týsdagur 20. september 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið { sostalurin |
fólkatingsvalið 94
Javnaðarumboð í
á fólkating
So stendur aftur val fyri
durum. Hesaferð til danska
fólkatingið. Tvey umboð
skulu veljast. Seinastu 4
árini hava fólkaflokkurin og
javnaðarflokkurin átt hesi
umboð. Havandi í huga
hvat landsstyri situr við
ræðið í Føroyum, var hetta
heilt náttúrligt. Fólkaflokk-
urin og javnaðarflokkurin
myndaðu landsstýri og áttu
umboðini.
Nú hevur val verið í Før-
oyum og loksins nýtt lands-
stýri valt. Tí hevur tað al-
stóran tydning at umbodini,
sum nú verða vald, koma at
hava eitt sera gott samar-
beiði ímillum landsstýrið
og fólkatingið.
Ongantíð hevur verið
meiraneydugt at føroyingar
og danir fáa tosað út um ta
stóðu, Føroyar eru í og at
avgerðir, ið tiknar verða,
kunnu verða til gleði og
gagns fyri báðar partar.
Tær kanningar, sum
gjørdar eru upp undir hetta
val vísa, at sambandið fær
fyrst valda umboðið. Hitt
umboðið sær út til at falla til
fólkaflokkin.
Hetta er sera óheppið og
kemur ikki at verða til
gagns fyri føroyingar. Eitt
umboð, sum íkki tekur
undir við tí politikki, sum
hetta landsstýrið hevur sett
sær fyri at reka, kann gerast
landsskaðiligt, ja, hugsast
kann at hetta umboð fer at
mótarbeiða føroyingum á
danatingi.
Eisini må havast í huga, at
hetta umboð fer at stuðla
eini borgarligari stjórn, sum
hevur Framburdsflokkin
við Kirsten Jacobsen sum
tunguna á vágskálini. Allir
føroyingar vita hvenn
holdning, hesin flokkur
hevur til Føroyar.
Ein atkvøda til fólka-
flokkin er ein atkvøda til
Kirsten Jacobsen.
Ein stadilig åheitan skal ti
eisini ljóða til verkamanna-
fylkingina og sjálvstýris-
flokkin. Vilja tit hava um-
boð, sum tekur undir við tí
politikki, sum tit eru samd
um at reka í Føroyum, so er
bert eitt at gera og tað er at
velja eitt umboð fyri javn-
aðarflokkin. Ein atkvøda til
teir smærru flokkarnar er
ein atkvgða til fólkaflokkin.
Góðu veljarar, hugsið
tykkum væl um, nú eru tit
ávarað, hugsið um avleið-
ingarnar áðrenn tað er ov
seint.
Góðu javnaðarfólk, sitid
heldur ikki heima, tykkara
atkvøda er eisini neyðug.
Farið tí á val og veljið eitt
javnaðarumboð.
Gott val.
Sylverius Jacobsen
Borgarliga
alternativid
spælt fallit
Veljið ti javnaðarumboð á fólkating skrivar Dan
Petersen, valevni javnaðarfloksins til fólkatingið
Hetta 2 mánaða rukkulívið
millum fólkaflokkin og
sambandsflokkin = hevur
verið gagnligt fyri Føroya
fólk. Vit hava veruliga sæð,
hvat borgarligur politikkur
er. Tað týdningarmesta í tí
samgonguskjalinum, sum
18 borgarligir løgtings-
menn undirskrivaðu, men
ikki tordu at seta í verk, var,
at vinnulívsmenn skuldu
sita niðri í tí tóma lands-
kassanum og gjalda sínar
privatu lønir. Vinnan skuldi
mennast eftir lummatj6va-
prinsippinum.
Vinnulívið ber seg ikki —
verður sagt. Men vinnulívs-
menn blóma. Eru vinnulívs-
menn ikki sjálvir atvoldin
til ta høga kostnadarstødi06?
Tú sært bilarnar, húsini,
uttanlandsferðirnar og for-
brúkið, men løn hava teir
ikki ráð at gjalda.
Teir gomlu reiðararnir í
fyrr helvt av hesi øldini
vóru nakrir harðir hálsar, ið
áttu arbeiðsfólkið við húð
og hár, men fóru teir fallit,
so var tað við húð og hár. So
stóðu teir við sín nakna
kropp. Á okkara døgum er
ødrvisi. Um vinnan ber seg
ella ikki, so flóta vinnulívs-
menn altíð omaná. Undir-
skotið er tað besta skotið,
segði maðurin. Ongin
rakstrar- ella onnur ábyrgd.
ongin ábyrgd, bert stjóra-
lønir. Fallit fara teir, men
tað sæst ikki á teirra per-
sónligu viðurskiftum.
Kreditorar, smápartaeig-
arar og skattaborgarin fáa
skuldina á herðarnar, með-
an stjórin dúsar sær víðari í
sama spori, uttan sam-
vitskubit ella sjálvsrann-
sakan av nøkrum slag. At
teir sjálvir eru atvoldin til
tað høga kostnadarstødid,
og at øll teirra privata skuld
er blivin almenn, kemur
teimum ikki til hugs. Men
kanska eru teir púra óneyð-
ugir, tí tað ber til at vera
fiskimaður uttan reiðara, og
tað ber eisini til at vera ar-
beiðsmaður uttan arbeiðs-
gevara.
Dan Petersen
Framhald av síðu 11
treytirnar fyri avtalunum
ikki broytta, so líða vit
rentudeyðan. -Vit mugu
framat samráðingarborð-
inum aftur sum skjótast.
Tummas Arabo heldur
tað hevði verið sera gott
og hóskandi, at Poul
Nyrup Rasmussen, tá
hann tekur við aftur sum
forsætisráðharri setti eina
Føroyavitjan fyrsta á
skránna.
jótt sagt
- Tað er vanvirðandi, at leiðsla
sambandfloksins heldur Norð-
oya sambandsmenn vera verri
skikkaðar enn aðrar til at fara í
landsstýrið, sigur løgtingsmad-
urin Vilhelm Johannesen
Tað fall mongum fyri bróst-
ið, tá Trygvi Guttesen, for-
maður í starvsnevndini hjá
sambandsflokkinum í Degi
og Viku friggjakvøldid varð
endurgivin um grundgev-
ingina fyri, at flokkurin ikki
valdi ein norðoying í
landssstýrið. Tað ljóðaði,
sum menninir, felagið í
Norðuroyggjum mælti til at
velja, ikki vóru líka væl
skikkaðir. Við Sosialin
leygardagin segði Trygvi
Guttesen, at tingmanningin
velur í landsstýrið tey fólk,
sum tey halda vera best
skikkað.
Ein teirra, sum heldur tað
vera neyðugt at tala at, er
Vilhelm Johannesen, løg-
tingmadur og valevni javn-
aðarfloksins til fólkatings-
valið.
- Nú má eingin halda, at
eg havi nakað at gera við
sambandspolitikk, og eg
leggi meg als ikki út í,
hvønn flokkurin velur í
landsstýrið. Eg eri javnað-
armaður og vóni, at so nógv
sum gjørligt velja mín
flokk.
- Eg haldi kortini ikki, at
ein framstandandi maður í
sambandsflokkinum kann
Vilhelm Johannesen góð-
tekur ikki, at sambands-
menn í Norðuroyggjum
verða eru verri skikkaðir at
fara í landsstýrið enn aðrir
sambandsmenn
loyva sær at málbera seg
soleiðis. Tað er so vanvirð-
andi av honum at siga so um
sambandsmenninar í Norð-
uroyggjum, heldur Vilhelm
Johannesen.
randi
-Hann og hansara
næstu medarbeiðarar hava
so avgjørt brúk fyri at
koma til Føroya og síggja,
hvussu viðurskifini eru
her. M.a. síggja, hverjar
avleiðingarnar eru av
teimum avtalum og treyt-
um, sum danir hava sett
okkum. Nakrar av treyt-
unum eru so víðgogndar,
at tær nú kunnu verða
orsøkin til, at Føroyar
verda avtoftadar. Og tad
kann ikki vera tað, sum
ein donsk stjórn ynskir.
Tað er spell, at hann ikki
longur hevur verið her,
men tað hevur hann so
ikki havt møguleika til.
-Tað skal tí vera mín
vón, at vit kanska longu í
oktober síggja nýggja
danska forsætisráðharran í
Føroyum. Hann skal vera
vælkomin. Og hann eigur
at koma henda vegin,
áðrenn ein føroysk sendi-
nevnd fer til Danmakar at
samráðast.
jan