Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

aði Fólkatingið sett Í dag verður nýggja fólkatingið sett. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráð- harri fer at halda setanarrøduna. Hóast tað mesta av røduni fer at snúgva seg um donsk viðurskifti, so fer hann eisini - sum vanligur síður er - at umrøda viðurskiftini í Føroyum. Sera áhugavert verður at hoyra, hvat hann fer at siga um viðurskiftini millum Føroyar og restina av ríkinum. Roknast kann neyv- an við, at hann fer at koma við nøkrum patentloysnum, tí tær finnast neyvan. Helst fer hann at vera varin og vísa til eitt føroyskt útspæl. Tað var hetta, sum starvsbróður hansara, Mogens Lykke- toft so nágreiniliga vísti á í samrødu við Sosialin fyri valið. NÝGGI løgmaður skuldi hitta forsætis- ráðharran tíðliga týsmorgunin. Helst er rødan hjá forsætisráðharranum skrivað tá, so hesar óformellu samráðingar mill- um Edmund Joensen og Poul Nyrup da | FRÆLSI--JAVNAÐUR — BRØDRALAG Rasmussen koma neyvan at hava ávirk- an á innihaldið í setanarrøduni. Hetta er so fyrstu ferð, at teir báðir leiðararnir hittast og er hetta eisini fyrstu ferð, at nýggi løgmaður er uttan fyri landodd- arnar sum løgmaður. Vit vilja ynskja honum góða eydnu við komandi sam- ráðingum. NÚ metir Edmund Joensen sum fólka- tingsmaður til setanina av fólkating- inum. Tað kann tykjast onkrum løgid, at sjálvur løgmaður skal meta á Christ- iansborg sum vanligur fólkatingsmaður. Hann hevur so sjálvur boðað frá, at eftir setanina letur hann sessin til næsta mannin á sambandslistanum. TAÐ er greitt, at týsdagurin kann fáa stóran týdning fyri víðari gongdina í spurninginum um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Her hevur løg- maður nevniliga høvid til at hitta flestu av donsku politikarunum og har møgu- liga gera eitt åvist PR-arbeiði (lobby- arbeiði) fyri søk Føroya. Hóast ongar jóri: Jan Múller Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- PM Saslalurin Fyrtaksstjóri: ARIER Dani Joensen - Tórfinn Smith - Uppseing PA soslalrin jósmyndari- Kalmar Lindenskov hilmar Jan Hansen - Press i . Jåstinus Eidesgaard avgerðir verða tiknar slíkan dag, so vita vit, at tað er í "korridorunum”, at botn- urin verður lagdur - at kósin verður stungin út. Tað hevur ti nógv at siga, at nýggi løgmaður megnar at fylgja í fótafetunum hjá fyrrverandi løgmanni og slóða fyri einum positivum og góð- um samstarvi millum Danmark og Føroyar. NÚ kann tað tykjast løgið, at løgmadur, sum eisini er valdur á fólkating, har stuðlar ein av andstøduflokkunum. Sum sambandsmaður skal Johannes Martin Olsen til at stuðla flokkin hjá Uffe Ellemann-Jensen á fólkatingi, og tað er eim sannroynd, at hann er erka- ”figgindin” hjá Poul Nyrup Rasmussen. Her er tí talan um eitt åvist skisma fyri sambandsflokkin, hóast vit vita, at tá tað snýr seg um viðurskiftini í Føroyum, so hava stjórn og andstødu roynt at draga eina og somu línu. Vit kunnu so bert vóna, at Edmund, løgmaður fer at "briefa” næstamann sín væl, tá hesin fer at sessast millum 67. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teletax: 14720 danskar vinstramenn. Uppgåvan hjå Johannes Martin Olsen må til eina og hvørja tíð vera at stuðla sínum egna landsstýri og tvs. at royna at birta uppundir góð viðurskifti millum landsstýrið og so bæði stjórn og and- stóðu. Júst henda løgna tvistøda hjá sambandsfólkatingsmanninum ger hann áhugaverdan. Hóast partur av einum andstøduflokki so må hann gera alt fyri at stuðla tey úrslit, sum stjórnin og landsstýrið koma til og hann má royna at fáa sínar partamenn í vinstra at stuðla umrøddu úrslitum. TAÐ er so bara eftir at vóna, at kom- andi fólkatingsseta og tær broytingar, sum eru gjørdar bæði í stjórn og í landsstýri fara at virka tann positiva vegin. Og vónandi kemur løgmaður heimaftur við eini ásannan frá Poul Nyrup Rasmussen, at hann metir tað hava stóran tydning at koma til Førcya. SOSIALURIN Í summar vóru um 20 UTF arar á legu í Berlin. Farið varð áeina EGTYF-legu, ið er annaðhvort ár. Hesar leg- ur, har fráhaldsfólk úr øll- um Europa metast, eru víðagitnar millum fráhalds- fólk. Tær eru eitt ógloym- andi upplivilsi fyri tey, ið luttaka. Vit byrjaðu ferðina hós- dagin 14. juli, tá vit fóru við Smyrli til Aberdeen. Hað- ani frå koyrdu vit í bussi okkara til Windsor í Lond- Fråhaldsfolk hittust i Berlin Ungtemplarar år Føroyum luttóku eisini á stórari stevnu í summar on, har vit steðgaðu á í fýra dagar. Síðani sigldu vit um Ermasund, koyrdu gjøg- num Frakland, Belgia, Nið- urlondog Tyskland, til vit at Flóvisligur løgmaður Valnáttina eftir fólkatingsval- ið fingu vit føroysku útisetar ein fyrsta forsmakk uppá hvat vit kundu vænta okkum av nýggja føroyska løgmannin- um. Inn í stovurnar hjá teimum donsku familjunum trein ein sovikamaroygdur Edmund Joensen, sum hvørki dugdi at tosa danskt ella hevði nakað upp á hjartað. Gjøgnum alt kveldið kom ein streymur av engageraðum viðmerkingum í eini vælgjørd- ari valsending frá TV 2. Sjón- varpsstødin vendi sær eisini til Føroya, har ein vælformuler- adur, korrekt ilatin og vælupp- lagdur Tróndur Djurhuus hóskaði væl inn í heildina. Hann segði sakliga frá hvgnn týdning fólkatingsvalið hevur í Føroyum og hverjum úrslit man kundi rokna við. Einar tveir tímar eftir at vit sóu Trónd fyrstu ferð, setti TV 2-verturin yvir aftur til hansara í Havn. Í staðin fyri Trónd sóu vit eina deydu av einum løg- manni, ið kom sum ketta upp úr høvdatrogi. Tað sást á øllum brøgdum, at hesin maður ikki tók sín nýggja fólkatingssess í álvara — hann ætlaði sær ikki eingang sjálvur at meta upp. Um danir fara at møta honum við somu líkasælu, eru sam- starvsútlitini sera døpur. Og so fingu vit enntá henda tunna boðskapin á einum sera, sera óhjálpnum donskum. Í hesum føri hevði undirtekstur verið kærkomin! Hvussu man tað fara at ganga, tá ið Joensen skal niður at samráðast við danir um skuldina? Ég síggi longu nú fyri mær, hvussu hann fer at sita við opnum munni og polypp- um í studionum hjá DR-TV og royna at koma við einum slutri fyri einum slatri, meðan vit úti- setar verða tærkrympandi á- skoðarar til showið. Nógv kann man siga um Maritu Petersen, men føroy- ingar hava ongantíð havt eitt so verdugt umboð sum hana. Og tå hon tosaði við journalistar- nar, so skilti man hvat hon segði. Hóast eg eri ógvuliga 6- samdur við Óla Breckmann, havi eg ongantíð havt fyri neyðini at krympa tær yvir hansara framburð — altíð væl fyrireikaður, vælklæddur og engageraður. Míni ráð til Edmund Joensen — fyri ikki at oyðileggja ta síðstu restina av vælvild, vit enn hava — skulu tí verða: Keyp tær ein nýggjan klædn- ing. Finn tær ein nýggjan fri- sér. Far á taluskeið (bæði før- oyskt og danskt). Halt teg so langt frá teimum útlendsku journalistunum sum gjørligt. Takk! Jon Joensen Brohusgade 18, 4. tv, 2200 Kbh. N enda friggjadagin 22. juli komu til Berlin. Í Berlin var mangt at stutt- leika sær vid; iegan var hildin i fyrrv. Eysturberlin i einum bygningi, id æt FEZ — Freizeit- und Erholungs Zentrum. Her bar væl til at íðka ymsar ítróttir. Beint við var eisini ein baði- strond, har ein kundi svala sær á ella fáa eitt sindur av liti á kroppin. Á sjálvari leguni vóru workshoppir og fyrilestrar at fara til, útferðir vórðu gjørdar, m.a. rundferð í Berlin og vitjan í týningar- leguni Sachsen-hausen. Eina náttina var flogbólts- kapping, har ymsu felggini høvdu lid við. Vit føroying- ar høvdu bert eitt lið við, men harafturímóti vunnu viteisini kappingina! Legan endaði við stórari krav- gongu í Berlin og stórar veitslu. Samanumtikið var ferðin sera væleydnað, sjálv legan kundi tó verið betri, hetta var serliga av tí nógva hit- anum, ið var. Leygardagin 30. juli varð nøsin vend heim aftur og koyrt varð til Esbjerg, har vit fóru um borð á Norrønu á veg til Havnar. Á leguni varð eisini EGT YF kongressin hildin. Hon verður hildin annaðhvort ár, og orsøkin til at henda var so áhugaverd fyri okkum var, at UTF hevði biðið um at fingið legna hendavegin. Kongressin tók undir við hesum, og í 1996 verður legan í Føroyum! Nevnd er sett at fyrireika hesa legu, og vónandi koma nógv fólk higar um tvey ár á , , BLADYPI gístirtú væl & bíliga. Eisinihavavitserligar vetrar-& vikuskiftis- prist. BLADYPI Dr. Jakobsensgøta 14-16 Tlf. 11951 Fax. 19451