hósdagur 22. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 Nr 180—22. SEPTEMBER 1994
Mikli
týðarin
Axal Tórgarð fekk sunnudagin
sømdargåvu úr Grunni Kristj-
ans á Brekkumørk
Ein hugnalig og ein stuttlig
løtu, søgdu fólk, sum vóru í
Norðurlandahúsinum, tá
Axel Tórgarð fekk sømdar-
gávuna úr Grunni Kristjans
á Brekkumørk.
Formaðurin í Føroya
Fróðskaparfelag, Hjalti í
Jákupsstovu handaði gáv-
una, sum Axel fekk fyri
mikla arbeiði sítt við at týða
grikskar fornbókmentir til
føroyskt mál.
Umframt griksku harm-
leikimar sum Antigone,
Medeiu og Agamemnon,
hevur hann eisini týtt annað
úr heimsbókmentum, t.d. úr
enskum.
Á samkomuni í Norð-
urlandahúsinum varð eisini
tíkið fram, at Axel er ein av
okkara ídnastu táttayrkj-
arum - og hevur verið tað í
áravís. Ofta er yrkjarin
ókendur, men fólk vita
Axel Tórgarð er sæ:
maðurin, sum fær
sømdar gåvu úr Grunni
Kristjans å
Brekkumørk. Crunnurin
stydiar virk:
einstaklinga føre vyskum
máli ut fram. Her
heilsar Axei upp á
Jonkard Mil-xelszn, sum
fekk sømdar gåvuna í
fjór. Millum Axel og
Jonhard stendur Stefan
Karlsson
Myndir: Alan Brockie
Fitt av fólki var á
samkomuni í
Norðurlandahúsinum
sunnudagin
Tidindabladid Qt
kortini, at Axel yrkti. Fleiri
av hesum tættum eru fólka
ogn.
Vinmaður
Við á samkomuni var
Stefan Karlsson, fyristødu-
maður á Stofnum Arna
Magnússonar á Íslandi og
professari við Hóskóla Is-
lands. Hann tók magistara-
prógv í Keypmannahavn í
1961. Axel og Stefan kenn-
ast úr Keypmannahavn, har
Christian Matras var ein af
lærarum Stefans.
Stefan Karlsson helt
henda dagin í Norðurlanda-
húsinum fyrilestur um ís-
lendsk miðalaldarhandrit,
aldur og uppuna, og síðan
lýsti rithøvundurin Gunnar
Hoydal å sin hugnaliga
máta Axel Tórgarð sum
mentanarmann og tann
mikla týðaran við musisk-
um gávum, og hann um-
røddi eisini prestin, morg-
unlestahøvundin og tátta-
yrkjaran Axel Tórgarð.
a
Hjalti í Jákupsstovi
formaður i Førova
Fróðskaparfelagm
handaði Axeli
sømdargåvuna upp á
15.000 krónur
Axel Tórgarð takkaði fyri
sømdargåvuna, hevði ikki
væntad hana, men hinvegin
var tað ikki hansara upp-
gáva at meta, um hann
hevði gávuna uppiborið.
Fornaldarfrødin
hvørvur
Axel Tórgarð tosaði eitt
sindur um sítt arbeiði sum
týðari og segði seg vera
fegnan um at hava týtt
griksku stórverkini til før-
oyskt - henda grikska siða-
arv. Og hann dugdi als ikki
at skilja ætlanirnar um at
avtaka fornaldrafrødinga
sum kravda lærugrein í stu-
dentaskúlanum - haraftrat
nú teksturin finst á føroysk-
um.
GOTT BINGO
SNÁNNANANMNAÁNNNANANANANAARA RA
verður í Pálsstovu
sunnudagin
25. sept. kl. 16%
Nógvir góðir vinningar,
so sum matur og
10 gávukort á 500 kr.
15 vinningar á lutasedli
— høvudsvinningur 1.500 kr.
Drigid verdur millum spølini
Eykaspælid er 2.000 kr.
Koyring heim aftanå.
Øll eru hjartaliga vælkomin
GjáarSamkomuhús