Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A , . . Síða 20 Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ søsialurin | Dødens Karteller i Havnar Bio Fríggjakvgldið kl. 19, er enn ein frumsyning å skránni í Havnar Bio. Tad er filmurin "Dødens karteller", við Harrison Ford i høvudsleiklutinum sum tann frelsandi hetjan, ið roynir at avdúka fleiri narkotika brotsmannalið. Talan er um ein drama- tiskan spenningsfilm, har høvudssøgan er um narkoti kaleiðlið og ólógligt virk- semi. Forsetin í USA er heim- sins sterkasti maður, sum hevur vald yvir kjarnorku- vápnum og størstu her- mannaliðum í heiminum. Ameriska kongressin hevur eisini stórt vald, og hon hevur eisini vald á for- setanum, tá tað snýr seg um hervaldið. Forsetin verður eygleiddur frá nógvum síð- um, í royndini at forða fyri, at forsetin ikki misýtir sítt vald. Søgugongdin í filminum er i høvudsheitinum, at for- setin í USA - hetta líkist søguni um narkotikaútflut- ningin úr Columbia til USA fyri nøkrum årum sidani - setir kanning í verk móti narkotikasamgongum i Columbia. Umframt hesa kanning ger Jack Ryan (Harrison Ford) í CIA sína egnu kann- ing, sum skal hava til enda- máls at leggja hald á fleiri mió. krónur, sum narkotika- samgongurnar hava vunnið við sølu av narkotika. Hetta er dupultspæl, og tað setir Jack Ryan í eina livshættisliga stóðu. Ein amerisk sendinevnd verður dripin í Bogota, og einasti persónur, sum kem- ur frá hendingini við lívi- num, er Jack Ryan. Hansara møguleikar at sleppa livandi heim aftur til USA gerast enn minni, tá hann avdúkar eina loyniliga roynd hjá øðrum felags- skapi, sum tingast við nar- kotikasamgonguna. Í royndini at avdúka hesar svikagerðir, noyðist Jack Ryan at sníkja seg inn á brotsmannalidini, har yms- ar ógvusligt hendingar fara fram. Harrison Ford hevur sagt í eini bladsamrødu, at hann ikki dámar at spæla við í spenningsfilmum, um tað bert snýr seg um at gera hesar ógvusligu upptøkur- nar. Hann vil heldur vísa á- skoðarunum, hvussu menn- iskju bera seg at, sum koma í slíka stóðu. Sjónleikarin hevur verið við í fleiri filmum, sum Steven Spielberg hevur gjørt, eitt nú Indiana Jones. Annars hevur hann havt nógvar ymsar leiklutir av meira álvarsligum slag, frá "Blade Runner" til "Re- garding Henry", bert fyri at nevna dómi. Filmurin "Dødens Kar- teller" er á skránni í Havnar Bio í tríggjar vikur. Dagny verður í Bygdarh. í Tjørnuvik leygarkvøldid 24. sept. PAULI & VINMENN spæla Kostnaður 50,- kr., íroknað lutaseðil. Drigið verður um 30 lundar. Nevndin Føroya Skótaráð té Al Føroya Skótaráð er komið út við einum álmakka, ið er gjørdur til allar skótar í Før- oyum. Skótaárið er júst byrjað, og inniber tað hópin av til- tókum í teirri einstøku patr- úljuni, liðnum, bólkinum og í landsarbeidinum. Og øll tey tiltøk, ið longu eru løgd fyri árið, finnast í álman- akkanum, so skótar bert skulu hyggja í hendan lítla fitta bókling, so vita teir, nær og hvar tað ymsa hend- ir. Mentóerálmanakkin ikki bert ein liðug bók, ið skót- arnir einki meira skulu gera við. Almanakkin er innrætt- aður, so skótarnir sjálvir eis- ini kunnu skriva sær niður, nær teirra lokalu tiltók eru, nær teir skulu meta til fund í patrúljuni og hvat tað nú einaferð kann vera. Álmanakkin, ið ber heitið >Skóti 94/95«, er fittligur í stødd, og upplagt er at hava hann við sær í lummanum, taskuni ella aðrastaðni, ið lætt er at koma til hann í ein- ari skjótari vending. Umframt sjálvan álman- akkan kunnu skótarnir eis- ini fara í >Skóta 94/95< fyri at lesa áhugaverðar og hent- ar upplýsingar til allar skót- ar, og hugskot til virksemið tóta ikki. Úr innihaldinum kann eitt nú verða nevnt okkurt um skótargrsluna í Føroyum, hvussu skótargrslan byrjaði til skotar vid Lord Baden-Powell í sinari tíð, altjóða skótargrsl- una, skótadagar, tey ymisku skótamerkini, búnan, nýtslu av knívi, merkið, knútar, surringar, røringarogspleys- ingar, fyrstuhjålp, reglur fyri gonguferð, persónliga útgerð, pakkilista til legur, liðskipan, signalering og mangt annað. Aftast í álmanakkanum er skótaorðalisti, so tú kanst finna eitt orð á føroyskum, donskum, enskum, týskum og fronskum. Og allaraftast er ein adressulisti, so skótin altíð veit, hvagar hann skal venda sær, um okkurt er. Føroya Sparikassi hevur stuðlað útgávuni. hj. Pengar at vinna í folka- tings- valinum Undan fólkatingsvalin- um nú mikudagin vóru fleiri sokallaðir >book- makers<, ið bjóðaðu fólki at vedda um úr- slitið av valinum — ser- liga var nógv spælt um, hvgrav teimum trimum >stóru< vann valið. Poul Nyrup Rasmus- sen varð fremstur, og at spæla upp á hann sum sigursharra gav peng- arnar aftur 1,25 ferðir, meðan spæl upp á Uffe Ellemann-Jensen ella Hans Engell hevði giv- ið pengamar aftur 4,5 ferdir. hj. — ——