hósdagur 29. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Tíðindablaðið (1),
Nr. 185 — 29. SEPTEMBER 1994
Síða 3
Fleiri flogfór sett inn í jólaferðsluna í ár:
Nógv koma heim til jóla
Nógv fleiri fólk hava umbiðið sær ferðaseðil í
ár, samanborið við í fjór. Í ár búgva umleið
1300 fleiri fóroyingar í Danmark, enn á jólum
í fjór
Útlit eru til, at nógvar fam-
iljur fáa vitjan av sínum,
Tað, at so nógv fólk eru flutt av landinum, hevur vid sær, at alt fleiri fer
sum búgva uttanlands til
jóla.
Tey flestu vilja helst vera
heima á jólum, og sostt er
Á
Bafólk ferðast um flogvøllin á jólum. (savnasmynd)
tað ikki løgid, at flogfeløg-
ini í ár gera kvetti í desemb-
er mánaða. Síðani á jólum í
fjør, eru 1300 fleiri føroy-
ingar fluttir uttanlands.
Atlantic Ariways hevur
fyribils sett seks eykaflog-
fór inn í tíðarskeiðnum frá
15. desember og til jóla,
móti fýra eykaflogførum í
fjør.
Nógv fólk eru á bíðilista,
men flogfelagið vónar at fáa
pláss fyri øllum, sum vilja
sleppa heim við føroyaflog-
farinum.
Hinvegin, so er eingin
trupulleiki at fáa ferðaseðil
til Danmarkar um jóltíð.
Á skrivstovuni hjá At-
lantic Airways kanna tey nú
umbiðingarlistarnar, fyri at
fáa greiðu á, hvussu nógv
av teimum biløgdu ferða-
seðlunum eru veruligir.
- Trupulleikin er, at nógv
lesandi ætla sær heim á jól-
um, men av tí at prévtøkur
eru fyri og beint eftir jól, og
ti tey lesandi ikki fáa at vita
nær tey skulu til prøvtøku
fyrr enn í seinastu løtu, bi-
leggjanógv ferðaseðil fleiri
dagar å rad, sigur Egin Sim-
onsen, Atlantic Airways.
- Tad hevdi ikki verid so
torført hjå okkum at skipa
jólaferðsluna, um fólk boð-
aðu okkum frá, tá tey við
vissu kundu dagfesta flog-
ferðina, men hetta gloyma
nógv tíverri at siga okkum.
- Tí standa nógv fleiri
ferðafólk á umbiðingarlist-
unum, enn tað veruliga eru
ferðafólk til, sigur Egin Si-
monsen.
- Vit noyðast tí at kanna
umbiðingarlistarnar, fyri at
vita, um tey somu ngvnini
ganga aftur í skrásetingini,
síðani geva vit ferðastovu-
num í Danmark boð um tað,
so tey kunnu ringja til fólk
og biðja tey gera vart við
seg.
Sum nú er, eru nógv á
bíðilista hjá Atlantic Air-
ways, men tey vænta at
bidilistin minkar, tá hann
hevur verið endurskoðaður.
Danska flogfelagið hevur
enn nøkur pláss eftir. Teir
seta trý eykaflogfør inn á
rutuna til Føroya, men hesi
flogførini eru stórri enn før-
oyaflogfarið, sum í jóla-
ferðsluni hevur 86 pláss.
Mærsk hevur 123 pláss.
Lars Larsen, stjóri á
Flogfelag Føroya, sigur, at
enn eru pláss eftir á báðum
rutum til jóla, men at forð-
ingarnar við at fólk og felag
leggja ferðaseðlar undir
seg, ber í sær, at tað á skrá-
setingini tykist, sum eru all-
ar ferðirnar útseldar. Fólk
Skulu bara ringja og spyrja
seg fyri, tí enn eru møgu-
leikar at sleppa heim til jóla,
sigur Lars Larsen.
Dagny
Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel:
Óskil á flogrutunum
- Kappingin millum flogfeløgini virkar ørkyml-
andi í samskiftnum millum ferðastovur og við- íFeroyumeruliðaðarsund-
skiftafólk, sigur Dánjal Poulsen
- Tað er einki minni enn
spekulatión og blokering av
flogferðaseðlum, tá sagt
verður, at fólk longu hava
bílagt sær ferðaseðil heim
til jóla heilar tríggjar
mánaðir fyri jól.
Hetta sigur Dánjal Poul-
sen, stjóri á Faroe Travel.
Hann veit av royndum, at
fólk vanliga ikki bíleggja
sær ferðaseðil í so góðari
tíð.
- Í veruleikanum eru tað
ferðastovur í Føroyum og
Danmark, sum hava lagt
seg á eini 30 - 50 pláss í
hverjum flogfari til Føroya,
frá 15. desember og úteftir.
Bíleggingarnar eru galdan-
di til 14 dagar áðrenn av-
staðferð.
Ogjørligt at fáa yvirlit
- Tí er tað Ggjørligt at fáa
yvirlit yvir, hvussu nógv
ferðafólk veruliga hava ætl-
anir um at kom heim á jól-
um.
- Um øll arbeiða hampu-
liga, sum Dánjal Poulsen
tekur til, so skuldi slíkt ikki
verið neyðugt! Hgvdu
ferðastovurnar gjørt tað, so
vórðu flogførini útseld hjá
øllum ferdastovum sam-
stundis, og so hevdi borid
betur til at skipa jólaferðsl-
una, sigur Dánjal Poulsen.
- Demi eru um, at ferða-
stovur her á landi hava lýst
við at pláss eru eftir á flog-
rutuni, hóast flogfeløgini
upplýsa, at alt er útselt.
- Hetta hevur verið gjørt í
summar, á jólum í fjør og
annars í tíðarskeiðnum, tá
nógv fólk ferðast millum
londini.
So seta flogfeløgini eyka-
flogfør inn á rutuna, og tað
hendir meir enn so, at flogið
verður við hálvsettum flog-
fari.
- Hetta, sum nú verður
sagt, at øll hava bilagt sær
ferðaseðil heim til jóla,
heilar tríggjar mánaðir fyri
jól, sigur mær, at sama skil-
ið er galdandi eisini í ár, sig-
ur Dánjal Poulsen.
Spekulatién
- Hetta er spekulatión.
Dømi er um ferdastovu i
Danmark, sum seldi ferða-
seðlar til eina skúlaflokk í
fyrrárið. Henda ferðastov-
an bílegði somu plássini á
jólum í fjør, hóast skúla-
flokkurin ikki hevði bilagt
tey. Tá so jólini nærkast, so
bjóðar ferðastovan somu
næmingum ferðaseðil heim
til sera bíligan prís.
- Veruleikin er tann, at
reglurnar fyri flogferðsluna
ur í báðum feløgunum so-
leiðis, at hvorki prísir ella
reglur verða hildnar. Tað er
orsøkin til, at vit ikki koma
hesum óskilinum til lívs.
- Eg haldi kortini, at flog-
feløgini áttu at kunnað
gjøgnumskoda, hvat er
veruligar umbiðingar og
hvat er spekulatión, sigur
Dánjal Poulsen.
Reglurnar verða
ikki hildnar
- Vit hava reglur sum siga,
atnæmingar á námsferð fáa
serliga bíligan ferðaseðil,
og at hetta upprunaliga bert
var galdandi uttan fyri tær
stóru ferðingarnar, t.v.s. á
jólum, páskum og um
summarið o.s.fr.. Nú vísir
tað seg, at allir ferðabólkar
kunnu ferðast fyri
skúlaprís, tí einki eftirlit er
við, hvussu ferðastovur
arbeiða, og hvussu kappast
verður millum felggini.
- Koma vit ikki hesi kapp-
ing millum feløgini til livs,
missa vit tamarhaldið á bí-
leggingarskipanini, sigur
Dánjal Poulsen. Hann held-
ur, at tað vera sera óheppið
og órógvandi fyri arbeiðs-
lagið á ferðastovunum.
- Vit hava tvey flogfeløg,
ferðastovurnar og viðskift-
afólk, sum øll eru partar av
somu sek. Tað virkar ør-
kymlandi tá ið partarnir so-
leiðis verða settir upp móti
Dánjal Poulsen, stjóri á
Faroe Travel: -
Flogfeløgini áttu at
kunnað gjøgnumskoda,
hvat er veruligar
umbiðingar og hvat er
spekilatión
hver øðrum.
- Ferðastovurnar vilja feg-
nar veita góða tænastu og
gera viðskiftafólkunum til
vildar.
- Vit arbeiða inni á einari
sera framkomnari og nútím-
ans bíleggingarskipan, og
um allir partar arbeiða seri-
øst, skuldi eingin trupulleiki
verið at samskipa flog-
ferðsluna í Føroyum, sigur
Dánjal Poulsen.
Dagny