Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 185 — 29. SEPTEMBER 1994 Síða 11 B36, føroyameistarar í dreingjadeildini 1994. Aftast frå vinstru: Fróði Clemensen, Anfi nn L. Hansen, Jan Bærendsen, Rúni Johannesen, Dånjal á Neystabø, Havgrim Johannesen, Karl Høgnesen, Kristian Gunnleif í Garðastovu og Jákup Thomsen, venjari. Fremst frá vinstru: Virgar Enghamar, Christian Louis Mouritsen, Olaf í Garðastovu, René Tórgarð, Finn M. Mørk. Jákup á Borg, Svenning Hansen og Jákup Lamhauge Mynd: Ólavur W. Hegnesen B36-dreingirnir føroyameistarar Tá ið dreingjalidini hjá KÍ og B36 hittust til dyst í sein- 6 leikumfari Norbert f Klaksvík, hvedu bæði møgulei at vinna FM- heitið. KÍ skuldi tó vinna dystin, meðan javnleikur var nóg mikið fyri havnar- liðið. Tað tóktist eisini sum frá byrjan legði alla orku í fyri at fáa eina skjóta leiðslu. Heimaliðið slapp eisini at dominera, tí B36 — og tá ser- liga midvøllurin - var í so sparin við taklingunum í fyrra hálvleiki. KÍ-spælið var tó alt ov trongt, so lítið kom burturúr. Treyðugt so, onkrir kjansir vóru, serliga uppá høgar bóltar inn í brotsteigin, men evnini til at stúta vóru ikki nóg góð ul at fáa fult burturúr júst hesi satsing og til at geva KÍ ta leiðsluna, teir tráðaðu eftir. Fáir kjansir Tað næsta KÍ var einum máli í fyrra hálvleiki var ein frísparksroynd upp í hand- asta horn í 10. min. frå Rógva Jacobsen, men B36- málmaðurin René Tórgarð fekk bóltin út til horna, og stutt fyri steðgin bjargaði B36-leikari á strikuni eftir hornaspark. ; Tann ógvusligi Kl-offen- sivurin dovnadi, sum hálv- leikurin leið, og tað hendi seg eisini meiri enn so, at B36 vitjaði í KÍ-brotsteig- inum. Hóast B36 ikki var manssterkt í teimum heldur tilvildarliga skipaðu skjót- álopunum, so megnaði tað kortini at hótta KI-målid, serliga tí at KÍ-verjan ikki var serliga avgjørd, tá ið bólturin skuldi fáast burtur. Óreint horna Serliga hevði KÍ-verjan trupulleikar av stuttu B36- hornaspørkunum (stutt horna út frå fyri at tynna KÍ- verjuna og so bóltin inn), og tað var eftir eitt slíkt horna, at B36 legði seg framum, tå ið reiðiliga 20 min. vóru farnir. Efur einar 6-7 roynd- ir år trunaknum framman fyri málinum (ein av roynd- unum endaði á stongini) eydnaðist tað Anfinni Han- sen at seta bóltin í netið. Beint fyri hálvleikssstøgin kundi havnarliðið komið upp á 2-0, tá B36-leikari í tunnari verju fintar eitt skot, men spælir viðleikara í mót- sattu síðu, men skot hansara fór dygst uttanfyri handastu stong. Tá ið seinni hálvleikur byrjaði var tað eyðsæð, hvat ið venjaramir hver í sínum lagi høvdu tosað um í steðg- inum. KÍ royndi at spæla meiri rúmligt, heldur enn at trunka spælið eftir miðás- ini, og hinvegin legði B36 munandi meiri fyri í takl- ingunum. Endaleyst gypparí Eisini hevði B36 fingið meira skikk uppá síni skjót- álop, og í 10. min. endar eitt slíkt við hornasparki i høgru síðu. Eitt stutt horna útfrá ul viðleikara, ið sleppur til bakstrikuna og leggur bólt- in innfyri til eitt púra blank- an Dánjal á Neystabø, ið ótarnaður kann flukta bóltin í netið til 2-0. Fyri KÍ var hetta júst tað, sum ikki mátti henda (KÍ skuldi nú hava trý mál), og KÍ-leikararmir — reageraðu júst sum teir ikki skuldu. Heldur enn at royna at spæla seg til kjansir av veingjunum (td. lá Sámal Mikkelsen blankur í høgru síðu meginpartin av dyst- inum, leitað kanska í so nógv inneftir, tá ið hann varð spældur), so endaði alt í einum endaleysum gyppa- Liðformaðurin hjá B36, Olaf í Garðastovu, tekur her ímóti føroyameistarasteypinum Mynd: Olavur W. Høgnesen Dómarin í dystinum millum dreingirnar hjá KI og B36 var 20 ára gamli Kfarin Kristian Joensen. Tá ið vit síga »men« í yvirskriftini, so hevur taðeinki við sjálva dømingina at gera. Lat tað verða sagt straks: Kristian Joensen dømdi sera væl: hann ikki bara dugdi reglurnar, sum jú er tað minsta (t.d. brúkti regluna um fyrimun við skili), hann var altíð væl plaseraður og dømdi við myndugleika. Tað er gott, at vit hava slíkar dómarar í yngri deildunum og sum vón- andi taka við sum elitu- dómarar um nøkur ár. Hjartasuffið viðvíkj- andi dómaranum verður sent til FSF. Tá ið ein dystur er so avgerandi sum hesin, at júst hesin eini dysturin er tann av- gerandi, so áttu ikki 10- kalir, men uttanveltaðir dómarar at verði settir at dóma í lægru deildun- ríi í eini roynd at trysta spælið fram í B36-brots- teigin, men tað næsta KÍ kom einum máli í fyrsta umfari, var ein hálv roynd, ið varð bjargað á strikuni. Óferur málmaður B36 helt tørn til umleið tiggju minuttir vóru eftir, og fekk eisini einstøk skjótálop í lag uttan at KI-målid varð álvarsliga hótt, burtursæð frá teirri ferðini tá ið Finn Mørk tók bóltin av eini ókonsentreraðari Kl-verju og prikar hann til Martin Heinesen, men hesin rakti stålpan. Imóti dystarenda herdist Kl-trýstið, og B36-verjan, ið desperat royndi at verja FM-heitið, sum var mest- sum í pottinum, misti takið og máddi taka vøddarnar meira til hjálpar. Tað gav fyrst eitt brotsspark fyri skump í ryggin. Men tá ið verjan mistið takið, tók málverjin við, og tað við lít...! Brotssparkið frå Hans Michael Christiansen kundi ikki lastast, tað sat dygst útivið, men René Tórgarð var sum køtturin. Síðani var Svenning Han- sen ríkin av velli fyri at steðga eini álopsroynd við hondini, men B36- málmað- urin bjargaði meistarliga, tá ið Kristian Andreasen skrúvaði frisparki úr høgru síðu runt um manngarðin og uppaftur í næsta horn. Og somu lagnu vóru Heðin á Lakjuni, Rúni Eliør og Rógvi Jacobsen fyri eftir frálík langskot; tað var lítið at siga til atteir yptuøksl við um. Sjálvt um ein dómari dømir væl, so vil tað altíð í einum slíkum føri vera nærliggjandi at kasta skyldina á heimadóm- aran. Hevði B36 ikki so góð- an málmann og trý lang- skot fóru igjøgnum, so- leiðis at KI fekk FM- heitið, so eri eg púra vís- ur í, hvat hevði hent: B36-leikararnir, = sum hesa ferð hildu, at dóm- arin dømdi væl (tað veit eg, teir gjørdu), høvdu ivaleyst krøkt seg í, at dómarin var vånaligur og avgjørdi FM-plasering- ina. Ti ein væl meint åheit- an til FSF: Tab er i fin- asta lagi vid heimad6m- arum gjøgnum åri, men setið heldur uttanveltað- ar dómarar til »røkka ella støkka«-dystir. Tad hevdi tænt kappingini best og spart bæði felgg- unum og FSF fyri nógv niðurbrótandi kegl. ówh einum vónleysum eygna- brá, hvør skal siga: >Tað er 6møguligt at fáa bóluin fram við hasum manninum“. Gott tilfar, men... Fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað kortini. René Tórgarð var prísgivin, tá ið verja hansara ikki fær bóltin rættiliga burtur og steðgar upp (vil hava off side), tá ið bólturin varð spældur inn- aftur við ti årsliti, at Niclas Niclasen kemur at standa púra blankur. Kl-lcikararnir kunnu av røttum idra seg um allar hes- arroyndirnar, sum teir rokn- aðu fyri mál og sum kundi koppað dystinum til KÍ- fyrimun, var málmaðurin ikki so góður. Nógv meiri áhugavert er tað at spyrja, hví so gott leikaratilfar ikki spælir betri. Ein sannroynd er tað, at leikliga spældi KÍ, sum hevur vunnið steypa- kappingina, síni korti illa, og B36 væl. Tað gjørdi munin millum tvey jøvn lið. Itróttar-Sosialurin ynskir B36-drcingjunum og venj- aranum Jákupi Thomsen ul lukku við FM-heitinum. ówh 80 ár Jákup Andreas Joensen, vanliga nevndur Diaba, verdur 80 år friggjadagin 30. september. Hann byr i Tværvej 6, Hvide Sande i Danmark.