týsdagur 20. september 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994
Sambandsflokkurin í
Norðuroyggjum:
Ræðist
sentra-
lisering
Leiðslan í sambandsflokk-
inum og felagið í Norður-
oyggjum hava enn ikki loyst
osemjuna
f seinastu viku kom
fram, at sambandsfólk í
Norðuroyggjum vóru
sera misnøgd við, at ikki
annar landsstýrismaður-
in hjá flokkinum var úr
Norðuroyggjum. Tey
vóru so ill, at nevndin í
felagnum i Norður-
oyggjum hótti við at
leggja frá sær.
Fríggjadagin = varð
roynt at slætta sjógv við
telefonfundi, og faxini
gingu millum Havnina
og Klaksvík. Men loysn
fekst eingin.
Poul Martin Rasmus-
sen er formaður í Norð-
oya Sambandsfelag.
Hann sigur, at tað gekk
teimum væl at tosa
saman, men tað kom
bara einki burturúr.
Norðoyingarnir
krevja ikki av flokknum,
at valt verður av nýggj-
um fólk í landsstýrið.
Tað er farið, men tey í
Norðoya Sambands-
felag vilja hava trygd
fyri, at sentraliserings-
politikkur ikki verður
førdur, og at Nordur-
oyggjarnar ikki verða
við skerdan lut.
- Men ta trygdina hava
vit ikki fingið, sigur Poul
Martin Rasmussen.
Nevndin í norðoyafel-
agnum er ikki farin frá,
men tað er ivasamt, um
nakrar letur seg velja
aftur, um starvsneyndin
ikki lurtar eftir teimum í
Norðuroyggjum, heldur
Poul Martin.
Hann og Eyðfinnur
Hansen eru báðir upp-
stillaðir fyri sambands-
flokkin til fólkatings-
valið.
- Eg kann siga vegna
okkum báðar, at vit ikki
lata misnøgdina við
floksins val av lands-
stýrisfólki nerva fólka-
tingsvalið. Tey bæði
málini hava einki við
hvørt annað at gera, og
tað hevði verið býtt, um
vit hevndu okkum inn á
flokkin við at boykhotta
fólkatingsvalið. = Tað
gera vit ikki, sigur Poul
Martin, sum ikki heldur
teir vera órímiligar, nú
teir hava gjørt vart við
sína misnøgd.
randi
Bridgedeild
Kaggans byrjar
Nú fara kvøldini at
longjast, og tað merkir
m.a., at bridgefelggini
byrja aftur við sínum
innanhýsis kappingum.
Tey flestu felggini byrja
aftur í hesu vikuni.
Men í Bridgedeild
Kaggans byrjar ikki
kappingarárið fyrr enn í
næst viku, tí mikukvøld-
ð í hesi vikuni er val-
kvøld. Opið hús verður
tó í kvøld sum tey und-
anfarnu mikukvøldini.
Tey, sum hava hug at
spæla við í para- og/ella
liðkappingini hjá Brid-
gedeild Kaggans í vetur,
kunnu skriva seg á tekn-
ingarlistan í Bridgehús-
inum. Eisini ber til at
ringja til kappingarleið-
aran Boga Simonsen, tlf.
12033 ella 14679.
Bridgehúsið hevur tlf.
18721.
Tidindabladid CH
./
Iben Gravesen, løgmansfulltr ki um Maritu Petersen: - Hóast nógv stendur á, so hugsar Marita Petersen altíð um síni
medmenniskju og eisini um starvsfólkið. Myndina tók Jan seinasta hósaag, tá nýggja landsstýrið tók við
Eg eri merkt av
Førovum fyri lívið
— Eg verði ongantíð tann sami danin sum eg var, tá eg kom
higar, sigur Iben Gravesen, sum seinastu árini hevur verið
nærmasti medarbeiðari hjá Maritu Petersen, og nú fer til
Danmarkar aftur at búgva
Tað er helst ikki einum og
hvørjum beskorið at koma
til Føroya við ongari trygd
fyri at fáa arbeiði, og at enda
við skrivaraborðið í lands-
ins stýri. f
Tað er tó veruleiki hesa-
ferð, nú Iben Gravesen, løg-
mansfulltrúi, fer frá, eftir at
hava verið nærmasti medar-
beiðari hjá Maritu Petersen
í hennara tíð sum løgmaður.
Iben Gravesen er 36 ára
gomul og útbúgvin løgfrød-
ingur. Hon starvaðist sum
advokatur í Álborg í somu
umsiting sum maður hen-
nara Hans Mosbæk, tá hann
fekk starv sum rættsasses-
sor hjá sorenskrivaranum í
Føroyum.
Vistu einki um Føroyar
Hjúnini vistu als einki um
Føroyar, tå tey komu hend-
avegin. Bert hevdi Iben
Gravesen sæd eina barna-
sending i sjónvarpinum, har
sagt varð, at ongar býflugur
vóru í Føroyum, og at før-
oyingar drupu grindahvalir.
Tað var einasta ítgkiliga
vitanin hjá teimum, tá tey
komu til Føroya í 1988.
Hóast Iben Gravesen ein-
ki starv hevði, so vardi tað
ikki leingi. Hon fekk ar-
beiði á lønardeildini í Ting-
anesi, har hon var í góð fýra
ár.
Tá Marita Petersen bleiv
løgmaður, kannaði hon um-
stødurnar at fáa eitt fólk,
sum skuldi vera nærmasti
medarbeiðari hjá løgmanni.
Hon spurdi Iben Grave-
sen um hon vildi hava starv-
ið, og hon tók av.
- Tað týdningarmesta var,
um vit kundu samstarva -
um kemiin var í lagi okkara
millum, og tað var hon, sig-
ur Iben Gravesen.
- Seinastu sløku tvey åri-
ni hava verid åhugaverd og
spennandi, men eisini 6-
metaliga strævin. Eg hevdi
kortini ikki viljað verið hesa
tíð fyri uttan.
- Samstundis haldi eg, at
tað hevur verið ræðuligt at
verða eygleiðari til aftur-
gondina í samfelagnum í
hesum tíðarskeiði.
- Eg kom til Føroya í
1988, tá framgongdin var í
hæddini. Tað er óhugnaligt,
at tað kann ganga so skjótt
afturá í einum samfelag,
sigur Iben Gravesen.
Familjan í Danmark
- Hví fert tú avstað júst nú?
- Tað hevur einki við po-
litiska skiftið í Tinganesi at
gera. Tíverri eru mínar røtur
ikki í Føroyum, og eisini
mugu vit sum foreldur um-
hugsa hvar sonur okkara,
sum nú er trý ára gamal,
skal vaksa upp.
- Í Danmark eru ommur
og abbar, systkinabørnini
og familjan annars, sum
hann leingist eftir og sum
sakna hann, eins og vit hava
vinfólk og kenningar har.
- Eg vildi fegin verið
longur, eitt nú so eg kundi
verið nýggja løgmanni til
hjálpar í byrjanini, men tað
fær ikki verið ødrvisi, sigur
Iben Gravesen
- Hevur tað verið ein fyri-
munur, at løgmaður og løg-
mansfulltrúin vóru konu-
fólk?
- Av og á hava vit helst
tosað saman - meira sum
vinkonur enn embætisfólk-
tá harðast leikaði á, og vit
høvdu brúk fyri at renna
mødina av okkum ein aløtu.
- Tó vil eg síga, at tað ikki
ávirkaði arbeiðið í lands-
styrinum, sigur Iben Grave-
sen.
- Hvat var truplasta ar-
beiðsuppgávan?
- Tað var tíðin, tá lands-
stýrið skuldi taka stóðu til
avtaluna við donsku stjórn-
ina, harnæst at peningastov -
narnir fóru á húsagang ferð
eftir ferð, sigur Iben Grave-
Stundir at tosa um
annað enn arbeiði
- Besta upplivingin? Tað var
avgjørt á almennu vitjanini í
Grønlandi, har vit høvdu fri
í tiggjar dagar, og fingu
høvi at hugsa og tosa um
annað enn arbeiði.
- Hevdi arbeiðið verið
gðrvísi, um løgmaður var
maður ?
- Eg havi ikki roynt tað,
men Marita Petersen er so-
leiðis háttað, at hóast nógv
stendur á, so hugsar hon alt-
íð um síni medmenniskju,
og eisini um síni starvsfólk.
Tað hevur týdning, tá talan
ikki er um átta til fýra starv,
sigur Iben Gravesen.
- Hevur arbeiðið ávirkað
tíu privatlív?
- Tað hevur tað avgjørt.
Eg havi ikki verið nógv
heima hjá familjuni. Tí er
tað ein uggi hóast alt, at vit
aftur fáa eitt vanligt familju-
lív. Tað hava vit ikki havt
leingi, sigur Iben Gravesen.
- Hevur tú brúk fyri tínum
arbeiðsroyndum í Føroy-
um, tá tú fert aftur til ar-
beiðis í Danmark?
- Eg fái kanska ikki nýtt
hesar arbeiðsroyndir sum
advokatur í vanligari merk-
ing, men hugsandi er - um
eg fari at arbeiða í almennari
umsiting, at hesar royndir
koma mær til góðar.
- Eitt veit eg, og tað er, at eg
verði ongantíð tann sami
danin aftur, sum eg var, tá
eg kom higar. Tað verður
torført at venja seg við
danska samfelagið. Eg fari
ongantíð at sleppa Føroyum
heilt, og fari ti eg eisini at
fylgja við politisku og sam-
felagsligu gongdini fram-
eftir.
- Tú kanst siga, at eg eri
merkt av Føroyum fyri lív-
ið, sigur Iben Gravesen
brosandi. Dagny
i