týsdagur 27. september 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (57;
( Lesarabrøv | )
Ferðasambandið um Vestmannasund
Åtrokandi neyðugt er at bøta
um sambandið um Vest-
mannasund, sum eisini er okk-
ara einasta farleið til og úr Før-
oyum størsta partin av árinum.
Bidirødin er long bæði vid
ferjuleguna í Vestmanna eins
og á Oyrargjógv nú nýggja
»Teman« er tíkin úr aftur hesi
sigling. Upp í triggjar túrar
havi eg onkuntíð staðið í bíði-
rød.
Onkur hevur sagt mær, at
nýggja > í ernan« ikki er egnað
til ferjuleguna á Oyrargjógv
um veturin. Men so mátti borið
til at sett gomlu »Ternuna«
sum hjålparskip hjá »Sam« í
vetrarhålvårinum.
Nú er annað skiptøkt at sigla
millum Havnina og Skåla-
fjørdin, nevniliga »Ritan«,
sum ikki longur skal røk ja rut-
una út í Hest, men bara Nóls-
oyar rutuna. »Ritan« er eitt hitt
besta ferðaskipið, vit eiga í
landinum
Tá ið gamla »Ternan« kort-
ini ikki flytur bilar millum
Havnina og Skålafjørdin, er
»Ritan« tað best hóskandi farið
at rekja Skålafjardarsiglingina
i vetrarhålvuni, hon tekur lika
nógv fólk sum gamla »Tern
an«, siglir skjótt, afturat at hon
eisini er bygd til féroyska far
vatnið.
Hetta kann vera ein brúkilig
loysn meðan vit bíða eftir at
tann skilabesta iløgan innan
samferðsluna i Føroyum gerst
veruleiki: Undirsjóvartunnilin.
John S. Petersen
Sandavágur
Fyrrv. landsstýrismaður fólka-
floksins skuldi skammað seg
Sjálvan valdagin kemur tann
gamli landsstýrismaðurin hjá
fólkaflokkinum av Sandi við
einari av sínum vanligu 6-
fólkaligu útspillingum í Sosi-
alinum og hann er so frekur, at
hann kallar hesa grein fyri po-
litiskar viðmerkingar.
Men har er ongin sum helst
politikkur, bert ein persónlig
útspilling av hampafólkum í
sambandsflokkinum og sjálv-
um hampamanninum, blað-
stjóranum á Dimmalætting,
sum ikki er haltari hønu mein.
Men hetta sigur okkum alt
um fólkaflokkin og skendsku
skrivingina hjá hesum gamla
landsstýrismanni. Hann leitar
eftir klandri alla staðni har tað
er at finna. Hann mátti havt nóg
mikið við sínar egnu mastrar.
Vit klaksvíkingar skulu nokk
klára okkara politikk sjálvir,
uttan at onkur uttanifrå í fólka-
flokkinum skal koma at leita
eftir klandri, sum tit í fólka-
flokkinum eru ekspertar í.
Sambandsflokkurin kann
diskutera ymisk mål alment í
bløðunum og vit kunnu vera 6-
samdir á máli. Kanska sjón-
varpið gjørdi okkum spentar
við sínum úttalilsum, so vit
lupu eitt sindur framav. Men
vit finna altíð eina loysn, tí vit
brúka orð.
Fólkaflokkurin torir ikki at
diskutera nakað sum helst. Teir
brúka ikki orð, men teir brúka
nevarnar og róp og skrál.
Tí tordi fólkaflokkurin ikki
at seta henda persón upp á
pláss, tá ein samgonga var
komin undir land. Ístaðin fyri
sendu teir svartaper til sam-
bandsflokkin. Men sambands -
flokkurin kann ikki loysa inn-
anhýsis trupulleikar í fólka-
flokkinum. Tí slitnaði.
So leingi fólkaflokkurin ikki
kann bjóða fólk fram, sum
duga fólkaskikk, so verður
ongin borgarlig samgonga.
Fólkaflokspolitikkur = må
broytast. Tað er ikki nóg mikið
bara at sópa botnin á almenn-
um, tómum pengakassum, og
so onki meira.
Við sambandskvødu
Sambandsmaður
í Norðoyggjum
Meinigheitshúsið,
Tórshavn
Í kveld kl. 20.00: Bíbiltími
um Matt. 5,1-16.
Mikukvøldid kl. 19.00:
Meinigheitskórið venur.
Barna- og ung-
dómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða
Krossi, svarar mánadag frá
kl. 16-18. Tlf. 10645.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum verður í
Havn í kveld kl. 21.00 á
Vaskarínum, Térsgøtu 5
(inngongd vestanfyri).
Altjóða
Barnalegur
»CISV«
Landsfundur verdur å Lær-
araskúlanum
leygardagin
1. okt. kl 15. Skrá samb.
Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Síða
17
Leiðarastarv
Starvid sum leiðari fyri Føroyahusid í
Keypmannahavn er leyst at søkja.
Starvsoki:
tú skalt:
e hava dagligu leiðsluna av húsin-
um.
e virka fyri, í samstarvi við starvs-
nevndina, at Føroyahusid røkkur
settum framtíðarmálum.
e hava fíggjarliga ábyrgd og umsit-
ing.
e samstarva vid feløg og aðrar brúk-
arar av húsinum, herundir skipan
av húsafundum v.m.
e vera við til at fremja vitan um for-
oysk viðurskifti og mentan.
e vera stigtakari til nýggj aktivitetsøki
í húsinum.
Førleiki:
tu skalt:
e hava royndir innan mentanarligt
og/ella annað felagsarbeidi
e hava innlit i figgjarstyring
e hava royndir i at skapa og fremja
ætlanir og tiltøk
e vera kreativ/-ur
e hava góð samstarvsevnir
e duga at arbeiða og taka avgerðir í
einum til tíðir ruðuleikakendum
umhvørvi
Vit bjóða tær eitt sjålvstødugt starv við
spennandi avbjóðingum. Tú hevur
møguleika at seta dám á títt arbeiðs-
eki. Húsið er í eini broytingartid og tú
verður við til at skapa og gjøgnumføra
ein nýggjan bygnað.
Starvið er åramålssett 3-5 ár. Lon eftir
avtalu og svarandi til forleika. Umsókn
við royndum og viðmælum skal send-
ast til:
Starvsnevndin fyri Foroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
DK-1620 København V.
Nærri upplysingar fåast vid at venda
sær til Elsu Johannu Høgenni å tlf.
031 24 54 31 ella Elsu Zachariassen å
tlf. 042 16 14 56.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 19. oktober
1991.
Feroyahúsið er sjålvognarstovnur, ið fær
stuðul frá Feroya Landsstýri. Húsið er karmur
um feroyska útisetaumhvervið í Keypmanna-
havnarøkinum. Húsið hevur m.a. kaffistovu,
skúla, ráðgeving, felagsvirksemi, mentanarlig
og samfelagslig tiltok.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
reglugerð. Framløga av
komandi hålvåri 0.a. Øll
hjartaliga vælkomin.
Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvenn dag
frå kl. 14.30—7.00 å morgni.
AA fundur
verður í Havn í kveld kl.
20.00 á Háskúlanum.
Frá Ægir
Motiónssvimjingin byrjar
tyskvøldid 27. sept.
KFUK, Tórshavn
Í dag kl. 16.00: Várgleði
(Smágentudeildin).