týsdagur 20. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
við skili!
TÅ løgtingsval er, skulu føroyingar
velja 32 umbod. Tå ber til hjå einum
flokki vid bert umleid 6 prosentum
av atkvødunum at fua enntá 2 um-
bod vald.
ØDRVISI er nú talan er um val til
fólkatingið. Nú skulu vit einans
velja 2 umboð. Teir smáu flokkarnir
hava tí ongan kjans at fáa umboð
valt, og tey, sum atkvøda fyri hesum
flokkum, gera tað til onga nyttu.
VIÐ seinasta legtingsval fingu teir
triggir størstu flokkarnir hesar at-
kveður:
Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin
Javnaðarflokkurin
5974
4080
3917
SJÁLVT um sambandsflokkurin
ikki skuldi fingið so nógvar atkvød-
ur til fólkatingsvalið, so er eingin ivi
um, at hann fær ivaleyst av atkvød-
um til at fåa annad umbodid.
SEINASTA veljarakanningin gevur
bæði fólkaflokkinum og javnaðar-
RÆLSI- JAVNAÐUR - BRØDRALAG
mOJøensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: P/T Saslalurin
Pronr. P/ Pressan 1981
flokkinum framgongd i mun til løg-
tingsvalid. Framgongdin er umleid
tann sama hjá báðum flokkum, so
um kanningin er á beinari leið, so fer
fólkaflokkurin at liggja framman-
fyri javnaðarflokkin og fær sostatt
hitt umboðið.
MEN hyggja vit eftir atkvødutalin-
um frammanfyri, síggja vit, at mun-
urin ímillum javnaðarflokkin og
fólkaflokkin er bert 163 atkvødur.
Tað skal tí ikki so nógv til at tað
verður javnaðarflokkurin, sum fær
annað umboðið.
STRÍÐIÐ stendur tí ímillum fólka-
flokkin og javnaðarflokkin.
TEY, sum valdu hinar flokkarnar til
løgtingsvalid, mugu gera sær greitt,
at hesir flokkar fáa einki fólkatings-
umboð, og ti er eingin orsøk til at
velja hesar.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevði
stóra afturgongd vid legtingsvalið.
Ikki er so vist, hvønn tær atkvødur
fóru til, sum javnaðarflokkurin
misti, men einki er at ivast í, at
nakrar fóru til sambandsflokkin,
sum fekk so stóra framgongd og
nakrar til nýggja flokkin, verka-
mannafylkingina, sum fekk heili trý
umboð á legtingi.
VIÐ tykkum, sum fóru frá javnaðar-
flokkinum og valdu verkamanna-
fylkingina til legtingsvalið vilja vit
siga, at um ikki javnaðarflokkurin
tók um endan, tá landsstýrið skuldi
skipast, so hevði verkamannafylk-
ingin nú sitið í andstødu á tingi og
hevði onga åvirkan havt. Tit høvdu
tá einki fingið burtur úr at skifta
flokk. Men tað, at javnaðarflokkur-
in tók um endan, gjørdi, at tit fingu
ávirkan, bæði á legtingi og í lands-
stýri. Hevdi javnaðarflokkurin ikki
komið uppí, hevði endin verið, at
landið bleiv stýrt eftir tí samgongu-
skjalinum, sum verkamannafylk-
ingin vísti frá sær, og sum einans
hevði til endamáls at livga nøkrum
arbeiðsgevarum. Nú er bert at vóna,
at verkamannafylkingin og javnað-
arflokkurin finna eitt gott samar-
beiðsstev.
67. ÁRGANGUR
Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Telefax: 14720
MEN nú til fólkatingsvalið fáa tit
onga ávirkan við at velja verka-
mannafylkingina, uttan at tit
tryggja, at ein fólkafloksmaður
verður valdur. Og minnist til, at
fólkaflokkurin átti tað mesta av tí
borgarliga samgonguskjalinum,
sum tykkara tingmenn ikki vildu
vita av.
TIT, sum fóru frá javnaðarflokkin-
um til sambandsflokkin, við tykk-
um vilja vit siga, at sambandsflokk-
urin fær annað umboðið eisini uttan
tykkara hjálp. Tað einasta, tit fáa
burtur úr at velja sambandsflokkin,
er at hjálpa fólkaflokkinum.
SUM sagt, tað, sum veljarin hevur
at taka stødu til, er: vilja vit hava
eitt javnaðarumboð ella eitt fólka-
floksumboð á fólkating.
VALIÐ er tykkara.
SOSIALURIN
( Lesarabrøv | )
Folkatingsvalid 1994
Eftir í langa tíð at vera órógvað
av trupulleikunum av at fáa
landsstýri skipað — ikki minst
deyðamóð av taktiska spæli
fólkafloksins og innanhýsis 6-
semju í sambandsflokkinum —
eru vit nú hóast alt komin til
sættis við nýggjum landsstýri.
Við tí møsni og undanførsl-
um fyri at taka ábyrgd, fólka-
flokkurin sýndi og eisini til eitt
vist partar av sambandsflokk-
inum, skuldi tað verið gllum
føroyingum greitt, at tað ikki er
nakað minni enn ólukka fyri
Føroyar at fáa fólk úr hesum
flokkum á danating.
Fyri sonn javnaðarfólk og
føroyingar allar er fólkatings-
valið hesuferð lættari enn
nakrantíð. Tað kann bert verða
til eitt rungandi ja til javnaðar-
flokkin, tann flokk, sum heldur
ikki slapst uttanum til at fáa
okkum eitt stýri aftur í Føroy-
um.
Við javnaðarflokkinum ella
einum av valevnum hansara
velja vit ein sterkan politikk,
sum er yvir øllum øðrum kegli,
ein politikk, sum ferð eftir ferð
hevur loyst sjálvt teir fastastu
politisku knútarnar, einasta
politikk, sum er nóg stinnur at
taka sær av eitt nú øllum tí, ið
rørist viðvíkjandi undirgrund-
ini og virðiligastu vidurskift-
um vid danir
f mong år høvdu vit sam-
bands-, fólkafloks og sjálv-
stýrisumboð á fólkatingi, men
her á landi hendi hvorki eitt ella
annað, fyrr enn javnadarrøddin
við Petur M. Dam sála kom á
Danating.
Tað er ikki smávegis, vit,
sum til árs eru komin, kundu
reksa upp av vælsignilsum frá
hansara hond og seinnu um-
boðan floksins til denna dag.
Sum foreldur slepst ikki utt-
anum at minnast hesar um-
boðsmenn okkara við størstu
tøkk og virðing. Millum annað
mangt fingu teir í lag skipaðan
stuðul til okkara ungu, ið vildu
lesa ella á annan hátt kunna seg
í onkrum yrki, okkum tørvadi.
Nógv høvdu evnini og viljan,
men bert tey vælbjargaðu ráð-
ini og henda politikk — javn-
bjóðis møguleikar til øll og á
øllum økjum samfelagsins — er
hann, vit sum upplyst félk
mugu velja, og sjålvsagt eisini
á fólkating.
Tað javnaðarpolitiska skil,
sum neyðugt var fyri at sleppa
burtur úr føroysku borgarligu
stjórnarloysisskomini verður
eisini fólki og landi okkara til
heiðurs á fólkatingi. Veljið
javnaðarflokkin.
Edith, pensionistur
Eitt óluksáligt tvæti
Flokkur eftir flokk, sum
stillar upp til fólkatingsval
sigur, at vit skulu ikki taka
lut í donskum politikki.
Summir siga, at vit skulu
ikki hava nakrar fólkatings-
menn.
Grundgevingin er, at tað
er so synd í dønum, at vit
blanda okkum upp í teirra
viðurskifti. Teir siga, hvat
høvdu vit sagt, um ríkisum-
boðsmaðurin hevði at-
kvødurætt á løgtingi. Og
gud hjålpi mær um teir ikki
samstundis gremja seg um
at danir hava tikið sær alt
vald í okkara innanhýsis
viðurskiftum.
Hóast Føroyar fingu
heimastýri í 1948, fyriskip-
ar grundlógin frá 1953, at
vit skuldu hava tvey fólka-
tingsumboð.
Um danir ikki ynsktu, at
vit skuldu taka lut í donsk-
um politikki, so høvdu teir
møguleikan at gera nakað
við hetta í 1953, men teir
ynsktu tað ikki.
So leingi danir ikki taka
stig til at broyta hetta, dugi
eg ikki við mínum besta
vilja at síggja at tað skal
vera okkara uppgáva at
sleppa teimum undan, at vit
hava ávirkan á teirra pol-
itikk og hver teirra stjórn
er.
Alt tos í Føroyum um at
avtaka fólkatingssessirnar
er tað reina nonsens, so
leingi danir ikki ynskja
hetta. Sjálvsagt skulu vit
nýta hesar sessir á einhvønn
hátt til okkara fyrimun.
Tí er tað heilt burturspilt
at velja umboð, sum siga
seg ikki vilja taka lut í
donskum politikki, ja eg
skilji ikki hví flokkar stilla
upp, sum hava hetta sjón-
armiðið.
Tað mátti verið so sóla-
klárt, at hesir flokkar áttu
ikki at fingið eina einastu
atkvødu.
TUK
r
L