hósdagur 13. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 13. OKTOBER 1994
Síða 7
Tíðindablaðið (St
Neyðugt at kvinnur
luttaka í politikki
— Tey øki, sum kvinnur serliga hava áhuga
fyri, fáa ikki góðar sømdir hjá mannligu
politikararunum, og tí er eisini neyðugt at
kvinnur taka ábyrgd á jøvnum føti við menn,
sigur Elsba Olsen, sum var á kvinnuskeið hjá
javnaðarflokkinum í vikuskiftinum
16 javnaðarkvinnur vóru á
skeiðleiðaraskeið á Lærara-
skúlanum í vikuskiftinum.
Unni Evang, formaður í
Javnstødunevndini í Stava-
nger skipaði fyri.
Endamálið vidtiltakinum
er, at læra kvinnur at undir-
vísa á slíkum skeiðum, sum
ætlandi skulu fara fram í
øllum valdømum í Føroy-
um.
Elsba Olsen, var ein
teirra, sum tók lut á skeiðn-
um í vikuskiftinum. Hon
var uppstillað á listanum hjá
javnaðarflokkinum á scina-
sta løgtingsvali.
Elsba Olsen sigur, atå
skeiðnum var mest tosað
um javnstødumål og polit-
iska mentan.
- Vit fingu lyst, hvat po-
litikkur er og hvørjar reglur
eru galdandi - bædi skriv-
aðar og óskrivaðar - í polit-
iska arbeiðinum.
Undirvísingin snúði seg
eisini um, hvussu vit skulu
bera mál fram, og hvussu vit
skulu bera okkum at, tá vit
taka orðið á fundum og aðr-
astaðni, har samfelagsspur-
ningar verða viðgjørdir
Kvinnur og
politiskt arbeiði
- Endamálið við skeiðnum
er at fáa kvinnur at verða
virknar í politiskum arbeiði,
eins og at gera kvinnur var-
ugar við, hvat krevst av
teimum, ið ætla sær at royna
seg sum politikarar.
Tað er av stórum týdningi
fyri samfelagið, at vit fáa
fleiri kvinnur at luttaka í
politiskum arbeiði. Hetta er
so mikið meira umráðandi í
vánaligum tíðum, av tí at
tað vanliga eru kvinnurnar,
sum fyrst verða uppsagdar á
arbeiðsplássunum.
- Onnur grundgeving fyri
at fáa fleiri kvinnur i
politiskt arbeiði er, at tey
Elsba Olsen: - Kvinnur
eru ikki býltari enn menn,
men vit krevja so nógv av
okum sjálvum, áðrenn vit
tora at taka orðið
øki, sum kvinnur serliga
hava áhuga fyri, ikki fáa so
góðar sømdir hjá mannligu
politikarunum.
- Skulu hesi øki fåa sømd-
ir og røkjast javnbjóðis øll-
um ødrum samfelagsmål-
um, er neydugt at kvinnur
taka sina åbyrgd å jøvnum
føti vid menn, sigur Elsba
Olsen.
- Nu skal tad ikki skiljast
soleiðis, kvinnuligir politi-
karar skulu halda seg fyri
seg sjålvar, og skulu liva og
virka avbyrgdar frå hinum
partinum av borgararunum.
Tað er heldur tvørturim6ti,
men tað krevur sína tíð, og
neyðugt er helst eisini at
broyta hugburð á hesum
oki.
- Veruleikin er bert so-
leiðis, at kvinnur nú eina-
ferðeru soleiðis háttaðar, at
tað krevur nógv av okkum,
at standa fram.
- Vit eru ikki býttari enn
menn, men vit krevja so
nógv av okkum sjálvum,
áðrenn vit tora at taka orðið.
Kvinnur taka sær eisini nær,
um onkur sigur teimum í-
móti, eins og tær eru eisini
bangnar fyri sjálvar at siga
ov nógv.
Høvi at føra síni
sjónarmið fram
Elsba Olsen: - Tað besta við
hesum skeiðnum var at fáa
høvi at: læra og at tosa um
politisk mál. Tað eru eingi
stød at fara, har kvinnur
hava møguleika at føra síni
sjónarmið fram.
- Kvinnuskeið av hesum
slag skulu geva kvinnum
møgulcika at mennast og til
at fåadirviog årrædi at geva
seg til kennis, har samfel-
agsmál verða vidgjørd, sig-
ur Elsba Olsen og hon vón-
ar, at ætlada skeiðvirksemið
kring landið, fer at skapa
grundarlag fyri, at fleiri
kvinnur fara at taka lut í
samfelagskjakinum, og eis-
ini taka lut í politiska ar-
beiðinum frameftir.
Dagny
Javnstødufundur
Í samband við at Unni Ev-
ang og Øyvind Aas, for-
madur og skrivari i Javn-
stødunevbdini í Stavanger,
vóru á vitjan i Føroyum í
vikuni, nýtti tey eisini høvi
at seta seg í samband við
Javnstødunevndina í Før-
oyum.
Norsku umbodini vóru å-
hugad at vita meir um ar-
beiðið hjá Javnstødunevnd-
ini her á landi.
Hanna Joensen, formaður
í Javnstødunevndini, sigur
við Sosialin, at hon skipaði
fyri einum fundi í Mettu-
stovu, við umboðum fyri
nevndina, kommunustýris-
limum 0. ø., sum hava víst
áhuga fyri javnstødumål-
um.
- Vit greiddu norsku um-
boðunum frá, hvussu Ld.
kvinnulistin í Vestmanna
hevði skipað seg, eins og
hvussu stóra vælvild hann
hevði fingið frá fólkinum.
Norsku umboðini
greiddu okkum frá, hvussu
tey í Noregi vóru farin ov
ógvusliga fram í fyrstuni.
Har høvdu tey biðið kvinn-
ur stilla upp, við tí årsliti, at
alt ov nógvar kvinnur vóru
uppstilladar, sum ikki reiði-
liga høvdu gjørt sær greitt,
hvat politiskt arbeiði inni-
bar.
Unni Evang legði okkum
eina við, ikki at fara ov
ógvusliga fram, men heldur
útbúgva og menna kvinnu-
na til politiska arbeiðið, so
hon var til reiðar at fara til
verka, tå boð vóru eftir
henni.
Øyvind Aas legði m.a.
dent á, hvussu umráðandi
tað var at fáa menn at taka
lut í javnstødukjakinum, so
at teir eisini kundu fáa á-
góðan av tí arbeiði, sum fer
fram, til frama fyri bæði
menn og kvinnur, sigur
Hanna Joensen. Dagny
Í Mettustovu
Frá fundinum um javnstødumål í Mettustovu. Vinstrumegin síggjast: Øyvind Ass, Uni E vang, Nancy Olsen, bygdaráð-
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita å tif. 031-242268 ella 031-
578999.
+
limur á Nesi, Maria Hansen, tinglimur, Elin Lindenskov, byrådslimur, Ingeborg Vinther, tinglimur , Lisbeth L. Petersen,
borgarstjóri og Gunnar Hoydal