fríggjadagur 23. september 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
t
ida 4 Nr 181—23. SEPTEMBER 1994
Si
Finnbogi
a veg til
New York
Finnbogi Isakson skal á
på
aðalfund hjá ST
Finnbogi Ísakson, løg-
tingsmaður hjá tjóð-
veldisflokkinum, er í
løtuni á veg til New
York. Hann skal kom-
andi mánaðin umboða
føroyingar á aðalfund-
inum hjá heimsfelags-
skapinum.
— Eg taki meg burturúr
tí heimliga klandrinum
og leggi meg nú útí al-
tjóða klandur, segði
Finnbogi Ísakson, tá
hann fór í flogfarið í
Vágum.
Tá Finnbogi kemur
heimaftur fer ein ting-
maður hjá sambands-
flokkinum til New York.
Edmund Joensen, løg-
maður, er valdur at um-
boða sambandsflokkin í
ST, men hann hevur
neyvan tíð. Næsti maður
á sambandslistanum í
Eysturoy er Atli Hansen
úr Gøtu. Hann situr á
tingi fyri løgmann. Við-
víkjandi ST umboðan er
tað íkki altíð næsti
maður sum tekur sæti,
berst tí valda frá. Ting-
bólkurin avgerð hvor
skal umboða hann á
aðalfundinum hjá Sam-
eindu Tjóða á høvuds-
borgini í New York.
jústinus
Fóthóltsvenjarartil IF
kanpingarárið 1994
Sekt verður eftir venjarum til ÍF næsta
kappingarár. Hugsað verður um 2. og
3. deild menn, unglingar, 1. deild kvinn-
ur og gentur 14—17 ár, men eisini venj-
arar til tey yngru liðini hava áhuga. Um-
sóknirnar eiga at vera okkum í hendi í
seinasta lagi 6. okt.1994, og eiga at
verða stílaðar til:
ÍF — Fótbóltsdeildin
Postsmoga 94
FR-530 Fuglafirði
Tjóðveldisveljarar í Fóroyum:
Halda mest um
Tíðindablaðið (377,
Heina í Kunoy
Valið var ein lemjandi ósigur fyri formann flokksins, Finnboga
Ísakson. Heini O. Heinesenfekk tvifalt so nógvar atkvødur.
Finnbogi veit ikki enn um hann leggur frá sær sum formaður
Eitt fólkatingsval er eisini
ein vekt fyri hvussu polit-
ikkarar eru umtóktir innan-
flokka. Hverjar politikk-
arar veljararnir dáma í teim-
um einstøku flokkunum.
Listarnir fáa lutfalsliga fáar
atkvødur, tey einstøku val-
evnini fara við atkvødun-
um.
Fyri Tjóðveldisflokkin
var fólkatingsvalið miku-
dagin eitt vánaligt val, men
tann politikkari, sum hevur
størstu tekkju millum tjóð-
veldisveljarar í dag er Heine
O. Heinesen, løgtingsmad-
ur og byggimeistari úr Kun-
Oy.
Hann helvaði formann
flokksins, Finnboga Isak-
son av og fekk tvífalt so
nógvar persónligar atkvød-
ur. Av teimum 1798 at-
kvgðunum hjá Tjóðveldis-
flokkinum fekk Heine O.
Heinesen 672 atkvødur.
Finnbogi Ísakson fekk 324
atkvødur.
Ovist
um avleiðingar
Vit hittu Finnboga Ísak-
son í gjár. Hann var staddur
á flogvøllinum á veg til
New York at luttaka á ST
aðalfundinum.
Fær valúrslitið avleið-
ingar fyri teg sum formann
í flokkinum?
— Tað verður avgjørt, tå
pot"
F ormaður tjóðveldisflokksins tapti valið so dyggiliga
flokkurin aftur er fullmann-
aður, tá eg eri heimaftur-
komin. Hetta verður seinast
í oktober, segði Finnbogi
Ísakson.
— Tað hevur ongantíð
verið siðvenja í tjóðveldis-
flokkinum at tann løgtings-
limurin sum hevur flestar
atkvødur skal vera formað-
ur í flokkinum, sigur hann
Hevur tað slitið nógv
uppá teg sum politikkara,
at sitid sum figgjarmåla-
ráðharri í Tinganesi?
— Ja, ongin ivi um tað, eg
hevði rokna við einum
vånaligur valúrsliti, men eg
hevði ikki roknað við at
uttanflokkalistin fór at fáa
so nógvar atkvødur, segði
Finnbogi Ísakson, meðan
seinasta útkallið til føroy-
ska flogfarið til Keyp-
mannahavnar ljóðaði aftan-
fyri í hátalarunum.
Sjónvarpið ávirkar
valúrslitið
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa hendur Heina O.
Heinesen í gjár áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Men Heini O. Heinesen
hevði viðmerkingar til valið
í sjónvarpinum.
— Valúrslitið sýnir greitt,
at teir politikkarar sum hava
havt bestu atgongd í sjón-
varpinum hava fingið besta
årslitid. Teir politikkarar
sum hava luttikid í sam-
gongusamrådingunum
hava fingið besta úrslitið
Teir vóru eisini at síggja í
sjónvarpinum í heilum,
segði Heine O. Heinesen
Heine O. Henesen hevur
vunnið tekkju millum fólk
við sakliga at greiða frá sín-
um sjónarmiðum.
Sum formaður í løgtings
fiskivinnunevnd hevur
hann gjørt eitt risaarbeiði
fyri núverandi fiskiveidu
lóggávu. Hann ber orð fyr
at verða sera dugnaligur
diplomatur.
Stórúrslitiið hjá uttan-
flokkalistinum hjá Zacha-
rias Wang er er ivaleyst ein
orsøk til vånaliga valúrslitið
hjá tjóðveldisflokkinum
Einasta valevnið hjá
uttanflokkalistanum,
Zacharias Wang fekk íkki
færri 1110 persónligar at-
kvødur. Listin fekk 17 at-
kvødur. Zacharias Wang er
fyrrvernadi tjóðveldismað-
ur.
Heine O.Heinesen vard
spurdur í sjórvarpinum um
hann ikki var sinnaður at
taka Zacharias Wang uppí
aftur flokkin. Hetta hevði
Heine ongan hug til. Hann
segði. "Zacharias Wang er
cv balstýrigur til okkara
flokk."
jústinus