hósdagur 22. september 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NH: TTT
an steðginum avgerandi á
odda. Arthur Johansen
skoraði, tá 21 minuttir vóru
leiktir, og so setti Rasmus
Frederiksberg ferð á. Tað er
sjálvdan, at hann hevur ver-
ið í álopinum, men hesa ferð
prógvaði hann, at tað er
fongur í hansara skjótleika í
álopinum. Hann skoraði
tríggjar ferðir, og í fleiri før-
um rann hann frá verjuni.
B36 minkaði tvær ferðir
um málmunin í seinna hálv-
leiki, eftir at Skála var kom-
ið á odda 4-0. Tað var John
Thomsen, ið stóð fyri báð-
um málunum — fyrst við
drønandi langskoti úr 30
metrum, ið flatt smeyg sær í
málið, og síðani varð hann
spældur leysur á miðjuni í
skjótum mótálopi eftir B36-
hornaspark, og kundi ein-
samallur halda kós móti
málinum og skora til enda-
ligu støðuna 4-2.
GÍÁF 1-0 (1-0)
Gøtumenn hava annad
beinið í 2. deild, hadani teir
fluttu niður í 1991. Og teir í
Sarpisgerði vóru glaðir, tá
dysturin móti grannunum
var av. Tað var ikki undur i,
tí næstbestu gøtumenninir
hava ongantíð vunnið á ÍF,
síðani teir spældu í somu
deild sum bestu fuglfirðing-
amir.
Talan var um tættan dyst,
men tað var GÍ, sum hevði
teir størru møguleikarnar.
Målid fingu teir undan
steðginum. Petur Páll
Mikkelsen royndi við lang-
skoti, bólturin hevði kós
móti málinum, men Per
Dalheim setti síðsta fótin á,
og verður krediteraður fyri
málið.
Tíðliga í 2. hálvleiki varð
Kurt Petersen hjá ÍFrikin av
velli, og so var torført at
koma aftur í aftur hjá gomlu
monnunum. Yngsti fugl-
firðingurin var 23 år, tann
næsti var 30, og so vóru teir
upp til 42!
HB-KÍ 2-0 (1-0)
KI fekk einki vid sær úr
Gundadali sunnudagin. HB
kom å odda, tå hålvur timi
var leiktur. Tad var Jåkup
Danielsen, sum skoraði úr
spískum, eftir at Jógvan
Linklett hevði hálvbjargað
einari roynd.
Sum annar hálvleikur leið
gjørdust klaksvikingarnir
alt meiri ålopshugadir, og
sidstu løtuna trystu teir vid
fýra har frammi í royndini at
javna. Tað bar møguleikar
við sær í báðum endum, og
tá tað restaðu fýra minuttir,
økti HB til 2-0.
Oddbjørn Joensen og
Rani í Lið høvdu tveir verju-
leikarar móti sær. Rani
trekti í borðið og dró verj-
una við sær, so tað var lag á
manni hjá Oddbirni at draga
móti Jógvani Linkleu. Tá
KÍ veteranurin í málinum
tveitti seg, var gamli lið-
felagi hansara nóg kaldur at
bíða og so lyfta í tóma mál-
ið.
FS Vágar-TB 10-0 (4-0)
Størsta dygdin hjá tvørå-
monnum í hesum dystinum
var, at teir megnaðu at koma
vestur við ellivu monnum.
Á avrikinum á vellinum
vóru greiðar ábendingar
um, at teir høvdu verið langt
uttan fyri teir, sum venja,
fyri at manna fleiri sessir.
Talan var um spæl til eitt
mál. Vágamenn vóru álops-
rættaðir í síni uppstilling, og
teir kundu væl havt fingið
bæði sekstan og átjan mál,
um teir høvdu verið nær-
lagdari í royndunum.
Rodmund Rasmussen
styrkti um sítt pláss sum
besti málskjútti í deildini.
Hann verður ikki tíkin kom-
andi vikuskifti, og tað verð-
ur vágaliðið heldur ikki.
Teir flyta upp, um tað eydn-
ast besta liðnum at sleppa
upp úr 2. deild.
-nn-/hj.
FM-vinnari í smápiltadeildini 1994, Streymur. Aftast frå vinstru: Sonni Samuelsen. venj-
ari, Marni Djurhuus, Gert Hansen, John Heri Christiansen, Jón Danielsen. Fremst frå
vinstru: Búgvi Øster, Arnbjórn Hansen, Sámal Jóhan Samuelsen, Bárður Olsen og Hans
Pauli Samuelsen
Streymur vann
småpiltadeildina
Streymur fekk leygardagin
sinar fyrstu føroyameistar-
ar, tå småpiltalid felagsins —
manna vid seks kollfirðing-
um og trimum vikarmonn-
um — endiliga kundi prýða
seg við gullkrónunum eftir
eina drúgva kapping.
Tilsamans spældi smá-
piltaliðið hjá Streymi heilar
28 dystir — harav 27 vórðu
vunnir og bert ein taptur.
Tað var tann síðsti dysturin,
ið varð taptur 1-3 móti HB,
ið gjørdist nummar tvey í
kappingini.
Ofønr vóru småpiltarnir
eisini at skjóta mål í hesum
28 dystunum. Teir skutu til-
samans 199 mál, meðan 33
fóru inn í hinum endanum,
so samanlagi málmunurin
gjørdist 4166 mál.
Sosialurin ynskir smápilt-
unum hjá Streymi tillukku
við FM-heitinum
hj.
Nr. 180 — 22. SEPTEMBER 1994 Síða 11
FSF skipar fyri ferð
Q3137
til Skotlands-dystin
Fyri 3.150 krónur —
flogferð, gisting og Sr
merki til dystin — ber til at fara til Skotlands, tå før-
oyska landsliðið spælir næsta EM-undankapping-
ardystin í Glasgow mikudagin 12. oktober
Fótbóltssamband Føroya
skipar nú fyri flogferð til
EM-undankappingardyst-
in Skotland-Føroyar, ið er
dagin 12. oktober kl.
Farið verður úr Vágum
við flogfarinum hjá Au-
antic Airways sunnudag-
in 9. oktober kl. 18.30 ul
Glasgow, og heimferdin
verdur dagin eftir dystin,
hósmorgunin 13. oktober
kl. 10.
Meðan ferðalagið er í
Skotlandi, verður búð tær
fýra næturnar á góðum
gistingarhusi í Glasgow,
og er kostnaðurin fyri alt
samalt — ferð, gisting og
atgongumerki til dystin —
bert 3.150 krónur.
Fótbóltssambandið sig-
ur frá, at talið á atgongu-
merkjum til dystin er av-
markað, so helst er tað ein
fyrimunur at gera vart við
seg í góðari tíð, um ein
hevur hug at fara við til
Skotlands. Sett er eisini
freist fyri ulmelding, og er
hon fríggjadagin 30. sept-
ember á miðdegi.
Væleydnaðar ferðir
Nakrar ferðir áður hevur
Fótbóltssamband Føroya
skipað fyri líkandi ferðum
fyri áskoðarar, sg hava
hesar ferðir yvirhøvur
verið væleydnaðar. At
ferðin so hesaferð gongur
til Skotlands og Glasgow,
ger ikki møguleikarnir
minni fyri einari góðari og
minnisríkari ferð.
Fyrst og fremst er leigu-
ferðin fingin í lag fyri at
tryggja landsliðnum bæði
skjótan og góðan flutning
til dystin móti dugnaligu
skotunum. Við á ferðini
eru sjálvt landsliðið, fólk
frá Fótbóltssambandinum
og tíðindafólk, og so eru
yvirskotssetrini í flogfar-
inum tek hjá teimum, ið
hava hug at fylgja lands-
liðnum, nú tað fyrstu ferð
undir leiðslu av Allani Si-
monsen av álvara skal
royna seg uttan fyri land-
oddarnar.
Meira fæst annars at vita
um ferðina við at venda
sær til Fótbóltssambandið
á tlf. 16707.
Sjálvur dysturin verður
spældur mikukveldið 12.
oktober kl. 20, og verdur
hann útvaraður, umframt
at í hvussu er Sosialurin
fer at verða til staðar og
hava frásøgn í orðum og
myndum frá dystinum
sum skjótast, tá ferðalagið
er aftur i Føroyum.
hj.
Føroya Sparikassi å Tvøroyri
flytur í nýggj holi
Mánadagin 26. september flytur deildin hjá Føroya
Sparikassa á Tvøroyri í nýggj stásilig holi.
Upplatingardagin verður móttoka seinnapartin frá
kl. 14.00 - 16.00, tá eitthvert gott er at fáa bæði hjá
Vælkomin!
FØROYA SPARIKASSI
børnum og vaksnum.