hósdagur 29. september 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 185 — 29. SEPTEMBER 1994 Síða 17
—————
CISV411214444
»/ HSK FRUGT
BOL meeree
! 1TE. BOGBRAD
2/ Kryddersitg mu
PåRisteRer
% 2y bonus
gert
69
Gestakokkarnir á Hotel Føroyum um vikuskiftið — 28 ára gamli Peter Petersen úr Havn og 41 ára gamli Ulrik Kjærholt, ið
er ein kendur kokkur í Danmark. Hann hevur verið við í fleiri kappingum, og hevur eisini matgjørt fyri teimum kongaligu
Hotel Føroyar hevur gestakokkar um vikuskiftið:
Matseðilin tann
sami sum í Tivoli
Havnarmaðurin Petur Petersen og kendi danski kokkurin Ulrik Kjærholt,
ið eru kokkar á Resturant Páfuglen í Tivoli í Keypmannahaun, fara um
vikuskiftið at kokkast á Hotel Føroyum. — Vit vænta nógv fólk fara at vitja, so
skilagott er at bíleggja borð í góðari tíð, sigur Tummas Láadal, yvirtænari
Tað tykist, sum er tað vorð-
ið alt meira vanligt, at før-
oyingar unna sær at fara á
matstovur at fáa sær ein
betri bita, enn tað hevur ver-
ið. Hesum stendur um viku-
skiftið í boði atnjóta Tivoli-
mat á Atlantis Restaurant Á
Hotel Føroyum, har tveir
gestakokkar fara at matgera
við forkunnugum mati.
Talan er um kokkarnar
Petur Petersen, 28, og Ulrik
Kjærholt, 41, ið starvast á
Restaurant Páfuglen í Tivo-
li í summarhálvárinum.
- Eg var útlærdur sum
kokkur á Hotel Føroyum í
1988. Árið eftir var eg við
Norrønu, og síðani havi eg
arbeitt sum kokkur á Rest-
aurant Páfuglen, greiðir
BILLUTIR
útvegast til
FLESTALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TI. Fax.
21605 21666
Petur Petersen frá. Hann er
havnarmaður, og må sigast
at vera komin væl fyri at
hava fingið arbeiði á kendu
donsku matstovuni, ið til
samanberingar hevur pláss
fyri 325 gestum, meðan
matstovan á Hotel Føroyum
rúmar umleið 100 gestum.
— Nú havi eg so verið á
Páfuglen í fimm ár, og mær
dámar væl. Tað er bert um
summarið, at nakað er at
gera har — frá miðskeiðis í
april til miðskeiðis í sep-
tember — so ein noyðist at
finna sær okkurt annað at
gera um veturin. Tveir teir
síðstu vetrarnar havi eg ver-
ið í Schweiz, har veturin er
besta tíðin, tá fólk koma at
standa á skíðum.
Tå vikuskiftid er farið aft-
urum, fer Petur Petersen
beinanvegin aftur ul Dan-
markar, har hann skal byrja
at arbeiða á SAS-hotellin-
um Tre Falke í Frederiks-
berg — har sum Falkoner-
sentrið er.
Kendur kokkur
í Danmark
Maðurin, ið saman við
Peturi skal kokkast á Hotel
Føroyum um vikuskiftid, er
rættiliga kendur kokkur í
Danmark, og hann hevur
verið við í fleiri kappingum
millum kokkar niðri. Ulrik
Kjærholt, sum hann eitur,
hevur eisini júst fingið eitt
heiðursbræv fyri at hava
gjørt donsku kongafamilj-
uni mat.
Matseðilin hjá teimum
báðum Tivoli-kokkunum
er settur saman av fýra rætt-
um. Forrætturin er laksafar-
serað tunga, rullað í savoy-
káli, marineraðum urtum og
salat við lime-dressingi.
Síðani verður borðreitt
við laurberjasorbet, áðrenn
sjálvur høvudsrætturin er á
skránni. Hann er hjørta-
medaljongir við sås av vill-
soppum, urtaragout, rásúlt-
aðum berjum við appelsin-
filettum og rissolles.
Omanå er so hasselnøtu-
rond vid blandadari frukt og
ísi.
— Hesar rættirnar eru vit
vanir at gera í køkinum á
Restaurant Páfuglen, og er
hetta ein rættiliga vælum-
tókt matskrá, sigur Petur.
Vænta nógv fólk
Yvirtænarin á Atlantis
Restaurant, Tummas Láa-
dal, sigur við Sosialin, at tey
vænta nógvar gesur um
vikuskiftid.
— Hetta er tridja ferdin, at
vit hava gestakokkar her å
hotellinum, og hinar ferð-
irnar hevur nógv fólk verið,
so helst er skilgott hjá fólki
at bíleggja borð í góðari tíð.
Okkara royndir siga, at tá
koma nógv fleiri fólk enn
vanligt, sigur hann.
— Kokkarnir matgera teir
triggjar dagarnar í viku-
skiftinum, og tá verður ikki
vanligt a la carte, men bert
matskráin hjá teimum.
Tummas hevur eisini
sjálvur arbeitt á Restaurant
Páfuglen, so tað er iann veg-
in, at hendan kokkavitjanin
er komin í lag.
Atlantis Restaurant hevur
opið friggjakvøldid frå kl.
18 til 21.30, leygarkvøldid
frå kl. 18 til 22 og sunnu-
dagin frå kl. 12 ul 21.30.
Leygarkvoldið verður eis-
ini dansur á Hotel Føroyum
við Rasmusi og vinmonn-
um, so fólk oman á dógurð-
an kunnu fáa sær ein >sving-
om<.
hj.
Landsfundur í
felagnum CISV
Leygardagin 1. oktober,
er landsfundurin í CISV
- altjóða barnalegunum.
Fundurin verður hild-
in i Læraraskulahøllini
kl. 15.
Å fundarskrånni er
frågreiding um gongdi-
na i felagnum, sidani
aðalfunmdurin varð
hildin í marts mánaða í
ár. Eisini verður greitt
frá, hvat skal fara fram í
felagnum komandi
hálva árið, verður sagt í
tíðindaskrivi frá
felagnum.
M.a. hevur verið ar-
beitt við at broyta bygn-
aðin í felagnum, og nýtt
uppskot verður lagt fram
á fundinum leygardag-
in. Eisini eru fleiri
arbeiðsbólkar stovnaðir
í seinastuni, og frásøgn
verður eisini um, hvat
hesir ætla sær at gera.
Í tíðindaskrivinum
verður annars upplýst,
at áhugin fyri legunum
komandi summar, hevur
verið stórur. Fleiri um-
sóknir eru longu komnar
til felagið, hóast freistin
ikki er úti fyrr enn 1. de-
sember í ár.
Felagið CISV Barna-
legurnar, heita at enda á
bæði ung og gomul um
at møta fjølment á lands-
fundin i Læraraskúla-
høllini leygardagin 1.
oktober kl. 15.
Dagny
Eykaadalfundur
Eykaadalfundurin hjå Pf. Sosialurin,
ådur lystur at vera 27. sept., verdurtys-
dagin 11. oktober 1994 å Argjavegi 26,
160 Argir vid hesi dagsskrå:
1. Nidurskriving av partapeninginum.
2. Nytekning av partapeningi.
3. Broyting av viðtokunumm.
4. Val av nevnd.
5. Val av grannskodara.
Nevndin
Til BLADSØLURNAR
sosiallirin aftur
UTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frå á
tlf. 11820.
Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fåa fleiri blød.
Tidindabladid SOSIALURIN
|