fríggjadagur 11. juli 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 129 - 11. juli 2003
Nr. 129 - 11. juli 2003
33
Tað er stuttligt og
hugnaligt at vera á
summarstevnu. Men
tað liggur eitt øgiligt
arbeiði aftan fyri
einahvørja stevnu, og
tað er hugstoytt at
síggja, at onnur uttan
fyri standandi møta
upp á sjálvum
stevnunum at fáa sær
peningaligan vinning
av arbeiðinum, ítrótt-
arfólkini í bygdini
gera, siga fyrireikar-
arnir av Vestanstevn-
uni, sum verður í
Sandavági um viku-
skiftið
STEVNA
Edvard Joensen
Sandavági:
Tey leggja
hundraðtals arbeiðstímar í
stevnuna.
Fólkini aftan fyri ítróttar-
felagið í bygdini. Soleiðis
at stevnugestirnir kunnu fáa
ein góða og hugnaliga
stevnu bruturúr. Og ikki
minst, so ítróttarfelagið
kann fáa nakað at liva fyri í
komandi tíðum.
Síðan einaferð tíðliga í
januar hevur nevndin í
Sandavágs
Ítróttarfelag,
SÍF, regluliga hildið fund
eftir fund til at fyrireika
Vestanstevnuna. Finna fram
til, hvørji tiltøk skulu vera
hjá stevnugestunum at fara
til. Hvørji fólk skulu taka
sær av hvørjum. Og ikki
minst, hvussu alt tað, ið
brúkast skal, skal fáast til
bygdina. Tí alt má koma av
oynni, vísa tey á.Bara tað er
stórarbeiði, sum nógv fólk
kanska ikki hugsa so nógv
um, tá tey fara á stevnu.
Onnur kráma eftir
ágóðanum
– Tí er tað so mikið meira
óhugaligt at síggja, at onn-
ur, sum annars avgjørt einki
samband hava hvørki við
bygdina og als ikki við
felagið, sum stendur aftan
fyri stevnuna, møta upp, tá
arbeiðið er gjørt, at royna at
fáa egnan vinning burtur úr
tí, sum onnur hava strevast
fyri, siga tey, sum standa
aftan fyri Vestanstevnuna í
Sandavági.
Fyrr var tað soleiðis, siga
tey, at ítróttarfelagið átti
stevnurnar. Men í dag er
tað heilt vanligt, at onnur,
sum annars als einki hava
við hvørki stevnu ella fyri
tann skuld bygdina at gera,
møta upp við ymsum sølu-
búðum og tilboðum av øll-
um handa slagi at vinna
pening burtur úr. Beinleiðis
av tí arbeiði, stevnu-fyri-
reikararnir hava lagt í at fáa
fólk til bygdar til at stuðla
ítróttarfelagnum.
– Og eingin ivi skal vera
um, siga fyrireikararnir av
Vestanstevnuni, at okkum
dámar tað sera illa.
Øll bygdin við
Vestanstevnan í Sandavági í
ár er øðrum slíkum stevn-
um lík, soleiðis at skilja, at
øll bygdin stendur aftan
fyri.
Nevndin í Sandavágs
Ítróttarfelag hevur síðan
beint eftir nýggjár arbeitt
við at leggja høvuðslinjur-
nar. Síðan eru ymsu upp-
gávurnar spjaddar út aftur,
soleiðis at tá avtornar, er
netið, sum heldur stevnuni
uppi, rættiliga umfatandi.
Eini 200-300 fólk ella so
munnu beinleiðis fara at
vera til arbeiðis hesar dag-
arnar,
stevnan
verður
hildin. Bara til at krevja inn
undir kappróðrinum skulu
eini 35 - 40 fólk brúkast.
Og so kemur alt hitt afturat.
Summi skulu syrgja fyri
mati til alt róðrarfólkið,
sum kemur til bygdina.
Onnu skulu passa hoppi-
borgir og tivoli. Uppaftur
onnur skulu standa fyri
matsølu út eftir kvøldinum
og náttini. Og so framvegis.
Tað skal setast upp og
takast niðuraftur. Og ikki
minst skal eisini ruddast
uppaftur, eftir at stevnan er
liðug. Tað er ikki altíð
minsta arbeiði av tí.
Fremmandavitjan
Á hvørjari Vestanstevnu,
sum verið hevur seinastu
umleið 30 árini, hevur
Sandavágur havt vitjan av
fólki úr Neskaupstaði í
Íslandi. Og í ár verður
heldur einki undantak, siga
stevnufyrireikararnir. Held-
ur verða íslendingarnir
fleiri í ár, enn teir plaga at
vera. Eini 100 fólk eru
væntandi
við
Norrønu
fríggjamorgunin.
Og eisini her stendur
bygdin aftanfyri. Tí hóast
tað er ítróttarfelagið sum
stendur fyri stevnuni, er tað
kommunan, sum ber kostn-
aðin av fremmandavitj-
anini.
Fremmandu
gestirnir
búgva í skúlanum, men eta
hjá privatfólki. Soleiðis er
at kalla hvørt hús í Sanda-
vági vertur hjá íslending-
unum á Vestanstevnu.
Lættari og dýrari
Vágatunnilin ávirkar eisini
stevnuna, siga fyrireikarar-
nir. Tey vænta fleiri fólk, nú
fast samband er. Og tað er
eisini í stóran mun lættari at
fyrireika ymiskt, tí nú vita
fólk, at tey altíð kunnu
koma og fara, sum teimum
lystir.
Men tað er vorðið nógv
dýrari at reka ítróttarfelag í
Vágum, síðan Vágatunnilin
lat upp, sigur formðaurin í
SÍF.
Tí tá siglt varð um Vest-
mannasund við ferjuni, bar
til at nýta teir gjaldseðlar-
nar, sum avtalaðir vóru
millum
Strandfaraskip
Landsins og Ítróttarsam-
band Føroya.
Men hesir seðlar eru ikki
galdandi fyri tey, sum ferð-
ast eftir privata vegnum hjá
partafelagnum Vágatunl-
inum. So tað er í grundini
ein rættiliga stór útreiðsla
hjá ítrottarfeløgunum í
Vágum, at hendan avtalan
er burtur.
Og so er tað eisin vorðið
so tvørligt at ferðast við
Bygdaleiðum, at tær verða
minni og minni brúktar av
ítróttarfólki í Vágum.
Eitt nú ber ikki til at fara
við bussi úr Vágum inn á
Skálafjørðin uttan at fara til
Havnar fyrst. Og so er allur
dagurin farin til ein dyst,
sum, um talan er um eitt nú
gentur 12, bara tekur einar
40 minuttir at avgreiða á
vølli.
Í køkinum í SÍF húsinum eru nógvir tímar brúktir til at fyrireika Vestanstevnuna
Mynd: Edvard Joensen
Stórarbeiði liggur aftanfyri
C
M
Y
K
33
32