leygardagur 1. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sesialurin | Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Sida 7
Í vikuni frættist at Hanna
Joensen, formaður í Javn-
stødunevndini, fer frå um
stutta tíð.
Hanna Joensen sigur, at
hon hevur sitið í átta år, og
hevur lagt alla sína tíð og
orku í arbeiðið at fáa lógina
um javnsstødu í Føroyum.
Hon kennir seg ikki hava
meira at geva í hesum ar-
beiði, og heldur, at nú skulu
nýggj fólk til.
Felags um heimið
og familjuna
- Tú segði í útvarpinum
herfyri, at tit høvdu gloymt
at taka mennninar við í
ráðum. Hvat sipaði tú til?
- Vit hava kanska hugsað
meir um tað neyðuga í at
skapa kvinnum møgulcikar
á arbeiðsmarknaðinum á
jøvnum føti við monnum,
men vit hava gloymt at taka
lann parun av, sum er, at
flestu kvinnur liva í vanlig
um familjum og saman við
monnum.
- Ti er tað neyðugt at taka
mannin við í ráðum, og fáa
hann at skilja, at maðurin
eisini skal hjálpa til heima,
so kvinnan fær stundir og
orku at arbeiða, og hervið
styrkja sína stóðu í samfel-
agnum
- Hetta verður nógv gjørt
burturúr í grannalondum
okkara. Eitt nú í Noregi
kunnu menn fáa ein mánaða
barnburðarfarloyvi, tá kon-
an hevur átt. Maðurin skal
eisini nýta hetta tíðarskeið-
ið til veruliga at taka sær av
barninum, annars fellur far-
loyvið burtur. Tað er ikki
soleiðis, at kvinnan kann
fáa ein eyka mánaða frí, um
maðurin ikki brúkar sítt far-
loyvi.
Madurin eisini
umsorgan
- Henda skipan er gjørd, tí
samfelagið ásannar, hvussu
umráðandi tað er fyri páp-
an, at hann beinanvegin fær
tætt tilknýti til sítt barn, og
hervið eisini kennir stórri á-
byrgd og umsorgan fyri
barninum frá byrjan. Tað
verður eisini gjørt fyri at
gera mannin til ein meira
sosialan persón, og fyri at
broyta mynstrið sum ræður,
at maðurin vinnur peningin
til lívsins uppihald og ko-
nan hevur alt umsorgarar-
beiðið og ábyrgd av fam-
iljuni heima.
- Hetta haldi eg vera eina
góða skipan, sum vit sakt-
ans kundu brúkt í Føroyum,
sigur Hanna Joensen.
- Í nøkur ár hevur verið
tosað um at stovna ein far-
loyvisgrunn til barnakon-
ur. Hví hevur Javnstødu-
neyndin ikki gjórt nakað
við henda spurningin?
Tað verður arbeitt við
málinum í nevndini, men
vit eru bert ikki komin á
mál, men hvussu vit so enn
venda og snara hesum
spurningi, so kunnu vit ikki
tvinga arbeiðsgevarar at
seta konufólk í starv.
Hanna Joensen, formaður í Javnstødunevndini:
Okkara arheiði
eins virðismikið
og tað hjá monnum
— Kvinnur hava ikki allar dagar havt virðing fyri sínum útiar-
beiði. Tær hava mangan havt tað sum hjáputl, sum tær kundu
gevast við, um tær ikki tímdu. Kunnu vit fáa kvinnur at skilja,
at arbeiði og ábyrgd er eins virðismiklir lutir hjá kvinnum og
monnum, so er nógv vunnið, sigur Hanna Joensen
Kvinnan kann kosta
meir enn maðurin
- Sum nú er, fáa kvinnur í
barnsburðaraldri ikki í ar-
beiði, tí tað kostar arbeiðs-
gevaranum nógvan pening,
um hon verður við barn.
- Nógvar kvinnur hava
eisini mist arbeiði, júst tí tær
hava verið við barn, og tí
arbeiðsgevarin nýtir onka
umbering at siga hana úr
starvi, fyri at sleppa undan
at gjalda henni løn í far-
loyvistíðini.
- Tað er hóast alt færri út-
reiðslur av at seta ein mann í
starv, og tað sigi eg heldur
ikki arbeiðsgevaran ringan
fyri, sigur Hanna Joensen.
- Um vit nú venda hesum
málinum við, so kunnu vit
siga, at børnini koma sam-
felagnum til góðar, og tí
hevði verið rættast, um vit
øll rindaðu til slíkar barns-
burðargrunn, um skatta-
skipaninan.
- Við slíkari skipan frí-
tóku vit bæði kvinnu og ar-
beiðsgevaran fyri ampan av,
at seta ungar kvinnur í starv,
sigur Hanna Joensen.
- Umframt tað, so høvdu
vit eisini fingið blandað ar-
beiðspláss. Royndir aðra-
staðni hava vist, at fólk
trívast betur á arbeiðspláss-
um, har bæði menn og
kvinnur arbeiða.
- Nú vilja fólk flest halda,
at vit gjalda nóg mikið um
skattaskipanina, men sum
nú ljóðar, so eru ætlanir um
skattalætta. Tað er kanska í
so seint at stovna slíkan
grunn, men eg haldi kortini,
attíðin núer komin, tá vit gll
mugu latangkur oyru, til ein
barnburðargrunn.
Ein uppgáva hjá Javn-
stødunevndini er at taka sær
av kærumálum, har tað
kann prógvast, at kvinnan
hevur verið fyri misbýti,
júst tí hon er kvinna. Fleiri
slík kærumál eru komin,
sum nevndin eftir lógini
skal viðgerða.
Eitt av hesum málum er
kærumál frá fólkum í
Fuglafirði, sum mótmæla,
at Peter O.K. Olufsson,
prestur, noktaði einum
kvinnuligum presti at
prædika í kirkjuni í
Fuglafirði.
- Javnstødunevndin tók
málið upp. Í hesum føri
sendu vit kæruna til Peter
O.K. Olufsson, prest i
Fuglafirði til ummælis, so
sum vit eftir reglunum
skulu gera, sigur Hanna
Joensen.
Prestur fór í blødini
Presturin í Fuglafirði svar-
aði ikki Javnastødunevnd-
ini, men fór beinleiðis í
blødini við málinum.
- Eg fari ikki at viðgera
javnstóðulógina ella eitt
kærumål í bløðunum, so
hansara svar stendur ósvar-
að, sigur Hanna Joensen.
- Her vil eg tó viðmerkja,
at eftir kirkjulógini er ikki
loyvt at nokta kvinnuligum
presti at prædika. Tí brýtur
Peter O.K. Olufsson kirkju-
lógina í hesum føri, men tað
er annað mál, sigur Hanna
Joensen. Hon heldur, at
hetta málið skal viðgerast,
áðrenn hon fer frá.
- Hvat heldur tú er mest
umráðandi at fáa fram í
ljósmála frameftir, í sam-
band við arbeiðið í javn-
stødunevndini?
Hanna Joensen, formaður
í Javnstóðuneyndini: - Í
grannalondum okkara
verður nógv gjørt fyri at
fáa mannin at taka lut
heima. Í Noregi kunnu
menn t.d. fáa farloyvi, tá
konan hevur átt. Maðurin
skal eisini nýta hetta
tíðarskeiðið til veruliga at
taka sær av barninum,
annars fellur farloyvið
burtur. Henda skipan er
gjørd, ti samfelagið
åsannar, hvussu
umráðandi tað er fyri
pápan, at hann fær tætt
tilknýti til sit barn, og
hervið eisini kennir stórri
ábyrgd og umsorgan fyri
tí frá byrjan
- Tað er avgjørt at fáa
konufólk at hava virðing
fyri sínum arbeiði, og at fata
hettasum tað, sum tær skulu
liva av
Arbeiði - ikki hjáputi
- Kvinnur hava ikki allar
dagar havt virðing fyri sí-
um útiarbeiði. Tær hava
mangan havt tað sum hjá-
putl ella nakað, sum tær
kundu gevast við, um tær
ikki tímdu.
- Ein broyting er tó farin
fram seinastu árini, tí nú
hevur tað týdning fyri fam-
iljuna, at konan er í útivinnu
og vinnur pening til heimið.
- Tað er tí umráðandi, at
kvinnur fáa tey størv, sum
tær eru eins væl skikkaðar
til sum menn.
- Kanska vánaligu tíðir-
nareisini fáa kvinnur at taka
sína ábyrgd javnbjóðis ti,
sum maðurin altíð hevur
tikið sum sjålvsøgd rættindi
- nevniliga, at arbeiðið og
ábyrgderu virdismiklir lutir
í gerandisdegnum.
- Kunnu vit fáa hetta stað-
fest, so er nógv vunnið, sig-
ur Hanna Joensen.
:D
Med mar