Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í = Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Múller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Stuðlið Mandela UTVARP FØROYA var so heppið at hava mann á staðnum, tá ST-aðalfund- urin varð settur í New York í vikuni. Royndi føroyski journalisturin og polit- ikarin Finnbogi Isakson hevdi sera åhugaverd og hugverkjandi fråsøgn frå setanini. Føroyskir parlamentarikarar hava å hvørjum åri høvi til at vera vid til hesa setan sum partur av donsku um- bodsnevndini. Og hesaferð troytti hesin garvadi tíðindamaðurin møguleikan og tøkk skal hann hava fyri hesar so sig- andi minuttirnar í åtvarpinum miku- kveldið. TAÐ, sum hann serliga beit merki í til hesa setan og sum gll onnur í salinum góvu sær fær um var tann lítillætni men altíð beinrakni svarti suðurafrikanarin, Nelson Mandela. Hóast hann hevur hildið róður í ST áður, so var hetta fyrsta ferðin, eftir at hann gjørdist for- seti í Suðurafrika. Tað valdaði deyða- tøgn, tå Mandela trein fram og tók orð- ið. Ikki eitt - ikki eitt av teimum tús- undtals fólkunum, sum vórðu við til hesa setan kundu í dag hugsað sær at vent hesum svarta manni, sum alt sítt lív hevur stríðst móti apartheidskipanini, bakið. Nelson Mandela telist millum størstu stríðsmenn og demokratar, sum livað hava. Hann fór fegin í fongsul í 27 ár fyri at gera vart við søk sína, sum varð at vinna á órættvísu apartheidskipanini. Og hvgr kundi bara so mikið sum ímyndað sær, at hesin svarti maður - av mongum skýrdur brotsmaður - skuldi gerast fyrsti demokratiskt valdi forsetin í Suðurafrika! NELSON MANDELA greiddi á ST- aðalfundinum frá støduni í sínum heim- landi. Hann takkaði teimum mongu, sum hava virkað fyri demokratiskum vidurskiftum í Sudurafrika og her ikki minst teimum, sum hava tikid undir við áheitanini frá teimum svørtu um at boykotta hvíta minnilutastýrið. Men hann gjørdi eisini vart við, at við hesum eru ikki allar súðir syftar. “Vit góvu umheiminum tað lyfti, at vit fóru ikki at gevast, fyrr enn vit høvdu sigrað á apartheidskipanini. Í dag sigi eg, at vit fara heldur ikki at gevast soleingi milliónir av menniskjum lýða neyð sum avleiding av tí fåtækradømi, sum apart- heidskipanin hevði at bjóða teimum" segði Nelson Mandela og legði serliga áherðslu á, at tað er ikki nóg mikið bara at fáa atkvgðurætt. Fólkið má eisini hava arbeiði og dagligt breyð. Tí bað hann umheimin um at hjálpa Sudurafrika á fótur aftur. HETTA at ein føroyskur politikari og tíðindamaður hevur høvi at lýða á, meðan Nelson Mandela heldur sína fyrstu rødu á ST-aðalfundinum sum forseti i Sudurafrika vekir eisini mong minni um leiklutin hjå Føroyum og føroyingum í stríði Mandela móti apart- heidskipanini. Og her finna vit bædi góð og ring minni. Góð, tí tað vóru fólk her á landi, sum tóku undir við áheitanini frá Mandela og hansara fólkum at brúka boykottið sum vápn til at tvinga hvíta minnilutan til at fremja tær kravdu broytingarnar. Men so sanniliga eisini ring minni, tí í hesum landi funnust og finnast helst enn fólk, sum als íkki virdu hesa áheitan. Vit minnast, hvussu fólkatingsmaðurin Óli Breckmann gjørdi alt - fyri egnan politiskan vinning - fyri at bróta umrødda boykott og hvussu hann eisini megnaði tað. Hann fekk entá lokkað føroyskar vinnnulivsmenn at reika runt Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tårfinn Smith - hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Utgevari: P/T Sosialurin Uppsetng. PT Saslalurin Prent: P/T Pressan 1981 vid sær i ti svarta Afrika. Tå hesir komu heimaftur høvdu teir greinar i Dagblaðnum, har teir - haldið tykkum fast - hálovaðu hvíta minnilutastýrið og søgdu frá, at teir við eygnum eygum høvdu sæð, at tey svørtu høvdu tað ikki so ringt, og har tað kortini stóð illa til, var tað teirra egnu feilur. Nakað soleiðis kundi tú skilja metingar teirra. Teir vóru løtt offur og gott agn í mongu av politisku valstríðum Breckmans. Í DAGBLAÐNUM, sum kom út nú um dagarnar, var grein, sum vidgjørdi tær mongu oddagreinarnar í Sosialinum, sum hava umrøtt fólkatingsvalið og tey 3000, sum atkvøddu fyri Óla Breck- mann, persónliga. Í hesi grein verður oddagreinskrivarin lagdur undir at vera sálarliga sjúkur og fullur av hatri og vanvirðing. Lat okkum sláa fast, at hetta er ein alt ov álvarsligur spurningur til at verða gjørt til ein persónsspurning. Fyri okkum snýr tað seg eina og áleina um tað, sum umrøddi fólkatingsmaður hevur sagt og skrivað og hevur borið fram sum politikari. Tú hevur ikki vanvirðing fyri einum gðrum menniskjað fyri tað um tú í botn og grund er ósamdur við tað. Og soleiðis eigur skriving okkara um leiklutin hjá Ola Breckmann í føroyskum politikki at skiljast. Men vit meta tað ikki bert vera rættur okkara ganga ímóti hesum meiningum, vit meta tað eisini at vera skylda okkara, og tí fara vit eins og vit hava gjørt tað alla ta tíð sami Óli Breckmann hevur vanvirt og traðkað á tey svrtu í Sudurafrika, at minna á hetta. Og lat okkum bara endurtaka: tað er fyri okkum óskiljandi, at 3000 føroyingar - fult og heilt taka undir við sera víðgongdu meiningunum hjá Óla Breckmann. Hesi fólk verða noydd til at gera sær greitt, hvat tey í veruleikanum Óli Jacobsen, landsstýrismaður : Annars gevur formaðurin Bústaður Argjavegi 26 Telefon: 11820 67. ÅRGANGUR Postadr.. Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefar: 14720 Argjum taka undir við. Tey mugu gera sær greitt, um tey eisini teljast millum tey fáu í hesum heimi, sum meta Mandela sum brotsmann. Og her vilja vit so bert vísa á, hvat hesin løgtingsmadur og fólkatingsmaður hevur sagt og skrivað um Nelson Mandela og hansara næstu fólk seinastu 10 árini. Vit hava ilt við at skula góðtaka hetta, at flestu aðrir føroyingar skulu lýða undir at verða skýrdir apartheidvinir ol., nú sami umrøddi politikari hevur umboðað Føroyar á danatingi øll hesi ár, meðan danir og sviar hava gingið undan at stuðla boykottinum av apartheidstýr- inum. NELSON MANDELA og hansara stuðlar eiga alla virðing uppborna frá øllum teimum, sum verja demokrati og mannarættindi. Vit heilsa hesum heið- ursmanni við størstu virðing og tað skal vera okkara vón, at umheimurin fer at stuðla nýggja styrinum í Sudurafrika at vinna á ti ringasta fåtækradøminum. Eisini vit føroyingar eiga at stimbra og eggja til stuðul. Tað er bert spell, at júst tann politikarin, sum alt sitt politiska liv hevur stríðst ímóti teimum svertu og Mandela, enn eina ferð er valdur at umboða føroysku fólkameiningina á hægsta parlamentariska sæti í tí Dan- mark, sum gekk undan nettup at stuðla teimum svørtu. Er í heila tíkið skomm skapt í okkum? Tøkk til Finnboga úr New York fyri áhugaverdu frágreið- ingina og beinraknu lýsingina av tí størsta demokrati, id livað hevur í okk- ara tíð. SOSIALURIN øktu framleiðsluni. Og vit Ov vánalig undanførsla hjá Foroya Fiskavirking Føroya Fiskavirking er nú farin í holt við eina herferð at fáa broytt lógina um í- løgustudul fyri at >noyða< skipini at landa feskfiskin í Føroyum. Sjålvsagt er tad allan pris vert at royna at fåa allan fiskin landadan i Føroyum. Og tað eigur eisini at verða gjørt tað, sum kann gerast í hesum sambandi. Men tá júst hetta skal verða nýtt sum grundgeving fyri vána- liga roknskaparúrslitinum og ætlanini um at steingja enn fleiri virkir, so -virkar hetta milt sagt sera sýkt. Fyrst mugu vit minnast til, at Fiskavirking var »loysnin« uppá trupulleik- arnar í flakavinnuni. Hetta skuldi vera lokomotivið, sum fekk gongd á samfe- lagið aftur. Og samb. nýggju >loyni- ligu« frágreiðingini frá nevndarformanninum Ove Munch eru allar fyritreytir til staðar fyri einum góðum úrslit. Fiskavirking hevur fingið fleiri tons enn roknað hevur verið við, og virðið á framleiðsluni er eisini mun- andi økt. Ein frágreiðing fyri hall- inum er yvirprísur vegna prískapping. Henda prís- kapping kemur frá ødrum smærri virkjum, sum eftir øllum at døma hava fíggjar- ligar møgulcikar at bjóða Fiskavirking av. Hetta må so vera ein rættulig ábend- ing um, at tað ikki er fíggj- arligt grundarlag fyri einum slíkum >kolossi< sum Før- oyaFiskavirking. sjálvur eina rættuliga å- bending um, at hansara skil fyri fiskavirking er rættu- liga avmarkað. Frágreiðingin til vánaliga úrslitið er lutvíst ein hægri pris fyri fiskin, enn roknað hevur verið við, og lutvíst hægri lønaritreidslur enn mett frammanundan. Og or- søkin fyri hesum bådum fyribrigdum er tann økta veidan eftir svartkalva, sum lutvist er ein dyrur fiskur i mun til Ld. upsa. Og sum eisini kostar meira at virka, tí hann verður skorin við hond. Men nú er tað soleiðis, at orsøkin ul at ein fiskur verður keyptur dýrt er tann, at hann gevur eitt túlsvar- andi høgt framleiðsluvirði. Og verður hann skorin við hond man tað eisini vera ti, at hetta gevur eina stórri úr- tóku enn onnur viðgerð av hesum fiskaslagi. At nýta útreiðslurnar av svartkalv- anum sum undanførslu fyri vánaliga úrslitinum er nú nakað langt út. Svartkalvin man eisini eiga sín part í mugu rokna við, at teir eru ikki slíkir idiotar á Føroya Fiskavirking, at teir keypa svartkalva í dýra dómi um hetta gevur fyritøkuni tap. Men formaðurin er eftir øllum at dóma so grunnur í sínum metingum, at hann beri hyggur at útreiðslutgl- unum og ikki at inntøkutøl- unum í hesum sambandi. Og tað kann neyvan styrkja trúnna á evnini hjá hesi fyri- tóku. Stutt sagt kann sigast, at hesar undanførslurnar hjá Føroya Fiskavirking og tess formanni eru eitt ov veikt grundarlag at seta fríu kapp- ingina um fiskin úr gildi. Vit hava nevniliga sæð nóg mikið til planbúskap i Før- oyum! Føroya Fiskavirking noydist at geva okkum cina meira vatntætta grundgev- ing fyri tey ynsktu politisku tiltøkini.