fríggjadagur 7. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 191 — 7. OKTOBER 1994 Síða 9
Friggjad kl. 19.00:
Barnaløtan
Barnaløtan fer í kvøld at hitta Símun, sum
býr í Leynum. Hann er 7 år og ein heilt
vanligur drongur. Men hann hoyrir ikki, og
kann tiskil ikki tosa cins og onnur, men må
brúka teknmál...
Sirkulina er aftur á skránni. Hon, sum var
so Ofør at rudda á tekniborðinum. Hendan
morgunin, tá hon vaknar, fer hon ikki at
rudda, men fer út í náttúruna og hittir larvur,
mariuhønur 0.0. dýr.
Vit skulu aftur síggja ein dukkuleik.
Hesaferð hittir dukkan Helga eina leyvu.
Veitst tú at...
Um súkkling í Tour de France, gullgravarar
í Alpunum, og um triggjar ungar fjalla-
klintrarar, ið elska vanda.
Fríggjakveldið kl. 23.15:
Einsamallur
ímóti mafiuni
Eitt landastrok verður funnið myrt á
bryggjuni, og politimaðurin Frank Doakey
verður settur at kanna málið. Alt bendir á, at
mafían stendur aftan fyri drápið, men hví?
Hevur landastrokið sæð okkurt, hann íkki
skuldi síggja?
George Peppard og Ursula Andress
Friggjakvøldid kl. 22.20:
Deydin skuggar
Fyrst partur av enskari rød í trimum pørtum
frå 91.
I 1959 varð tann ungi Painter hongdur fyri
at hava myrt arbeiðsgevaran hjá sær. Tað
var tað fyrsta málið hjá tí unga sergent
Wexford. Nú kemur presturin Henry
Archery til hansara og sigur, at Painter var
ósekur. Hví man hann hava áhuga fyri ti
gamla málinum?
| TS Brá
}
George Baker og Sharon Maughan
Leygardagin kl. 14.00:
Beverly Hills 90210
Nú er tann væl umtókta sendirødin aftur, og
hesa ferð fer SVF at vísa allar teir fyrstu
partarnar, sum SvF ikki hevur víst fyrr. Í
fyrsta parti, sum er longri enn hinir, flytur
familjan Walsh úr Minnesota til Kalifornia,
har sólin altíð sær, og bústaðurin hevur tað
kenda postnummarið 90210. Alt er ødrvisi,
og tað ræður um at vera so >cool< sum
møguligt. Tvíburðarnir Brenda og Brandon
skulu byrja á Beverly Hills High, skúlanum
við teimum strangastu krøvunum, teimum
dýrastu frítíðarítrivunum og teimum smart-
astu klæðunum.
Levgerkveldid kl. 18.00:
Eitt kvøld vid gandi
Gallaframsyning vid heimsins bestu kanda-
kallum og gandakvinnum, ið kappast um at
vera best. Hetta er upptøka frå Chat Noir i
Oslo.
Leygarkvøldid kl. 21.35:
Hvør sendi storkin?
Am. filmur frå 87. J. C. W. C. Wiau er
karrierukvinna og hevur altíð ov mikið at
Diana Keaton við barninum
gera. Ein dagin >arvar< hon eitt ársgamalt
barn, og frá tí degi verður gerandisdagurin
ein heilt annar. Fyrr var arbeiðið alt hjá
henni, men nú er eisini so nógv annað...
Sunnudagin kl. 17.20:
Operagalla av
Nyslotti
Annar partur av årligu operagallasyningini
á Nyslotti i Finlandi vid tónleiki eftir m.a
Verdi og Tjajkovskij.
nnukvøldid kl. 18.05:
Søren Kierkegaard
og hansara tíð
Introduktiónssending til 5 sendingar um
Søren Kierkegaard, sum koma í næstum.
Sunnukvøldid kl. 18.20:
Tad er so deiligt
at fiska
f hesi sendingini minnast Bob James og
Chris Yates aftur á barnaárini og summarið,
sum gjørði at teimum fór atdáma at fiska síl.
Og tá teir hjálpa einum drongi, sum fær sína
fyrstu skeggkarpu, er tað sum at vera barn
aftur.
Framleiðsla: Hugh Miles fyri Wildlife
Prod.
Sunnukvøldid kl. 20.00:
STATUS — tvørtur
um eina oljutunnu
Oljuvinnan er ikki longur science fiction
fyri okkum.
Eitt er, at hon hevur tikid seg munandi
nærri Føroyum, síðani vit av álvara fóru at
vísa henni ans við at vitja mansterkir á Off-
shore-rådstevnu í Aberdeen fyri bert trim-
um árum síðani. Eitt annað er, at hendan
vinnan eisini nærkast føroyingum mentalt.
Í dag tosa vit so hissini um olju og gass,
sum var tað alt sjálvandi fyri okkum. Sam-
stundis broytist oljuvinnan í hesum tíðum.
Stór skip taka yvir, har teir øgiligu bori-
pallarnir áður fingu brennievnini upp úr
undirgrundini. Soleiðis fer gerandisdagurin
hjá teimum víðagitnu offshore-gørpunum
eisini at líkjast meira ti lívinum, sum okkara
egna sjófólk kennir seg heima í.
Nú vit gera støðuna upp, hitta vit ymisk
fólk, sum onkursvegna hava við vinnuna at
frá Haraldi Kongi av Noregi og
orkumálaráðharranum tl ser-
gera
bretska
frødingar, sum arbeiða vid oljukeldunum
hjå BP skamt frå okkara fiskimarki. Og i
studionum skifta ymsir føroyingar orð um,
hverja kós vit nú skulu halda.
Tróndur Djurhuus leggur til rættis.
Tróndur Djurhuus prátar m.a. við Bjorn á
Heygum og Jan Miller
Sunnukvøldid kl. 21.05:
Alexandra
prinsessa -2:2
Alexanda er rymd år Wien undan manni
sínum og býr nú i Paris, har hon arbeiðir.
Ein ungur italskur aðalsmaður verður for-
elskaður í henni, og maður hennara kemur
at leita eftir henni. Kríggið ímillum Frak-
land og Týskland í 1870 nærkast.
Månakvøldid kl. 18.00:
Stjørnan
Romantiskur filmur vid Jenny Garth frå
Beverly Hills í høvudsleiklutinum sum
tann vakra Crystal, sum gjøgnum
mótgongd og nógv strid fær alt, hon hevur
droymt um, uttan tann einasta mannin, hon
nakrantíð hevur elskað.
Sirkusfestivalur
í Monte Carlo
Á hverjum ári kappast sirkusartistar á
sirkusfestivalinum í Monte Carlo um tær
báðar finastu virdislønirnar í sirkusheim-
inum, Gull- og Silvurklovnin.
Her eru akrobatar, trapez-kunstnarar,
súkkluartistar, klovnar og djór, eitt nú is-
bjarnir, tíkarar og pantarar. <y