poul Hansen B36 liði vóru Bogi Vang á aftasta manni, Jan Guttesen á midvøllinum og Sigmund av Teigum í málinum, tá sæð verður burtur frá óhepna leiklutinum í síðstu løtu. Hjá HB skaradu John Úrslit: NSÍ-KÍ 3-1 (1-0) 1-0: Kári Hansen 1-1: Høgni Kastalag 2-1: Jénstein Petersen HB (gul 6 3 B36 (silvur) 6 3 NSÍ (bronsu) 6 4 KÍ 6 0 | | á se | Málskjúttar: Jørgin Meitilberg Kári Hansen Gunnar Nielsen John Heri Dam Jónstein Petersen Hans Jákup Johansen Flóvin Jespersen Heðin Lamhauge Sjúrður Jacobsen Zacharias Bech Tórarin Hentze Høgni í Jákupsstovu Óla Hendrik av Fløtum Høgni Hansen Eyðstein Mortensen Uni Mortensen Símun Waag Høgnesen Mourits Jacobsen Høgni Kastalag Ólavur Kjølbro Egil Leivsgarð Torleif Eyðun Petersen Anton Højgaard Jóhan Jacobsen Jákup Martin Joensen Eyðstein Skipanes Hagtøl unglingar FM Endaliga stødan: 21 19- 7 8 2 Í 12- 5 8 052 15-11 8 0 6 6-29 0 HB, vinnari av unglinga- deildini 1994. Aftast frá vinstru: Oddbjørn Joen- sen, venjari, Jørgin Meitil- berg, Ola Hendrik av Fløt- um, Hedin Lamhauge, Eyð- stein Mortensen, Julian Johnsson, Mikkjal Thom- sen, Flåvin Jespersen, Reg- in Reinert, Eirik Rasmus- sen, hjålparvenjari. Fremst frå vinstru: BernhardPeter- sen, Jåkup Jacobsen, Høgni Hansen, Dånjal Bærent- sen, Eigil Olsen, Uni Mort- ensen, Teitur Johannesen, Gunleif Blåsvær og John Heri Dam Mynd: Poul Hansen Heri Dam og Julian Johns- son framiir. Vit ynskja HB ullukku vid FM heitinum. -nn- HB-B36 1-1 (0-1) 0-1: Gunnar Nielsen 1-1: Eyðstein Mortensen (br.) Z (24) ed dend ment pen) ed jen þu det ed ten bend þe jen sent bet ert set em DO) ÞJ KJ BO (2 0 LA ON =