týsdagur 11. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðinda
blaðið
Lokomotivið
má klassast
FISKAVIRKING skuldi verða
lokomotivið, sum skuldi toga
føroysku flakavinnuna upp
undan aftur, men nú er ógvu-
liga ivasamt, um lokomotivið
kemur um næstu sýn.
RÆTT skal vera rætt: øll byrj-
an er trupul. Og ringt er at ar-
beiða, tá tilfeingið trýtur og
arbeidskapitalurin er av-
markadur.
MEN tå tad er sagt, so skal
eisini sigast, at i dag hevur
meirilutin av føroyingum
kenslu av, at tad er ikki lagt
nóg væl til rættis og alt ov
nógv virkar tilvildarligt.
FRÁGREIÐINGIN hjá nevnd-
arformanninum, Ova Munch,
til partaeigararnar ber alt ov
nógv dæmi av undanførslum,
tí nógvar av umberingunum
vóru kendar. Sum t.d. kvotu-
skipanin og afturberingin til
fiskivinnuna.
HANN hevur óivað rætt í tí, at
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
67. ÁRGANGUR
jøri: Miiller Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Útgevar: PT Saslalurin Sústaður. Argjavegi 26 | Postadr.- Postsmoga 76
dg er sb Dahl Joensen - Tårfinn Smith - | Uppseting: P/T Sosialurin Argjum 110Térshavn
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Kilmar Jan Hansen - Prent: Pí Pressan 1981 | Telefon: 11820 Taletax: 14720
: Justinus Eidesgaard
í so nógv er hugsað sosialt, tá
so nógv virki eru opin. Tað er
jú ein sannroynd, at vit hava
ikki meiri enn 60.000 til
70.000 tons av botnfiski, og
hetta er ov lítið til níggju virki,
um tey skulu verða rikin við
skynsemi.
MEN tá tað er sagt, so skulu
vit spyrja: hvat er vorðið av
øllum ætlanunum at keypa
meiri av frystum fiski til land-
ið? Eitt virki — virkið í Havn —
arbeiðir nógv av innfluttum
fiski, og nú ljóðar, at tað ber
til.
LONGU í 1990 vísti javnaðar-
flokkurin á, at tann frægasta
gongda leiðin úr tilfeingis-
kreppuni var at innflyta fisk
at virka í Føroyum. Síðani er
nakað innflutt og ymsar
royndir eru gjørdar, og tað
virkar ikki, sum um henda
ætlanin hevur verið nóg mið-
vis.
TÅ varð talað um at lata eini
tvey virki gera eina samlaða
verkætlan, men tað varð bara
til orð og aftur orð og eisini í
hesum føri ráddi tilvildin.
Men umsíður legði eitt virki —
Lynfrost — seg eftir at arbeiða
frystan fisk. Fólk gjørdu sær
royndir og at enda bar til. Men
hvat ger Fiskavirking? Ístað-
in fyri at byggja víðari á
royndirnar í Runavík, verður
hesin tátturin fluttur til
Havnar.
NÚ verður so talan um at lata
fleiri virki aftur. Vit skulu
ikki gita, men tað er nevnt, at
virkið í Vági letur aftur. Hetta
man tykjast mongum legið, tí
virkið í Vági var tað fremsta í
landinum. Harafturat hevur
sunnara helvt í Suðuroynni
verið fyri slíkum bakkasti, at
tað verður bygd og landsluti at
meini.
UM so er, at virkið í Vági letur
aftur, so er eisini ivasamt,
hvussu verður við verkætlan-
ini at fiska kongafisk í Irm-
ingarhavinum og flyta hann
til lands at tilvirka.
VERÆTLANIN er spennandi
og so nýskapandi, at formað-
urin í ráðgevandi nevndini,
Erik Bonnerup, herfyri segði í
danska fiskivinnubladnum,
at hon var ein av høvudsmøgu-
leikunum at menna fiskivinn-
una aftur.
TÍ var tað harmiligt fríggja-
dagin í útvarpinum at hoyra
høvudsmannin aftan fyri hesa
áhugaverdu verkætlan,
Marner Lisberg, boða frá, at
Oyrnafjall fór ikki til Vágs við
lastini, men í staðin til Is-
lands, tí Fiskavirking helt
ikki orð.
VÓNANDI finna partarnir í
hesi týdningarmiklu verkætl-
an aftur stevið, so virkið í Vági
kann virka henda kongafiskin
summarhálvuna, meðan aðr-
ir útvegir verða funnir til vet-
rarhálvuna.
MEN hendingin er aftur ein á-
bending um, at alt ruggar ikki
sum tað skal í Fiskavirking og
móðurfelagið verður noytt at
taka í egnan barm. Tað er ikki
nóg mikið at smyrja lokomo- |
tivið og spenna ein bolt her og
ein annan har. Lokomotivið
má klassast.
Sosialurin
Skotar á
Konsertferð
Konsert við Capella Nova úr Skotlandi, Kristian
Blak, Jan Danielsson, Sharon Weiss og Edvard
Nyholm Debes
Sunnudagin 9. okt. kemur
skotska kórið Capella Nova
til Føroya á konsertferð.
Ætlanin er at hava tvær
konsertir. Tann fyrra verður
í Norðurlandahúsinum
mánadagin 10. okt. kl.
19.30. Ein bólkur av før-
oyskum/svenskum fólka-
tónleikarum fer eisini at
vera vid at hesi konsert.
Tann seinna konsertin verð-
ur mikudagin 12. okt. í Sør-
vágs skúla. Konsertin í Sør-
vági verðurkl. 19.00. Á hesi
konsert luttaka føroysku/
svensku fólkatónleikarar-
nir ikki.
Tey, sum eru við í Capella
Nova Quintet, eru: Nicho-
las Jones, Robert Marshall,
Amanda Morrison, Dorcas
Owen og Rebecca Tavener.
Tey, sum eru við í
svenska/føroyska tónleik-
arabólkinum eru: Jan Dan-
iclsson, Svøriki, violin,
Sharon Weiss, blokkfloytu,
Kristian Blak, klaver og
sang, og Edvard Nyholm
Debes, bass.
Svensk/føroyski bólkurin
hevur á síni skrå mest
svenskan fólkatónleik.
Á skránni hjá Capella
Nova eru m.a. eldri sangir,
nógvir úr 16. øld. Hetta |
verða bæði kendir og 6-
kendir enskir, italienskir,
franskir, skotskir og týskir
sangir.
Síðani syngur kórið bæði
sangir úr romantikkinum og
nýggjari sangir, so sum |
sangir úr 19. og 20. øld, fyri
so at enda vid Negro Spiri-
tuals og Beatles sangum.
tel. 1-9194
Njåll og Georg
Bergmifin
- veitslutónleikur til
tann ljósa morgun!
JA!
225 kr /årsfj. (haldarar í Føroyum)
425 kr./årsfj. (haldarar í Danmark) I
340 kr. (haldarar i Danmark, 5 bl. í senn) 3)
Ymsir prísir fyri onnur lond.
okt. ársfj. 94.
Eg gerist haldari og gjaldi fyri
Ókeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
NVE meeen. Tidindabladid
BUstebue.……....… SOSIALURIN
Postboks 76,
Bygdbjure… FR-110 Tórshavn
Kannað postverkinum