Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 Síða7 »Ung í arbeidi« endurbyggja gamla brúgv Leggja aftur træbrúgv um Sandá Í seinastu viku fóru nøkur "ung í arbeiði" at grava omanav gomlu brúnni um Sandá, miðskeiðis millum verandi brúgv og Spinna- ríið. Tey ungu fóru varliga til verka. Tey hava grivið bøk- kar omanav brúnni og undir hómast vøkur steinseting. Gamla træbrúgvin um Sandá var í tveimum. Mið- skeiðis í ánni eru ein stein- pallur laðaður og við áar- bakkan hvørjumegin er ei- síni ein steinpallur. Bjålkar verða nú lagdir millum pall- arnar og síðan verður timb- urdekk lagt í. - Maðurin sum keypti Argir, Andreas Mortanson lat brúnna gera fyri egna rokning. Hann royndi at fáa fígging frá amtinum, men tað eydnaðist ikki, sigur Gunnar Hoydal, býararki- tektur. — Hendan brúgv fekk stóran týdning fyri argja- fólk og eisini fyri bygdirnar fyri vestan, Kirkjubø og Velbastað. Mjólkflutning- urin gekk eftir hesi brúgv. Morgunstjørnan gjørdist eitt nytt skip: Fingið brúnna frá Kirkjasteini hevur ligið við skipasmiðjuna í Havn og fingið nýggja brúgv. Nú er arbeiði um at vera liðugt og hesin línubátur er ikki til at kenna aftur. Reiðaríið hjá Morgun- stjórnuni = hevur keypt Morgunstjórnan nastu tíðin brúnna á Kyrjasteini og hendan stendur nú prýðulig á Morgunstjórnuni. Kyrja- steinur er lagdur, fugl- firðingar hava keypt hann aftur og hann skal nú nýtast sum sjósavn. Undir brúnni á Morgun- stjømuni er settur ein stabiliseringstangi. Hesin skal syrgja fyri, at skipið rullar minni. Nýggju línu- bátarnir í dag hava allir stabiliseringstanga. Morg- unstjórnar fær eisini ein eykavinning av tanganum. Hann lyftir brúnna upp og útsýnið er sostatt betri at Mynd: Kalmar Ross hava gingið eftir brúnni, men hon er ikki roknað til rossavognar, sigur hann. Brúgvaarbeiði í Sandá er ein staðfesting av kom- munusamanleggingini. jústinus leita eftir boyum og at sleppa undan kediligum skvampum. Morgunstjórnan er fyrr- vernadi Porkeningur og hoyrir nú heima á Eiði. Skipiðer bygt í 1961 á Tórs- havnar Skipasmiðju. jústinus Jústinus Eidesgaard, skrivar Seinasta vika byrjaði eitt sindur øvugt fyri teir allarflestu føroyingarnar. Sunnunáttina fingu vit tíman aftur, ið vit lótu frá okkum Pál- masunnudag í vár. Klokkan varð flutt ein tíma aftur og hetta voldi mongum høvudbryggj. Mong ilskaðust inná á truplu spurningarnar. eitt nú: byrjaðu vit nú dagin ein tíma fyrr ella seinni? Skýmdi fyrr nú enn tá vit høvdu sum- martíð? Onnur ilskaðust, tí tey hildu at mynd- ugleikarnir pilkaði við náttúruna og innaru klokkuna, sum liggur fjald í okkum ollum. Fólk gremja seg enn um at tey eru troytt og svøvnlagid er órógvað av hesum ólukku tíma. Í skrivandi stund, nú níggju dagar aftaná at vit fingu vetrartíð, hava fleiri framvegis ikki klár- að at stilla innaru klokkuna eftir vetrartíðini. Tey flestu munnu tó vera samd um, at skipanin við summartíð er ein frálík skipan. Ljósu tíð- ina um summarið skunda vit okkum at taka ímóti nýggja degnum við at flyta tíðina ein tíma fram. Myrku tíðina drála vit við at taka í móti degnum. Vit flyta klokkuna aftur fyri at fáa sum mest við av tí ljósa í arbeiðsdegnum og ikki móti kveldi. Høvdu vit summartid og tað lýsti klokkan níggju, so lýsir tað klokkan átta við vetrartíð. »ESTONIA« og >TITANIC< verða nøvn, sum komandi ættarlið á okkara leiðum fara at tosa um, tá skipavanlukkur verða umrøddar. Síðan tíðindini spurdust týsdagin, at ferjan Estonia var koppað í Eystrasalti, hevur hend- ingin merkt gerandisdagin hjá føroyingum. Fyri føroyingar hava skipabrot eitt serligt pláss í hugaheiminum. Sum siglandi tjóð hava tær allarflestu familjur í Føroyum mist onkran á sjónum, antin við skipi, ella av óhappi inni við land. Vit eiga ein heilan dag í árinum, sum vit hava vígt til teir sum ikki bóru boð í bý. 1. november er >Alla halgunna dagur« og løgid skal vera umtey yvir 1000 deydu av >Estoniu< og tey íð eftir sita, ikki fáa ein heitan tanka hendan dagin. Nú verður tosað aftur og fram um hví ólukkan hendi. Tey sum doyðu av »Estoniu« síggja vit ongantíð aftur livandi millum okkum, men fyri komandi ferðafólk á sjónum, má >Estonia< vanlukkan slóða fyri at trygdin økist. Við øllum tøkni og bjargingarút- gerð mennsikjan ræður yvir í dag, eiga vit at sleppa undan skipabrotum í >Titanic< klass- anum. Nú nærkast skurdfjøllini. Teir fyrstu hava longu verið á fjalli og alt røkist fyri at skurður- in verður góður í ár. Hóast kreppuna, so hevur vignast væl á landi. Terrin var góður í summar, fólk settu met í at hoyggja skjótt og velturnar standa á tremur við eplum. Tíggju fold er ikki óvanligt. Prátið á bygd snýr seg í dag um eplir og vekt og um vånaligan kjøtpris. At fáa landbúnaðin í Føroyum at bera seg við verandi skipan er heilt émøguligt. So kunnu vit reypa um vekt sum vit vera vilja. Føroyingar fáa alt ov lítið burturúr seyðinum. Orsøkin er einføld, Vit eru ov grammir, vit hava ov nógvan seyð í høgunum og uttan kraftfóður fingu vit bara píningar undan. Á heysti 1992 stóð eg og prát- aði við ein bónda á einum sláturvirkinum í Húsavík á Norðurlandinum í Íslandi. Hann átti 550 áseyðir og undan teimum hetta árið vóru 1110 lomb. Miðalvektin var 32 pund. Slíkan skurð fáa føroyingar ikki, fyrr enn teir skera skipanina niður í helvt, leggja seg eftir at sleppa undan tvílembum og nýta tvílembu- brundar burturav.