Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NI oe LT ERE Tidindabladid CS AR “Kemiin" tyktist vera í lagi millum teir báðar stjórnarleiðararnar, tann fóroyska og tann danska, tá teir hittust fyri ferð á Christiansborg týsdagin. Við løgmanni var eisini Tommy Petersen, fulltrú í Tinganesi Lógmaður um marknatrætuna: Danir mugu hjálpa okkum — Danir mugu átaka sær ein stórri leiklut í marknatrætuni við bretar, sigur Edmund Joen- sen, løgmadur Á Danmarkarferðini hjá løgmanni gekk leiðin miku- dagin í uttanríkisráðið, har Edmund Joensen hitti Niels Helveg Petersen, uttanrík- isráðharra. — Vit vilja frá føroyskari síðu hava danir at átaka sær ein stórri leiklut í markna- trætuni við bretar, sigur løg- maður. - Eg greiddi uttanríkis- ráðharranum frá, at vit í Føroyum vilja hava danir at leggja stórri orku í hetta málið, enn teir higartil hava gjørt, og tað lovaði Helveg, sigur Edmund Joensen. — Vit hava frå føroyskari síðu gjørt tað vit kunnu, og nú mugu danir eisini taka um endan, heldur løgmad- ur. - Niels Helveg var sera positivur og lovaði at gera alt, sum stendur í hansara valdi, ul tess at finna eina loysn á hesum fyri føroy- ingar týdningarmikla máli. Danir umsita jú eisini før- oyskan uttanrikispolitikk, og tí má tað í stórri mun vera teirra leiklutur at hjálpa før- oyingum í marknatrætuni við bretar, heldur Edmund Joensen. Fleiri Danida-pengar Eitt annað mál, ið var á skránni á fundinum við utt- anríkisráðharran, var Da- nida. — Vit vilja hava fleiri sátt- málar igjøgnum Danida, serliga vidvikjandi skipa- bygging. Tad skal i veru- leikanum so lítið til, fyri eina so lítla tjóð sum Før- oyar, at fáa tað at muna. Vit eru longu nú uppi í onkrum ætlanum, men vit mugu sleppa meira upp í part á hesum gkinum eisini, ser- liga tá tað snýr seg um eyst- anlondini, sum er ein sera stórur marknaður. Eisini viðvíkjandi umvælingum. Tað lovaði Helveg at gera alt fyri. Vit vilja eisini hava meiri fisk hendanvegin, sig- ur løgmaður. A fundinum greiddi hann eisini uttanríkisráðharran- um frá handilskvotunum í Føroyum. Hitta fleiri ráðharrar Tað stóra orðaskifuið í Fólkatinginum byrjaði í gjár, og tá ætlaði Edmund Joensen sær at taka orðið, sigur hann við Sosialin Marita Petersen, til setanina av fólkatinginum fyrrverandi løgtingsformadur og Edmund Joensen, fólkatingsmaður og løgmaður nýttu eisini høvi at tosa saman, tá tey vóru Hann vildi tó ikki koma nærri inn á, hvat hann ætlaði sær at siga í síni fyrstu talu á Fólkatingi. — Hetta verður bæði fyrsti og seinasu fundur hjá mær sum fólkatingsmanni á hes- um sinni, tí aftan á yvirtekur Johannus Marin Olsen fólkatingssessin, sigur løg- maður. Edmund Joensen leggur afturat, at hann ætlaði at nýta høvid á Danmarkar- ferðini at koma á tal við fleiri ráðharrar, men tá Sosialurin tosaði við hann vóru fyribils ikki avtalaðir fleiri fundir. Løgmadur kemur heim aftur leygardagin. løgmaður og nú Nr. 191 — 7. OKTOBER 1994 -Síða 15 Frá Leikarafelag Føroya: »Skøkjurnar« ut at ferdast Leikarafelag Føroya fer nú at ferðast við leikin- um »Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin«. Ætlanin er at framføra leikin í bygdarhúsinum og á skúlum runt í land- inum. Fyrsta framførsla verður í Bygdarhúsin- um á Strondum leygar- kvgidið kl. 20. Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 48905 eftir kl. 18. Leikarafelag Føroya fer at lýsa í bløðunum eitt samlað yvirlit yvir hvar leikurin verður framførdur, og kunn- gjørt verður í Utvarpin- um undan hverjari framførslu. | STUDNINGUR til listafólk Studningur er leysur til listafólk, sum sýnt hava góðar gávur og sum ætla sær ella eru farin uttanlands at búgva seg út í målara-, myndahøggara- ella aðrari myndlist. Umsóknir, stiladar til Føroya Lands- stýri, vid ollum upplýsingum, eisini við- víkjandi útbúgving áður og serliga við- víkjandi teirri námsferð, peningurin ætlast nýttur til, skulu sendast Listafe- lag Foroya, smoga 1141, 110 Tórs- havn, í seinasta lagi 22. oktober 1994. Listafelag Foroya Tíðindaskriv frá Bóndafelag Foroya Biligari seydakjø Bóndafelagið samtykti á nevndarfundi, at minstiprísurin fyri seyðakjót fyri 1994/ 1995 verður kr. 50,00 fyri kilo. Prísurin 1993/ 94 var kr. 56,25, men á- sannandi at vánaliga keypiorkan millum før- oyingar ikki er batnað, metti nevndin tað vera rætt at lækka prísin til brúkaran. Hinvegin mugu bóndurin ásanna, at tað lyfud, sum fráfarna landsstýrið lovaði, nevniliga at bóndurnir skuldu fáa helvtina av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, sum var lagt oman á seyðakjót- prísini í fjør, ikki helt og úrslitið av hesum gjørd- ist, at teir meirvirðis- gjaldsskyldugi bóndur- nir fingu ein eykaskatt upp á 20%. Síðani er tað hent, at myndugleikar- nir ásanna tann órætt, MVGið hevur gjørt hesi vinnu, og nú er ætlanin at taka hendan steinin oman av aftur byrðuni. Aðrenn nevndin í Bóndafelagnum ásetti prísin hevði hon fund við nýggja landsstýris- mannin í búnaðarmál- um, Ola Jacobsen. Hann segdi, at sitandi lands- styri er sinnad at gera nakad vid spurningin og um kanningarnar visa sum væntað, verður meirvirðisgjaldið tikið burtur á seydakjøtinum. Við hesum í huga og fyri at lætta eitt sindur um hjá føroyingum, ið vilja ogna sær gott før- oyskt kjøt, tók nevndin ta støðu at lækka prisin til kr. 50,00 fyri kilo. Kollafjørdur 4.10.94 Bóndafelag Foroya Búnaðardepilin 410 Kollafjørdur HAR