Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Síða 11 31 A ae SØ KØ SKAN e ne meeen 'øroyameistari i 29 minuttir Vid 2-0 leiðslu síni á Tvøroyri, samstundis sum Kl var á odda 1-0 í Klaksvík, var HB føroyameistari í 29 minuttir, áðrenn tað eydnaðist GI at javna. HB gjørdi sítt besta i FM-stríðnum við at vinna á TB — men tað rakk ikki 1. deild, menn: TB-HB 0-2 (0-2) Spælararnir hjá HB og teir mongu áskoðararnir, ið all- an vegin til Suðuroyar vóru farnir fyri at hyggja, hildu seg vera føroyameistarar í ein lítlan hálvan tíma. Eitt korter var farið av seinna hálvleiki á Tvøroyri og í Klaksvík, tá KI har norðuri legði seg á odda móti GÍ og sostatt syrgdi fyri, at HB var oddaliðið í 1. deild — HB hevði fingið tvey mál í fyrra hálvleiki móti TB, og hevði sostatt higartil gjørt sín part av ti arbeiði, ið skuldi til fyri at tryggja sær meistaraheitið. HB-spælararnir fingu við sigursrópum frá sín áskoð- arum at vita, at KÍ var kom- ið á odda í Klaksvík, og tí kundu teir kanska kenna seg eitt sindur róligar, nú teir eisini vóru frammanfyri í sínum dysti. Soleiðis gekk tíðin, til bert heilt líuð var eftir. Tá hoyrdust aftur róp og bila- floyt — men hesaferð vóru tað ikki HB-viðhaldsfólk- ini, ið gjørdu um seg, men øll tey á Tvgroyri, ið untu GI fram um HB at gerast meistari. Dreymurin brast Og soleiðis brast dreym- urin hjá HB um at sleppa upp í part aftur í gullinum, efur at fýra ár eru liðin, síð- ani HB vann meistaraheitið síðst. Tað er leingi í teirra verð — onnur hava ongantíð vunnið tað... Ferðin norður um Suður- oyarfjørd við Smyrli varð kortini ein góð ferð, og tað merktist bert í fyrstuni, at her var talan um ein hóp av fólkum, ið høvdu vunnið ein dyst, men tapt eina kapping. So við og við batnaði hýr- urin, sangurin rungaði, og summi tóku sær av løttum við kortspæli, eins og tey høvdu gjørt á vegnum suð- ur. — Nú mugu tit fáa nakrar sterkar menn at koma við tykkum í B36-húsið at læna gravøl, skemtaði onkur við HB-ararnar, ið ætlaðu sær athavaeina hugnaliga sam- veru eftir lokna kapping — so mátti tað vera, sum tað var: gull ella ikki gull! Og tå HB-aramir vóru komnir til Havnar aftur, var størsti parturin av sorgini runnin av, og fólk høvdu fingið hug til at hugna sær, efur at FSF-umboðini høvdu verið í HB-húsinum og handa silvurið. Eisini komu B36-ararnir, ið ikki hesaferð fingu nakað heið- ursmerki, inn á gólvið at vitja grannarnar og heiðra silvurvinnararnar. Vánaligt, suðringar! Mong eru tey kring land- ið, ið hava hug til at halda, at HB alt ov ofta fær upp í posa og sekk, meðan tey og teirra fáa ov lítið. Taðkann væl vera, at hesi onkuntíð hava rætt, men tó gloyma, at dugnaskapur skal til, um tú í fótbólti skalt vinna tað, tú ætlar tær. Summi av hesum, ið eru rættiliga primitv í sínum hugsunarhátti, gjørdi vart við seg á ein skammiligan hátt, tá dysturin á Sevmýri var av. Bilar floytaðu, og fólk róptu háðandi eftir HB-arunum, ið knústir komu av velli, eftir at teir í 29 minuttir høvdu verið føroyamcistarar, men so í evstu løtu fingu alt skrætt úr hondini. Hetta er smáligur atburð- ur, at halda tað mest týðandi vera, at eitt lið ikki má fáa tað, tað kanska hevur eins væluppiborið og eitt annað. Slíkar áskoðarar kann føroyskur fóbóltur saktans vera fyriuttan, og ein kann bert hugsa sær, hvussu stuttligt tað hevði verið hjá somu fólkum, um tey høvdu tveir tridingar av føroysku fótbóltsáskoðar- unum ímóti sær, eins og HB mangan tykist hava tað. Men sigast skal, at HB- ararnir tók tað gott, sjálvt um nógv stóð á teimum, nú teir ikki fingu tað, teir hildu seg hava fingið — silvurið er jú ikki altíð nøkur troyst. Uppiborin sigur - men ikki beinanvegin Tað var annars TB, ið byrjaði dystin á Sevmýri betri, og áðrenn HB nakran- tíð hevði verið í nánd av Rolf Christiansen og máli hansara, hevði TB havt tveir stórar kjansir. Fyrst royndi Birgir Jørg- ensen seg við hørðum skoti úr høgru síðu, men Kaj Leo Johannesen úr HB-málin- um gav eitt prógv fyri, hví hann aftur er upp á tal ul landsliðið, tá hann meistar- liga fekk bjargað út ul hornaspark. Tað sama end- urtók seg løtu seinni, tá Hermann Mortensen slapp leysur, men Kaj Leo bjarg- aði aftur. Tá hálvur tími bar um at vera runnin, kom HB á odda 1-0. Grímur Vang sendi bóltin úr høgru inn á miðj- una til Jan Dam, ið sá Sig- fíða Clementsen standa púra leysan uttast í vinstru, og hann kundi smekka bólt- in í netið. Stór frøi á HB-arunum, ið sjey minuttir seinni fingu økt um leiðsluna, tá brots- spark varð gjørt móti Sig- fríði. Tað setti Andrias F. Hansen í netið ul 2-0. Eftir hetta royndi TB aft- ur at leggja trýst á HB, men uttan at fáa nakað mál burt- urúr. Í seinna hálvleiki yvirtók HB stórri part av spælinum, og sigurin gjørdist so líð- andi meira og meira uppi- borin, samstundis sum hann eisini kundi blivid stórri, tå Andrias F. Hansen brendi enn eitt brotsspark, Sigfríð- ur hevði fingið, og Gunnar Mohr tvær ferðir syndaði á fríari kós... Veðurlíkindini vóru av teimum allarringastu til at spæla fótbólt, men kortini royndu báðir partar at gera sítt besta. hj. GÍ situr framvegis á fótbóltstrúnuni Men tað var so tepurt, at teir so smátt vóru farnir at fyrireika steypa- handanina til HB á Vaglinum — men so kom málið í tålvta tíma Tað gjørdist so spennandi, sum tað ber til, tá GÍ fyri fjóðru ferð vann FM heitið, ognaði sær sess í Europa Cup og fyri aðru ferð skrivaði sítt navn í steypið, sum Føroya Bjór gav at kappast um í 1991. GÍ var meistari frá dystarbyrjan, men fjáltur var á teimum, klaks- víkingar settu teir undir trýst, og í knappan hálvan tíma — frá ti at Aksel Johannesen hevði lagt KÍ á odda og úl Henning Jarnskor í næstsíðsta minutti setti sítt gull- høvd undir bóltin — var HB før- oyameistari. FSF in var allur sum hann var i Klaksvik. Teir fylgdu væl við, og teir sdu hvønn veg tað bar. Teir høvdu ta ætlan, at um HB gjørdist meistari, so skuldi steyp gullkrónur handast á Vaglin- um, tá HB kom aftur úr Suðuroy. Smyril var á Havnini um hálvg- um átta tíðina, og skuldi FSF, steyp og krónur vera har tá, so var neyðugt at fara við Dúgvuni klokkan 17.20. FSF hevði fingið at vita, at Dúgvan sigldi, tá hon var fullfermd, og tí var einki annað at gera enn at pakka niður. Børge B. Hansen hevði sett steypið og gullkrónumar inn á baksetrið í bilinum hjá Ísaki Mikladal, og Jákup Simonsen, sum er leiðari fyri mentunardeild- ini í býráðnum í Havn, hevði av- rátt við teknikkara í høvudsstadn- um, at hann skuldi gera hátalarar klárar, so øll kundu hoyra, meðan Torleif Sigurðsson fór at rætta HB steyp og heiðursmerkir, tá FSF og meistararnir úr HB møttust á Vaglinum. Getufólk táraðu Og so var tað, at bólturin fór inn um John William Joensen, sum saman við sínum liðfeløgum hevði spælt ein frágera góðan dyst. Getufólk tyrptust inn á vøll- in, leikarar og venjari vórðu lyftir og lættir, og fleiri feldu tár og onk- ur stórgræt rættiliga, tá FSF for- maðurin rætti Símuni Petur Just- inussen steypið. Spell var tað, at so at alt var so óskipað, meðan steypahandanin var. Komandi ár eigur FSF at manna seg við eftirlitsmonnum, sum syrgja fyri, at áskoðararnir verða hildnir eitt sindur burtur frá, so øll hoyra og síggja. Hesa ferð varð Føroya fólk snytt, tí sjón- varpið gekk fyri, og útvarpið var ikki komið á staðið, tá FSF for- maðurin byrjaði at røda. Uppiborið Gøtu Ítróttarfelag er eitt verðugt meistaralið. Teir hava sýnt mest undirhaldandi spælið alt kapping- arárið, og móti KÍ vístu teir stóra sinniliga styrki. Teir vóru frá dyst- arbyrjan merktir av nervum, men teir hildu á, skiftu fólk, og so eydn- aðist í evstu løtu. Fyrra partin av fimtiårunum átti Ungarn nógv besta fótbóltsliðið í heiminum. Teir fóru ul HM kapp- ingina í 1954 sum greiðir favoritt- ar, men teir taptu í finaluni móti Vesturtýskalandi. Tað var bæði synd og spell. Um GI í evstu løtu hevði mist FM heitið til HB, hevði tað verið næstan verið á sama hátt. Í HB eru teir neyvan nøgdir vid silvurid. Teir vístu stórsinni, sungu GI- sangin framman fyri upptøkut6l- inum hjá sjónvarpinum umborð á Smyrli, og ynsktu GI hjartaliga tillukku og søgdu, at GI hevði tað uppiborid. Tad halda vit eisini og ynskja gøtumonnum hjartaliga til- lukku. Ítróttarsosialurin