Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 á valstaðið Á Javnaðarveljarar í Suðurstreymoy kunnu fáa bil á valstaðið við at ringja TIf. 17611 Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 06. okt. 1994, kl. 10.40 tvangsauktion, (AS 302/94) over matr. nr. 33 b, Søldarfjørdur, beliggende Søldarfjørdur. Auktionen er begæret af Advokatskriv- stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940534) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 1215 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 120 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 14.09.94 Henrik Engell Rhod dím. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 06. okt. 1994, kl. 10.50 tvangsauktion (AS 303/94) over matr. nr. 1464 c, íbúð 11, Tórshavn, beligg- ende Berjabrekka 45. Auktionen er begæret af Advokatskriv- stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940535) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 123 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 118 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 14.09.94 Henrik Engell Rhod dím. Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 kreppumidstød fyri menn A FS SÅ sf URKRHT É % 2 ÞÁ Tíðindablaðið (557, a rr Torkild Mølholt bjóa sær til at hjálpa við vegleiding, um nakar her ætlar at stovna eisini offur Menn kunnu fremja likamligan harðskap móti konum. Konurnar kunnu fremja annan harð- skap móti monnunum, sigur danin Torkild Møl- holt, sum mælir føroyskum monnum til at stovna kreppuhús fyri menn, tí tórvur má vera á slíkum eins og tað er á kvinnuhusi Vit hava nú í nøkur ár havt Kvinnuhúsið, sum heldur til í KFUM í Havn. Har kunnu kvinnur leita sær hjálp, tá tær eru í onkrari kreppu. Kvinnurnar fara í Kvinnu- húsið, tá tær rýma heim- anifrå, ti tær orka ikki mannin, t.d. tí hann bukar. Menn kunnu á sama hátt vera í kreppu og hava hjálp fyri neyðini. Og tí eru aðrastaðni eisini kreppu- midstødir fyri menn, eitt nú eru tríggjar slíkar kreppu- midstødir í Danmark, í Es- bjerg, í Horsens og í Fred- Í seinastu viku var Tor- kild Mølholt, sum er for- maður í nevndini fyri kreppumidstødina fyri menn i Esbjerg, verid i Føroyum og vitjaði. | Hann kom boðin av Kvinnuhúsfelagnum at halda almennan fyrilestur og at koma á fund í Kvinnu- húsfelagnum at greiða frá royndunum við kreppu- midstødini fyri menn i Fredrikshavn. Endamálið við vitjanini var at kunna um kreppu- midstødir fyri menn, og hvørjar trupulleikar hesir menn hava - um so var, at onkur her kundi havt hug at stovna kreppumidstød fyri menn Familjuni tørvar hjálp Torkild Mølholt er útbúgv- in sosial- og frítíðarpeda- gogur og arbeiðir á einum viðgerðarheimi fyri børn. Hansara vitan er tí ikki bara um trupulleikar hjá monn- unum men hjá familjum sum heild. - Eftir mínum tykki er tørvurin líka stórur á kreppumidstød fyri menn sum fyri kvinnur, tí aftan- fyri hvørja kvinnu í kreppu, er eisini ein maður í trup- ulleikum, og eru bæði mað- ur og kona í kreppu, hava børnini tað helædur ikki gott, sigur Torkild. Vit hoyra ofta um kvinn- ur, sum rýma heimanifrá við børunum, tí maðurin hevur bukað hana. Konan og børnini fara harvið úr sínum umhvørvi, og maður- in gongur eftir í tóma húsi- num. - Tá vit koma í talu við menn í hesi støduni, mæla vit honum til at flyta út eina tíð, og heldur lata konuna og børnini vera í húsunum, tí hann fer út kortini, sigur Torkild. Máttloysi Trupulleikamir hjá hesum neyðars familjum snúgva seg ikki bara um, at maðurin bukar. Og tað er eisini ov einfalt at geva rúsdrekk- anum skyldina. Av mátt- loysi fer maðurin at drekka og sláa frá sær. Kvinnur og menn eru ym- isk. Kvinnurnar eru meira kenslubornar, = menninir hava meira hetta við at skula arbeiða og klára seg. Styrkin hjá monnunum er likamlig. Kvinnurnar hava adra styrki, sum tær kunnu brúka móti monnunum. - Hvussu javnt arbeiðs- býtið enn er millum mann og konu, so stendur hon oftast við høvudsåbyrgdini av gøllum heima, ger mat vaskar, hevur alt tað fíggj- arliga um hendur, hjálpir bórnunum við skúlating- um, er sjúkrahjálpari 0.s.v. Um hon ger alt hetta sjålv, kann hann lætt kenna seg måttleysan, og so kann ganga galid. Sålarligur harðskapur Hon kann brúka hetta sum sálarligan harðskap ímóti manninum og kanska brigsla, at hon ger alt. Eitt annað vápn, konur kunnu brúka móti manninum, er í seksuallívinum. Fyri mann- in hevur tað so nógv at siga, at konan er glað, hevur tað gott og virkar, og so missir hann seg sjálvan burtur. Ofta eru tregarnir hjá manninum at finna í barn- dóminum. T.d. vantar hon- um sjálvsálit, tí altíð hevur verið klikt niður á hann, og tað førir til misnýtslu. Eisini kann orsøkin vera, at ov stór krøv hava verið sett til mannin, sum ikki kann liva upp til tey. Menn og kvinnur Torkild Mølholt sigur, at teirra kreppumidstød byrj- aði sum ein telefontænasta. Menn kundu ringja fyri at práta ella biðja um ráð, teir kundu ringja uttan at nevna seg við navni. Nógvir ringdu, og so bleiv tað eisini til eitt stað, har menn kundu koma inn at práta. Plássið er ikki tað nógva, men onkrir gista kortini á kreppumið- stødini, har bæði kvinnur og menn arbeiða, tí nógvum monnum fellur lættari at tosa við kvinnur enn við menn. Í mongum fórum stendur nógv á, áðrenn ein maður tekur seg saman og leitar sær slíka hjálp. Teir eru tá ofta langt úti at koyra, drekka illa, hava mist ar- beiði, konan er farin, og kanska húsini éisini. Á kreppumidstødini fær maðurin ráð, hvat hann kann gera, men maðurin ræður sjálvur fyri, t.d. um hann vil hava antabus ella ikki. Á kreppumidstødini tosa tey bara saman, eingin deilar, men tey royna at vísa honum at á ymsar møgu- leikar og biðja hann velja, hvat lív hann vil liva. - Teir menninir, sum biðja um hjálp,eru ofta so illa fyri, sum nakar kann vera. Teir hava einki at missa við at leggja kortini á borðið, og teir hava heldur ikki so tor- ført við at gera tað, sigur Torkild. Hann sigur, at fleiri dómi eru um, at arbeiðið á kreppumidstødini = hevur givið åvøkst - at menn eru komnir upp undan aftur og hava fingið bæði arbeiðið og konuna aftur. Mon tað er ikki líka lætt hjá øllum. Teir meira tilkomnu menninir biðja oftast ikki um hjálp, fyrr enn tað er í seinna lagi. Teir flestu menninir, sum venda sær úl kreppumið- støðina í Fredikshavn eru í 30-árunum. Torkild Mølholt letur heilsa, at um menn í Føroy- um hava hug at stovna kreppumidstød her, er hann til reiðar at hjálpa og vegleiða við teimum roynd- unum, hann nú einaferð hevur. randi