fríggjadagur 23. september 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin |
Carry on Loving
Bretskur filmur frå 1970 um ein, sum er
óheppin í kærleika og tí roynir at finna
eydnuna gjøgnum telduna...
Friggiakvøldid kl. 22.35:
Juggernaut
Am. filmur frå 1974. Heimsins størsta
luxus-skip, tað 25.000 tons stóra >Brittan-
ic<, er rundferð við næstan 1200 ferða-
fólkum og manning umborð. Brádliga er
telefon til skiparan. Tað er ein, ið nevnir seg
»Juggernaut«. Hesin sigur skiparanum frá,
at bumbur eru lagdar umborð á skipið. Um
Brunel skal megna at bjarga gllum ferða-
fólkunum, noyðist hann at gjalda 1,5 milli-
ónir dollarar. So skal Juggernaut siga hon-
um, hvar bumburnar liggja, og hvussu tær
kunnu beinast av vegnum. Skiparin fer til
verka og boðsendir serfrødinginuni Fallon,
men bumbur kunnu vera allastaðni...
Omar Sharif spælir skiparin Brunel.
Leygardagin kl. 13.30;
Laurie Hill
Hetta er nýggj sendirgð um læknan, konuna
og mammuna Laurie Hill. Fólk, ið hon ikki
kennir, halda hana vera sera lukkuliga. Hon
hevur alt, halda tey. Gott starv, góðan mann
og børn. Men tað er ikki bara sum at síga tað
at hava ábyrgdina av gllum ísenn.
Og nú minnir maðurin hana á, at hon ikki
kann gloyma sína egnu familju, meðan hon
hugsar mest um ein sjúkling, ið ikki kann
lekjast.
Leygarkvøldid kl. 22,10;
Support your
Local Gunfighter
Am. western frå 69 við James Garner í
høvudsleiklutinum. Latigo Smith er ein
fittur cowboy. Onkur hýrir hann at rudda
ein gamlan by, har íbúgvarnir eru eins
gamlir og býurin. Men hann brúkar óvan-
liga framferð...
Dield of Dreams
Am. filmur frá 1989 við Kevin Costner í
høvudsleiklutinum. Ray Kinsella og
familja hansara eiga ein gard i Iowa og har
dyrka tey mais. Ein dagin hoyrir Ray eina
rødd, ið tosar við hann. Skjótt frættir allur
byurin um røddina í maisinum, og summi
halda, at nú er Ray vorðin óður í høvdinum.
Hann ferð at grava, sáða gras og gera ein
bóltvgll. Røddin hevur sagt honum; at um
hann ger ein vøll, fer fótbóltsstjórnan Shoe-
less Joe at koma aftur. Men hesin hevur
verið deyður í fimti ár...
Mánakveldið kl. 21.05;
The Habitation
of Dragons
George hevur ætlanir um at gerast gkis-
advokatur. Bróðirin Leonard, sum ikki veit
av hesum, hevur ætlanir um at stuðla svágri
sínum, Billy, í valstríðnum. Leonard hevur
nýliga sett Billy sum hjálparmann í
advokatfyritøkuni. Tá ið George frættir
hetta, verður hann firtin. Men George noyð-
ist at finna onkran, ið kann stuðla honum í
valstríðnum, eisini figgjarliga…
Tysdagin kl. 9.45;
Matine:
Mr. Emmanuel
Bretskur filmur frå 1944. Søgan fer fram i
1936. Gamli jødin, Mr. Emmanuel, fer til
nazi-Týsklands at finna mammuna hjá ein-
um smådrongi, ið er flyddur…
Mikukvøldid kl. 22.30:
Nurses
Luke sannførir Jack um, at hann hevur
fingið eina sjúku, ið ikki kann lckjast. Men
tað kann hjálpa, um hann heldur seg íkki í
einum plastikk-hylki í tveir dagar.. :
Hóskveldið kl. 23.35:
Brævið til Kreml
Am. njósnarafilmur frå 70. Ein ameri-
kanskur heryvirmaður verður settur at leita
eftir einum brævi, sum ein amerikanskur
stjórnarlimur hevur skrivað til Ruslands,
har hann biður teir loypa á Kina. Men áðr-
enn njósnarafelagar hansara megna at gera
nakað, doyggja fleiri av teimum, og ein
tekur næstan lívið av sær, orsakað av kær-
leika til herovastan...
Útvarpið skiftir gear
Samstundis sum klokkan verður stillad til
vetrartíð, skiftir útvarpið skrá og fer frá
summarskrá til vetrarskrå. Tað fer at merkj-
ast í útvarpslurtinum frá mánadegnum tíð-
liga.
Fleiri nýggjar sendingar eru á skránni, og
aðrar eru umskipaðar. Senditíðin verður
longd við tveimum tímum um dagin. Ein-
um tíma seinnapartin og einum tíma um
kvøldid, so útvarpið nú fer at enda kl. 21.00
um kveldið.
Hetta er tó ikki galdandi fyri leygardagin,
tá sent verður runt frá kl. 7.15 á morgin til
kl. 1.00 sunnunátt. Tað merkir, at sendingin
Náttarravnar leygarkvøld nú fer at vara
tríggjar tímar frá kl. 22 til 01.
Vanligar seinnapartar verður slit í send-
ingunum millum kl. 14.00 og kl. 17.00, men
soleiðis verður tó ikki fríggjadag, tá sent
verður allan seinnapartin.
Høvudssendingin á skránni seinnapart
fríggjadag verður ungdómssendingin
>Kvark<, sum Bjørg Brend og Jákup
Sørensen skipa fyri. Hon byrjar kl. 15.00 og
hildið verður á til kl. 17.00.
Víða um og sosialt
Fyrrapartssendingarnar hjá útvarpinum eru
eisini fyri ein part endurnýggjaðar. Mána-
morgun kl. 9.30 verður skift millum tveir
spurnarkassar. Annar er um løgfrødiligar
spurningar og hin spurnarkassin verður
»Sosiali brævkassin«, har fólk kunnu fáa
svar uppá spurningar um almannarættindi
síni.
Mikumorgun kl. 9.30 verður skift millum
tvey onnur evni. Ein nyggj sending er
>Víða um«, har fólk kunnu spyrja um alt
millum himmal og jørð og fáa svar frá ser-
frødingum á økinum. Tað kann vera um alt
frá molekylum til dinosaurar. Annanhvønn
mikudag verdur so matsendingin »Væl
gagnist<.
Føroyar og framtíðin
Tær aktuellu sendingarnar eru eitt sindur
umskipaðar. Føroyar í dag verður ikki á
skránni í vetur, men í staðin verður tyskvøld
ein sending, sum fer at royna at leggja seg
eftir at lýsa Føroyar og framtíðina.
Í hesi sending fer at verða steðgað eitt
sindur á og hugt nærri at tí, sum mett verður
um framtíðina hjá føroyinginum í Føroyum
og møguleikunum hjá vinnulívinum og
samfelagnum sum heild.
Hesar sendingar verða býttar sundur í
fleiri evni, sum verða vidgjørd gjøgnum
veturin. Í teimum fyrstu sendingunum
verður tó einamest gjørt við at gera støðuna
upp, sum hon er í dag.
Noreg og Europasamveldið
Mikudag seinnapart verður enn sum áður
orðaskifti. Nú verður tað ødrvisi skipað.
Vidhvørt verða hesi orðaskifti av bygd, við-
hvert í studio í Sortudýki og vidhvørt sum
telefonorðaskifti millum lurtarar og
ábyrgdarfólk.
Hóskvgld verða sendingar av ymsum
slag. Nú héskvøldid verður farið undir eina
sendingargð um Noreg og Europasam-
veldið, nú norðmenn aftur skulu taka stóðu
til limaskap í ES. Evnið verður vidgjørt í
einum fýra sendingum.
Í hesi senditíð verða seinni eitt skifti
sendi .garnar »Tilvera«, sum tá verða um
deyðan. Seinni verður tikin upp spurning-
urin um menniskjan og alt rundan um hana
er skapað einaferð ella er úrslitið av eini
menning.
Føroyskur identitetur?
Fyrilestrar verða eisini á skránni. Eitt tema,
sum fer at koma fyri í hesum sendingum er
tann føroyski identiteturin, sum professarin
Jóan Pauli Joensen hevur roynt at granska.
Annað evni er lóggávuarbeiði í Føroyum
soleiðis sum tað er skipað og býtt millum
løgting og fólkating. Vit fara at hoyra Sjúrð
Rasmussen.
Fimtan tær bestu
Mikudag verður enn sum áður Heimurin í
dag, fríggjadag Norðurlond í dag og leyg-
ardag Vikan ið fer.
Sunnudag verður upplestur eftir døgurda
og eftir tíðindini verða samrødur og repor-
tasjur av ymsum slag.
Annars verða nógvar nýggjar tónleika-
sendingar kl. fimm seinnapartin og eisini á
kvøldarskrånni. Menn sum Birgir Kruse,
Edward Nyholm Debes, Jákup Magnussen
og aðrir fara at leggja til rættis.
Friggjakvøld fer Heðin Arge Jensen at
skipa fyri >15 teimum bestu<, sum er ein
sending, har ungdómar fara at seta saman
listan yvir 15 tær best umtóktu pláturnar í
dag.
Fyrrapart verður hildið fram við Lurtar-
unum og vit og Máltráðnum og Góðan
morgun Føroyar verður hvønn morgun frå
mánadegi til friggjadag eftir fyrstu tíðinda-
sendingina kl. 7.30 á morgni.
28. november la
Nú vetrarskráin byrjar, fer útvarpið í fýra
sendingum at fylgja gongdini uppundir
følkaatkvøduna 28. november. Tað er dag-
urin, norðmenn skulu siga ja ella nei til
limaskap í Europeiska Samveldinum.
Kanningar higartil hava víst, at minniluti er
fyri at innlima Noreg í í ES. Men kanningar
vísa eisini, at siga bæði Finland og Svøriki
ja, fara norðmenn helst eisini at siga ja.
Partar av fiskivinnuidnadinum í Noreg
halda, at norskur ES-limaskapur fer at fáa
stóran tydning fyri norsku fiskivinnuna.
Allur tollur á fiskavgrum fellur tá burtur.
Men aðrir partar í norsku vinnuni halda
ikki, at ES-limaskapur er tað mest umráð-
andi fyri framburði og fleiri arbeiðspláss-
um. Somu haldaeisini,attaðernorski fiski-
maðurin, sum skal gjalda størstu rokning-
ina við norskum limaskapi, tí sambært
hesum fara allar avgerðir um fiskirættindi í
Barentshavinum í hendurnar á Europeiska
Samveldinum.
Í sendingunum uppundir norsku ES-
fólkaatkvgðuna verður serliga hugt at
tydninginum eitt ja ella nei fær fyri norska
fiskivinnuna. Í fyrstu sendingini, sum
kemur komandi hósdag, verður tó hugt eitt
sindur djúpri at grundleggjandi sjónarmið-
unum hjá ja-sigarunum og nei-sigarunum.
Formaðurin í uttanrikisnevndini í Stórting-
inum, høgrakvinnan Kaci Kulman Five,
meinar avgjørt, at Noreg skal upp í ES. Líka
greitt meinar parlamentariski leiðarin í
Senterflokkinum, Jóhan J. Jakobsen, at
Noreg eigur at standa uttanfyri.
Helgi Jacobsen hevur verið á rundferð í
Noreg, nú niðurteljingin til 28. nov. av
álvara er byrjað.
gnudagur Noregs
ARNE
Fiskivinnusamfelagið í Tromsø er sum heild ímóti norskum ES-limaskapi