Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin } Nr. 180 — 22. SEPTEMBER 1994 Síða 13 Hanna Lisberg hevur verid i valstyrinum i 28 år. Aftur í gjár stóð hon við valkassan Mynd: Kalmar Talaðu fyri 375 Ómum stólum ,… Valevnini vóru væl fleiri í tali enn åhoyraranir í Norðurlandahúsinum tyskvøldid. -Pinligt, held- ur Jéannes Eidesgaard Tað er ikki á hvørjum sinni, atmanningin á leikpallinum er fjølmentari enn áskoð- arafjøldin. Men hetta hendi so tyskvøldid í Norður- landahúsinum,- kveldið fyri valið. Frá Norðurlandahúsinum fingu vit at vita, at í stóra salinum eru 400 stólar. 375 av teimum stóðu tómir tá valevnini,- eitt fyri og annað eftir, fóru fram at rødarapallinum við boð- skapi sínum. Vit hava spurt ty av valevnnum hvussu tað kennist at standa og røda fyri 375 tómum stólum við bert 25 áhoyrarum í sal- inum. Ov nógv einatala Atli Dam heldur, at hesin formurin fyri valfundum er vorðin ov keðiligur fyri áhoyraran. Rødarin fær einki mót- spæl og eingin samanbering við valfundirnar fyrr í tíðini, heldur Atli Dam. Hann heldur eisini, at tað eru ov nógvir luttakarar og fáa ov stutta tíð í part so eingin møguleiki er at fáa eitt kjak í lag. Talar til sjónvarpið Marita Petersen saknar ei- síni stemningin frá teimum gomlu valfundnum. Tá kundi ein uppliva ulróp, spurningar, viðmerkingar úr salinum. Alt hetta er nú burtur. sígur Marita Peter- sen sum heldur, at tíðin er farin frá hesum slagnum fyri valfundir. Hon sigur, at tá rødarin kemur soleiðis fyri talar hann tl sjón- varpið,- alt Føroya fólk, heldur enn til tey, sum sita í salinum. Tungur fundur -Hetta er tann tyngsti fund- ur eg hava verið við til, men tað nógva ljósið hjá sjón- varpinum, ein fær í eyguni ger, at ein sær ikki åhoyraraplåssini. Eg royndi tí bert at fyristilla mær, at hollin var fullsett av fólki. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum annars heldur, at hetta var heldur pínligt, sum hann tekur til. Jóannes heldur, at tíðin er farin frá tílíkum fundum, og hann sigur seg eisini skilja, at fólk heldur velja at sita heima í stovuni í hyggja í sjónvarpið tí tey fáa ikki orðið fyri seg hóast tey eru á fundi. -Tað er ikki sum fyrr tá tað bar til hjá fundarfólki at seta spurningar, gera viðmerkingar og hvat tað kundi vera, heldur Jóannes Eidesgaard. Broytast Arni Gregersen, sjónvarps- stjóri sigur seg vera samdan við teimum sum halda, at tíðin er farin frá tílíkum valfundum. Sjónvarpið fer nú at umhugsa aðrar for- mar, tí hetta ber ikki til. Árni Gregersen heldur, at ein stórur trupulleiki at gera ein tílíkan fund spennandi er, at so nógvir luttakarar eru við. Betri hevði verið at sett nakar fáar politikarar saman hverja ferð og harvið eisini havt møgulcika at farið djúpari inn í okkurt evni, heldur sjónvarpsstjór- in. tór.- Alli og Sólvá Dam greiða atkvødu í høllini á Hálsi seinnapartin í gjár. Mynd kalmar