Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkaflokkurin vann - Føroya fólk tapti FÓLKATINGSVALIÐ gjørdist eitt stórt vónbrot. Úrslitið av valinum varð, at ein politikari, sum kann javnmetast við teir mest høgravendu politikararnar í ødrum londum, varð afturvaldur á danating. Valúrslitið var einki minni enn ein skomm fyri Føroya fólk og serstakliga fyri fólkafloksfólk. At ikki færri enn 3000 - TRÝTUSUND - fólkafloksfólk skuldu geva Óla Breckmann sína persónligu atkvødu er einki minni enn ein gáta fyri okkum. Hvussu í allari víðu verð kann tað bera til, at ein so víðgongdur, intolerantur og fanatiskur politikari, sum alla aðrastaðni í heiminum bert hevði verið at sammeta við ein egotrippara og sum bert ein evarska lítil minniluti tók undir við, her hjá okkum verður borin fram í gullstóli av einum av landsins størstu flokkum! Hvat sigur hetta um føroyingar, um Føroyar? Ella sigur hetta okkum bara sannleikan - tann beiska og nakna sannleikan - um fólkafloksfólk! FYRI okkum snúði hetta valið seg fyrst og fremst um, antin føroyingar fram- haldandi vilja góðtaka at hava eina rødd úti í heimi, sum minkar um virðingina hjá øðrum av okkum sum mentað fólk, sum demokratisk og humanistisk tjóð. Góðtaka ein mann, sum hevur halgað alt sítt politiska lív til at niðurgera og sverta út allar métstødumenn, sum hev- ur svínað til fólk á gøtuni, alment lønt, rithøvundar og onnur mentafólk bara ti tey loyvdu sær at hava eina aðra hugsan - ein sosialistiskan og humanistiskan hugsanhátt og ikki vildu góðtóku tanka- gangin og politikkin hjá Thatcher, Reagan og øllum teimum ultrahøgra- vendu, sum hava gjørt um seg. Imedan øll onnur lond vara seg fyri slikum fantikarum og intolerantum ekstre- mistum so ikki bert góðtaka føroyingar teir. Nei teir verða gjørdir til okkara talsmenn mótvegis umheiminum. Með- an gongdin alla aðrastaðni gongur móti at finna semjur millum stríðandi partar heldur enn at seta eld í og birta uppundir hatur og stríð, so er tað júst tvørturim6ti her hjá okkum. Fóíkafloks- fólk áttu at hugsað eitt sindur um, hvat tað eru fyri kreftir, sum rudda slóð fyri Bót og einki kaffi — FRÆLSI- JAVNAÐUR - BRØDRALAG hilmar Jan Hansen - Pront: P/ Pressan 1981 * Jústinus Eidesgaard friði og sum megna at byggja upp held- ur enn at bróta niður. Hyggið at Ísrael, at Suðurafrika. Her hava sosialistar og humanistar rudda slóð fyri friði. Júst somu sosialistar, sum tykkara maður Óli Breckmann nú í alt sítt lív hevur traðkað á. Og soleiðis vilja tit hava at halda skal sleppa at halda fram. Vónandi kemur tann dagur, tá tit fara at sanna, hvussu skaðiligur hesin tykkara sokallaði virðiligi og frælslynti politikari er. LAGNUNNAR speisemi var tað so, at ein vinstrahall fylking bar sama høgra- venda politikara lykilin til fólkatingið. Sjálvandi hevur henda fylking sín fulla rætt til at stilla upp og royna seg. Men tá hugsað verður um, hvussu stóran skaða Oli Breckmann hevur gjørt móti øllum teimum idealum, tankum og prinsippum og menniskjum, sum sama fylking stendur fyri og vil verja, tá kennist tað svárt at síggja, at júst hon var orsøkin til, at hennara erkafíggindi - og okkara - varð valdur. Var tað ikki nóg mikið at syndra javnaðarflokkin til løgtingsvalid! Tað kennist svárt at hoyra nýggja valevnið hjá hesi fylking standa fram í sjónvarpinum og vísa aftur pástandinum um, at fylkingin hevur tryggjað Óla Breckmann sessin, við at siga, at javnaðarumboð á fólkatingi hava ikki verið petti frægari enn sami Breckmann. Hetta er vánalig undanførsla. Hann hevur væl neyvan gloymt, hvgr hevur staðið aftanfyri forfylking og nidurgerdin av øllum, sum hava havt nakað við vinstravongin at gera. OG vit vilja spyrja tey mongu fólka- floksfólk, sum valdu Óla Breckmann á fólkating: Hvat ætla tit, at hann skal gera har! Skal hann umboða tykkara egináhugamál ella eigur hann at tæna øllum Føroya fólki! Skal hann sleppa at sabotera royndirnar hjá landsstýrinum, sum umbodar ein meiriluta av Føroya fólki, at fáa eina góða avtalu við danir um okkara framtíð! Er tað hetta tit vilja! Skulu danir nú skeldast út og svínast til av einum fanatiskum føroyskum fólka- tingsumboðsmanni um somu tíð sum føroyingar biðja somu danir um eina hjálpandi hond. Er tað hetta tit ynskja! Halda tit verulig, at danir eru slík 6- menniskju, sum tykkara Óli Breckmann ger teir til! Hava tit heilt gloymt alt tað Vitjanin hjá fýra monnum eitt sunnukvøld á Sornfelli kostaði teimum tilsamans 4000 krónur Hervaldið hevur ikki opið hús, um onkur hernaðar- leiðari í Føroyum so hevur sagt, at føroyingar altíð eru vælkomnir at vitja á Som- felli. Ognúertaðso staðfest, at gongdin inn í Sornfelli ikki er alment gki. Mikudagin fingu fýra menn dóm fyri eitt sunnu- vkøld at verða farnir inn í fjallið á Sornfelli óbodnir og fyri haraftrat ikki at akta, tá teir vórðu bidnir um at fara. 10 dagbøtur á 100 krónur í part, tilsamans 1000 krónur fyri hvønn kostaði vitjanin. Teir fýra menninir hava sagt, at teir bara ætlaðu sær inn í fjallið at biðja um ein kaffimunn. Tað hildu teir seg kunna, tí ein stjóri á stødini einaferð skuldi hava sagt, at fólk altíð vóru væl- komin at vitja. góða og positiva í hesum avtalum! MONG eru tey, sum eru vónsvikin av valúrslitinum. Hesi eiga ikki at fella í fátt. Ti so leingi tað ikki hevur eydnast hesum høgravendu kreftum at kvala tað fría orðið, so leingi er ein vón. Men henda stødan krevur av okkum øllum, sum enn trúgva upp á tað góða í øllum menniskjum, uttan mun til politiskan og átrúnarligan lit - at vit ikki bert eru á varðhaldi, men at vit eru meira virkin. Tað krevur at vit brúka demokratiska amboðið at siga sína hugsan og aftur og aftur vísa á vandan við allari ekstre- mismu og fanatismu tað verið seg til høgru ella vinstru. VIÐ valúrslitinum er vandi fyri, at vit fara at fáa eina polarisering millum tey viðgongdu til vinstru og høgru so sterka, at hon fer at gera tað ómggligt at fáa nakað av skafti politiskt Tað verður rætt og slætt ikki gjørligt at stýra land- inum. Og vandin kann tå gerast reint anarki, soleiðis at dani at enda verða noyddir at taka um endan. Vit hava ikki brúk fyri slíkari polarisering skulu vit loysa dagsins trupulleikar. Vit hava ikki brúk fyri einum ultrahøgravendum fólkaflokki, sum bert hevur til endamál at hjúkla um seg og síni. Vit hava held- ur ikki brúk fyri eini víðgongdari verka- mannafylking, sum er so veruleikafjar og sum ger seg til sjálvbestaltaðan yvirdómara yvir øll onnur, at hon ikki kann virka saman við gðrum flokkum í tí parlamentarisku skipan vit hava. VIT hava brúk fyri einum javnaðar- flokki, sum stendur við sínar grund- leggjandi hugsjónir og verjir tær. Men so sanniliga eisini fyri einum javnað- arflokki, sum ikki er bangin fyri at síggja veruleikan í eyguni og virka út frá honum. Vit hava brúk fyri einum javnaðarflokki, sum er førur fyri at fáa flokkar báðumegin miðjuna at virka saman. Tíanverri hava hesi bæði sein- astu valini víst, at veljarin er ikki nøgd- ur við javnaðarflokkin, hóast hann er millum tríggjar teir størstu flokkarnar. Og hetta má flokkurin gera nakað við. Brúk er fyri sjálvrannsakan. Henda varð ikki gjørd eftir løgtingsvalid í nóg stóran mun. Uppstillingin til fólkatings- valið var eftir okkara metan ein av or- søkunum til, at flokkurin misti mannin. Sjálvandi átti flokkurin, nú hann hevði Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr.. Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teletax: 14720 67. ÅRGANGUR eitt gott høvi til tað so skjótt eftir løg- tingsvalið, at "marknadarført” nøkur nyggj andlit. Istadin fyri bara at stilla nakrar av teimum "gomlu” og traditio- nellu politikarunum upp, átti flokkurin eisini at havt sett nøkur heilt nýggj fólk å listan. Tey finnast. Spurningurin er bara at leita tey fram. At visa teimumn álit og virðing. Vit ivast onga løtu í, at hevði flokkurin stillað upp 20, 30 ella fleiri fólk og teirra millum nøkur heilt nýggj, tá hevði flokkurin fingið mannin. JAVNADARFLOKKURIN er ikki lið- ugur í føroyskum politikki. Valúrslitið hjá Ola Breckmann vísir tvørturim6ti, hvussu stóran týdning flokkurin hevur. Nú ræður um at hugsa seg um og stinga út í kortið av nýggjum. Væl vita vit, at flokkurin í nýggu samgonguni hevur bundið seg í ávísan mun. Ein kundi sjálvandi verið eftirklókur og sagt, at javnaðarflokkurin átti at havt gjøgn- umskoðað taktikkin hjá fólkaflokkinum - sum vildi sleppa í andstøðu og tvinga sambandið út í Tinganesi - og ikki farið í samgongu. At flokkurin ikki átti at komið einum sundursorlaðan sam- bandsflokki til hjálpar, at hann ikki átti at bjargað sjálvstýrisflokkinum, sum sleit hina samgonguna, sess í Tinganesi. At hann ikki átti at tíkið saman hendur við verkamannafylkingini osfr. Møgu- liga var alt hetta ikki rætt, tá hugsað verður um framtíðina hjá javnaðar- flokkinum. Men vit vita, at javnaðar- flokkurin fór í Tinganes fyri at fáa landinum eitt stýri. Hann gjørdi tað, tí hann hugsaði meira um landsins og fólksins tørv enn hann hugsaði um seg sjálvan. Og tað kann koma at kosta flokkinum dýrt. Vit velja tó at trúgva, at veljarin fer at fáa álit á aftur flokkin fyri hesa gerð. NÚ fáa vit so at síggja, hvussu verk- mannafylkingin fer at roynast í Tinga- nesi. Um henda fylking í veruleikanum klárar at standa við ábyrgd, eisini tá tað ræður um at skula góðtaka avgerðir, sum kunnu ganga eins egnu veljarum ímóti. Og vit fáa at síggja, um tað net- tup var ein partur av taktikkinum hjá fólkaflokkinum at tvinga javnaðarflokk og verkamannafylking út í landsstýrið saman við sambandi fyri so um eitt ár ella so at heysta fruktirnar av ópoppu- lerum avgerðum, sum eitthvert sitandi landsstýri í ringum tíðum verður tving- ad til at taka. SOSIALURIN Royndir og álítandi TIMBURMENN søkjast til Danmarkar at arbeiða. Íbúð kann ávísast. Vendið tykkum til Teddy Thomsen. Um innbjóðingin annars stendur við, er ikki greitt, men hetta kvøldid vóru teir fýra í hvussu er ikki væl- komnir. Vaktarfólkini vildu ikki hava hesar menninar við stívari kenning inn á støðina. randi Haldið SOSlalin Tlf. 075 87 62 14