týsdagur 27. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
,
se
ti01 da FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Skadilig umbodan!
NÚ fólkatingsvalið er farið aftur um
bak skulu valdu føroysku umboðini til
arbeiðis á Christiansborg. Donsk stórn
er um at verða skipað, og um fáar dagar
verður fólkatingið sett. Við hesa setan
fáa eisini "nýggju" føroysku umboðini
møguleika at tala av fólkatingsins rød-
arapalli. Hetta hendir bert fáar vikur,
áðrenn samráðingar aftur skulu vera
millum Føroyar og Danmark um fyri
okkum lívstýðandi spurningar.
SKULU vit dóma eftir úttalilsunum hjá
teimum báðum valdu fólkatingsumboð-
unum í føroysku fjølmidlunum hesar
seinastu dagarnar, so hava vit lítið gott í
væntu - fyri ikki at siga - vandi er fyri,
at teir báðir fara at skaða Føroya søk,
fara teir at bera somu hugsjónir - mein-
ingar - fram á fólkatingi, sum teir hava
borið fram í Føroyum.
VIÐ Dimmalætting sigur Jóhannes
Martin Olsen, sum fer at umboða
sambandsflokkin á fólkatingi m.a.:
"Tað, sum umræður hjá føroyingum, er
at fáa danir at rinda fyri tann
miseydnaða politikk, sum førdur hevur
verið seinastu árini. Og til tess at hetta
skal eydnast, er neyðugt í felag at fáa
danir at síggja hetta í eyguni” sigur
Jóhannes Martin Olsen, komandi
fólkatingsmaður. Alvaratos! Er tað
veruliga hetta, ið er uppgávan hjá
nýggju fólkatingsmonnunum, og er tað
hetta, sum landsstýrið við einum sam-
bandsløgmanni á odda skal til Dan-
markar at siga dønum! At vit hava
bíðið danir um hjálp er ein sannroynd,
og hetta hevur eingn fjalt. Men at talan
skuldi blíva ein undirbrotlig biddara-
gongd uttan vit føroyingar eisini tóku í
egnan barm høvdu vit ikki gáað um, í
hvussu er ikki fyrr enn sambandið kom
til valdið.
NEYVAN er hann skeivt endurgivin í
Dimmu, heldur man tað vera tað sanna
sambandslyndi, sum her kemur undan
kavi, hetta at danir skulu gjalda fyri
allar okkara egnu misgerðir. Sum partur
Miðflokkurin svikið veljarar sínar
av ríkinum hevur Danmark ávísar
skyldur mótvegis Føroyum, og hetta
hava danskir politikarar eisini sannað.
Spurningurin í dag er bara tann, um ikki
partur av avtalunum, sum gjørdar eru,
átti at verið endurskoðaður. Og um
nýggjar avtalur vit gera við danir ikki
eiga at verða gjørdar í einum heilt
nýggjum hópi. Hetta eru føroyingar og
danir samdir um. M.a. segði danski
fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft
við Sosialin í farnu viku, at hann ikki
vildi útiloka, at gjørdar avtalur verða
endurskoðaðar. Hann segði eisini, at
hendir ikki ein dramatisk vend í gongd-
ini í Føroyum, so má umhugsast, um
partur av skuldini skal sanerast. So
danir eru helst til at tosa við, hóast teir
eisini kenna seg noyddar at seta okkum
treytir.
AT ein nývaldur fólkatingsmaður nú
alment sigur frá, at tað, sum umræður,
er at fáa danir at rinda fyri tann mis-
eydnaða politikk, sum er rikin seinastu
árini, er fullkomiliga við síðuna av. Tað
vil altíð vera ein spurningur um javnvág
og hvat tveir samráðingarpartar kunnu
semjast um. Og her hevur tað ómetaliga
nógv at siga, hvat ein meiriluti í øllum
fólkatinginum sigur og fyri ikki at tosa
um, hvat vanligi danin eisini heldur.
Umrødda úttalilsi hjá Jóhannes Martin
Olsen man neyvan fella í góða jørð hjá
stórum parti av fólkatinginum ella van-
liga dananum. Tí skulu okkara ráð til
hansara vera, at hann hugsar seg um,
áðrenn hann talar. Hetta átti at verið
grundleggjandi fyritreyt fyri allar polit-
ikarar, ikki bara teir, sum verða valdir
inn á løgting, men ikki minst fyri teir,
sum skulu av landinum at tosa søk okk-
ara.
TAKA vit so hin valda fólkatings-
mannin, so fer hann lúkst í hina
grøvina. Ístaðin fyri at ganga
undirbrotliga biddaragongd sum
Jóhannes Martin Olsen leggur upp til,
so langar hann nevan beint í andlitið á
øllum dønum. Óli Breckmann hevur
longu boðað frá, at hann ætlar at gera
alt hann er mentur fyri at geva eini
danskari sosialistastjórn trupulleikar.
Allir flokkar uttan miðflokk-
urin stillaðu upp ul hetta fólka-
tingsvalið. Tað er ikki ein
flokkur í løgtinginum, um ger
av hvør skal stilla upp til eitt
fólkatingsval, men er tað velj-
arin, sum eigur alla avgerðina.
Veljararnir avgera hverjir
skulu umboða Føroyar á dana-
tingi.
a) Miðflokkurin
hevur svikið
Tað er eingin loyna, at veljarar
miðfloksins eru stórliga vón-
brotnir, at flokkurin ikki still-
aði upp til fólkatingsvalið. So
sanniliga hevur flokkurin
skyldu at rekja sínar uppgávur
til fulnar. Miðflokkurin hevur
viðgingið, at hann fór at gera
skyldur sínar, at veljarin ikki
varð snýttur; men hví stillaði
hesin flokkur so ikki upp til
fólkatingsvalið. Sannleikin er
tann: av berum innanhýsis
klandri, tí tað er onkur ávísur í
hesum fundamentalistiska
flokkinum (miðflokkinum),
sum ikki vildi stilla upp til
fólkatingsvalið '94.
b) Fólkatingsvalið
einki at týða
Tað er nógv fyri, at slíkir menn
sum Tordur Niclasen og Jenis
av Rana ikki tora at greiða velj-
arum sínum, hví miðflokkurin
ikki tordi at vissa veljarar sín-
ar, hví miðflokkurin ikki still-
aði upp til félkatingsyalid.
Miðflokkurin hevði sama
meguleika sum allir hinir
flokkarnir: at fáa umboð inn á
fólkating. Miðflokkurin er
eingin flokkur, men ein flokk-
ur, sum ræðist, og sum í dag
hevur svikið veljararnar, hóast
miðflokkurin eins og sjálv-
stýrisflokkurin og KFFFF -
flokkurin, so kasta teir lygnir
yvir á veljararnar og siga: »At
fólkatingsvalið hevur fyri okk-
um einki at týða<. Hetta er
beinleiðis ein brotsgerð ímóti
veljarunum, tí tað sum í dag júst
hevur havt so stóran tydning, er
fólkatingsvalið. Og hví stilla
upp, tá fólkatingsvalið einki
hevur at týða???
c) Eitt lagnuval
Teir veljarar, sum til løgtings-
rgdarblaðstjóri: Jan Múller Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny ar: P/1 Søslalurin
hu Se Krisjan Dahí 4 on aen Smith - Umea PA Sasleterin
jøsmyndari: Kalmar Lindens ansen - - P/t Press
h . , Justinus Eldesgaard
Hann ætlar sær at hunddálka danskar
embætismenn og danskar javnaðarmenn
fyri eitt og alt.
GUD viti, hvat vanligi danin og fyri tað
eisini flestu fólkatingsmenn fara at
hugsa um okkum føroyingar, tá Óli
Breckmann í næsta mánað fer at halda
setanarrødu á Christiansborg. Um somu
tíð sum eitt føroyskt landsstýri skal til
at royna at fáa eina góða avtalu við
danir og greiða dønum frå støduni í
Føroyum, so fer "føroyska” røddin á
fólkatingi at sleppa sær av við sitt
vanliga gor og hatur til alt og øll, sum
ikki eru fólkafloks tað verið í Føroyum
ella í Danmark. Vit fara her at síggja
fólkaflokspolitikk, tá hann er bestur. Vit
fara at síggja, hvussu hvort eitt orð,
hvør ein vending av Breckmannsmunni
bert fer at hava eittans endamál, og tað
er at skapa øsing millum føroyingar og
danir, at skapa misálit millum hesi bæði
fólk - bert við tí eina fyri eygað: at tað
skal geva fólkaflokkinum fleiri
atkvødur her heima til eitt komandi
løgtingsval, sum flokkurin miðvíst
arbeiðir fyri kann koma til røttu tíð.
VIT hava sagt tað áður, og vit fara at
siga tað aftur og aftur: tað finst neyvan
nøkur so stór skomm í føroyskari poli-
tikari søgu sum tad, at heilir 3000
fólkafloksmenn og -kvinnur persónliga
bóðu Óla Breckmann fara á fólkating at
umboða Føroyar. Hava tit ikki sannað
hetta áður, so fara tit so sanniliga at
gera tað nú. Fyri Føroya land finst
eingin verri umboðan enn júst sami
fóli.afloks fólkatingsmaður. Og tað,
sum vit onnur hava so ilt við at góðaka
er tað, sum hesin eini av tveimum
føroyskum fólkatingsmonnum kann
koma at oyðileggja fyri vidurskiftini
millum føroyingar og danir.
HAVA tit 3000 als ikki hugsað um,
hvussu hesin maður misbrúkar sín -
tykkara og okkara - fólkatingssess!
Hann letst halda, at tað er ein donsk
javnaðarstjórn, sum er orsøkin til allar
vanlukkurnar í Føroyum. Men tit áttu
oll at vitað, at bæði teir konservativu og
vinstra hava góðtikið avgerðirnar hjá
valið valdu miðflokkin, kenna
seg í dag í villareiði. Og eg ivist
ikki í, at onkur av veljarunum í
miðflokkinum ikki fer at at-
kveða aftur fyri fundamental-
istiska midflokkinum.
Jenis av Rana hevur sjålvur
stadfest — aftan å løgtingsvalid
— at flokkurin (miðflokkurin)
er fundamentalistiskur og hetta
hevur gjørt veljaramar uppaft-
ur meira í ørviti. Nú, tá ið tað
kemur undan kavi hjá velj-
aranum, hvat tað liggur í tí, at
flokkurin er fundamentalist-
iskur og diktatoriskur, so fer
hetta at verda til komandi val:
eitt lagnuval fyri miðflokkin.
Livst so spyrst!
r
67. ÁRGANGUR
Búsiaður: Argjavegi 26 i Postadr.: Postsmoga 76
Argjum 110Térshavn
Teleton: 11820 Teletax: 14720
Skaltakðskítast-videyguskit
astellahúsini klæ Au
stjórnini og hava entå medvirkað til enn
strangari krgv enn stjónrin metti vera
rætt! Hava tit longu gloymt, at tað var
eingin annar enn floksfelagi tykkara,
Poul Schluter, sum tvingaði føroyingar
at góðtaka nógv umrøddu avtaluna 6.
oktober! Sum setti revolvaran í ryggin
á Sundstein og Dam! Ella er tað veru-
liga so galið, at tit 3000 fólkafloksfólk,
als ikki vilja kenna verulcikan! At tit
eru lika so primtiv og cirindaleys sum
sami Breckmann, at tit bara siggja hin
versta fyri tykkum, tå orðið javnadar-
fólk og sosialistur verður tikid upp á
tungu! Lat okkum endurtaka tað her:
tað er einki minni enn skomm at vera
føroyingur, nú vit senda sama Breck-
mann á Christiansborg. Hetta fara tit at
sanna einaferð.
TAÐ skal vera vón okkara, at danskir
politikarar tað veri seg í stjórn og í
andstøðu, heldur ikki í framtíðini fara at
taka Óla Breckmann fyri fult. At teir
fara at ignorera hansara óndsinnaðu
róður og nidurgerding av dønum. Men
líka mikið hvussu upplýstir danskir
politikarar eru og duga at resignera, tå
Óli Breckmann heldur reður á fólka-
tingi, so slepst ikki undan teimum sera
skaðiligu avleiðingum, sum hesar somu
útspillandi róður hava fyri áskoðanina
hjá ti vanliga dananum - meining hans-
ara um føroyingar. Og júst tað fer at
koma øllum føroyingum aftur um
brekku. Ikk: minst teimum
føroyingum, sum í dag í stórum tali
leita til Danmark at búgva. Halda tit,
3000 fólkafloksfólk, sum persónliga
valdu Óla Breckmann, at hesi fólk
hava uppborið at verða gjørd til offur
fyri hetzinum og óndsinnaðu rødunum
hjá sama Breckmann! Vit hava íkki
gloymt, hvussu framburðskvinnan
Kirsten Jacobsen við hjálp frá ávísum
sjálvbestaltaðum dómarum í Føroyum
hevur sáað misålit millum føroyingar
og danir. Og tað er júst hetta sama
misálit, sum tit 3000, nú eru við til at
kveikja enn meira fyri ikki at síga nýtt
lív í.
SOSIALURIN
CLesarabrøv )
Vit gera alt
vanligt
timburarbeiði
- einki ov lítið og
Trupulleikar av hurðum, vindeygum ella øbrum…
— VIT KLÁRA NÆSTAN ALT —
KS TIMBURHÚS
Partafelag v/ Kári Simonsen,
Smærugøta 16, FR 109 Tórshavn, Tlf. 16187
Far tif. 86187